Ovfarin av onkrum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Nú eru málbitarnir úr bløðunum skjótt komnir at enda hesa vikuna. Her kemur tann síðsti: "Satt at siga fekk megabeitið eitt ovfarandi gott inntrykk av spælinum". Hetta kann ikki sigast soleiðis. Tað ber bara ikki til. Eingin kann fáa eitt ovfarandi gott inntrykk av nøkrum. Orðið ovfarin er lýsingarorð (at vera ovfarin ella gerast ovfarin av onkrum). Í hesum setninginum stendur orðið sum eitt hjáorð saman við einum øðrum lýsingarorði, og tað kann tað ikki. Vit kunnu í staðin siga eitt nú: satt at siga gjørdist eg ovfarin av spælinum ella ovfarin av hvussu gott spælið var. Og so sluppu vit eisini frá orðinum inntrykk. Hóast hetta er skrivað av ungum fyri ung, so má málið kortini hava ein sømiligan búna. Fari við hesum at ynskja øllum eitt gott vikuskifti.