Røkka ella støkka (Marius Staksberg)
Tað er vanligt, at orðafelli verða lánt úr einum máli í annað, sbr. ein dropi í havinum, sum eisini finst í donskum: en dråbe i havet og í enskum: a drop in the ocean. Men tá ið vit hava orðafelli frammanundan í málinum, sum byggja á heimliga grund, er eingin orsøk til at taka við teimum fremmandu, tvørturímóti. Í sambandi við orðafellið sum sild í tunnu, sum kemur úr donskum: som sild i en tønde, hevur onkuntíð verið víst á, at vit hava eitt føroyskt orðafelli við nett somu merking, nevniliga sum seyður í rætt, so hví ikki heldur brúka tað. Men við hvørt verður tikið við tílíkum orðafellum, vanliga úr donskum, uttan at týðingin er serliga væleydnað. Eitt dømi er bera ella bresta, sum verður sagt, tá ið hidið verður, at nú er seinasti møguleiki, og at ein seinasta roynd eigur at gerast. Hetta er danska orðafellið briste eller bære, sum er sera leysliga týtt til føroyskt. Orðið briste merkir m.a. 'slitna, støkka', meðan bære eitt nú merkir 'halda'. Her hava vit eitt føroyskt orðafelli: røkka ella støkka við somu merking sum tað danska, so hví ikki siga: "Nú má røkka ella støkka" heldur enn: "Nú má bera ella bresta."