Málslig ráðgeving

Samansetingar við -víkar- ella -víks-

Samansetingar við -víkar- ella -víks-, t.d. Leirvíkartunnilin ella Leirvíkstunnilin?

Tað er eitt fast mynstur í samansettum føroyskum staðarnøvnum at tá ið forliðurin inniheldur orðið vík ósamansett, hevur forliðurin formin Víkar-, t.d. Víkarbarmur, Víkarbyrgi, Víkarfjørður, Víkarnes, Víkartindur, Víkarvatn.

Er forliðurin hinvegin eitt samansett navn við -vík (t.d. Hoyvík) fær hann s sum samansetingarklípi tá ið hann verður forliður í eini nýggjari samanseting. Dømini um hetta eru mong í tali, og nevnast kunnu: Hoyvíkshólmur, Tjaldavíkshólmur, Leirvíksfjall, Leirvíksfjørður, Elduvíkslíð, Hósvíksleiti, Hvalvíksskarð, Rituvíkshálsur, Sandvíksfles, Sandvíkshagin, Ørðavíkslíð o.fl.

Ofta síggja vit kortini at roynt verður at seta -ar- í staðin fyri -s- inn í slíkum nøvnum, uttan iva tí fólk hugsa sum so, at vík er kvennkynsorð og kvennkynsorð kunnu ikki “fáa -s í hvørsfalli”. Serliga sæst hetta í nýgjørdum nøvnum, eitt nú nøvnum á vegum og tunlum, t.d. Leirvíkartunnilin, Sandvíkartunnilin, Rituvíkarvegur, Æðuvíkarvegur (men Klaksvíksvegur, Hoyvíkshøllin).

Ofta stendst kjak av hesum, tí fólk vilja hava at vita hvat “rætt” er.

Staðarnavnanevndin heldur at einki er galið við navnaformum sum Leirvíkstunnilin og Rituvíksvegurin, og hon staðfestir at tílíkir navnaformar við s sum samansetingarklípi eru í fullgóðum samljóði við føroyskan navnasið.

Heildarhvørsfall í staðarnøvnum, serliga veganøvnum

Heildarhvørsfall nevnist tað málsliga fyribrigdið at hvørsfalsending, sum viðvíkur einari navnheild av fleiri orðum, bara verður skoytt uppí tað seinasta orðið í navnheildini, t.d. Djóna í Geils gøta, har s’ið í Geils hoyrir til alla navnheildina “Djóna í Geil” og ikki bara “Geil”.
Í veganøvnum sum hava bæði fornavn og eftirnavn (t.d. Jákup Dahl) sum forlið, fær fornavnið hvønnfalsform, og eftirnavnið fær hvørsfalsending, t.d. Jákup Dahls gøta, Jákup Nolsøes gøta, Fríðrik Petersens gøta, Jóannes Paturssonar gøta, Grím Kambans gøta, Jógvan Waagsteins gøta.
Eru fornøvn stytt (t.d. J.C. Svabo), verður hvørsfalsending sett aftrat eftirnavninum, t.d. J.C. Svabos gøta, V.U. Hammershaimbs gøta, R.C. Effersøes gøta.