Samanfall (Jeffrei Henriksen)
Nú taka vit dømið "Eg sá tey". Hesin setningurin kann verða dentskipaður til "Tey sá eg." Ávirkið er tikið framum, og eingin misfatan stendst av tí.
Siga vit harafturímóti, at "tey sóu teir," kann verða verri. Bæði orðini, 'teir' og 'tey', umboða bæði hvørfall og hvønnfall. Hvør var tað so, ið sá hvønn? "tey sóu teir" - "teir sóu tey."
Alt meir ið fallskipanin viknar, meir festist orðaraðið, so at grundliðurin kemur fyrst, og ávirkið kemur eftir umsøgnina. Siga vit, at "Sigmund sá Ólavur", átti eingin ivi at verið um, at 'Sigmund' var tann, ið sæddur varð, við tað at hann stendur í hvønnfalli; 'Ólavur' stendur í hvørfalli og var tann, ið sá Sigmund.
Men eg ivist í, hvussu mong ið fataðu tað so, tá ið eg segði, at "Sigmund sá Ólavur."