Rætt ella skeivt (Jeffrei Henriksen)
Í einum málteigi sínum í Tingakrossi (teir eru uppafturprentaðir í 53. bindi í Varðanum) finst Marius Johannesen at Jákupi Dahl, sum skrivaði um hin miskunnsama samáriubúgvan og hin illa viðfarna mannin, at samáriubúgvin lyfti honum upp á reiðdýrið hjá sær. "Har átti at staðið hann," skrivar Marius, "Tú lyftir leypin upp á mannin, um tú ert førur fyri at lyfta honum."
Hesin málburður, sum Marius vildi hava at vera tann rætta, við miðilshvørjumfalli til lítla broyting, men hvønnfalli til flyting úr einum stað í annað, var vanligur upp um miðja farnu øld og er tað framvegis hjá almongum, ið enn eru uppi á døgum. Men hin málburðurin, ið Jákup Dahl nýtti, var eldri og sostatt ið hvussu er einaferð tann rætti og einki at finnast at. Nú munnu tey flestu í yngra ættarliðinum nýta hvønnfall í báðum førum.