Samsvar (Jeffrei Henriksen)
Í málrøkt leggja vit m.a. dent á at varðveita málsliga bygnaðin, so at smámunir í meiningini verða varðveittir eitt nú í bending.
Til dømis eigur vanliga at vera samsvar millum setningsliðir, sum onkursvegna hoyra saman. Heldur enn at tveita endingar burtur og siga t.d.: "Hann er størst, teir eru størst," ella "Tær eru best, eg helt hana vera best," siga vit, at "hann er størstur", "teir eru størstir", "tær eru bestar", "eg helt hana vera besta".
Vit siga: Hann tosaði fyri seg sjálvan, hon fyri seg sjálva, tær fyri seg sjálvar - heldur enn alt fyri seg sjálvan (sum er kallkyn í eintali).