Málslig ráðgeving

Nr. 9, februar 1988, 2. árg.

steyp og frost
Yrkjarar kunnu stundum taka sær loyvi til at broyta orð eftir besta tykki, so at tey hóska betur í ørindislagið. Hetta verður nevnt skaldaloyvi, licentia poetica á latíni. Harvið er ikki sagt, at hesar broytingar eiga at verða toldar í vanliga máli okkara, men tað, ið soleiðis verður sett í ørindi, og sum ofta verður tikið til, er argt at smitta av. Janus sigur í kendari yrking: "Tømdir eru steypar allir" - og hvussu ofta hoyrist ikki hetta orðsnið í ítróttatíðindum! Men tað er og verður ikki beint fyri tað. Steyp er hvørkikynsorð: eitt steypfleiri steyp.Í jólasongi eftir Kristin í Geil stendur: "frosturin bítur". Tó at hetta verður dúgliga sungið, munnu fá tó í royndum lata frost vera annað enn tað hvørkikynsorð, tað altíð hevur verið. Men onkur mundi stúrsa við av at síggja hetta í sjónvarpsteksti í juli í fjør: "Frostur er komin í". Hetta er vónandi ikki annað enn tað undantakið, ið prógvar regluna!

fara fyri skeytið
Síðsta orðið í hesum orðafelli verður ofta stavsett við ongum ð'i: fara fyri "skeyti". Tað fær ikki verið beint, tí hjá Svabo finna vit orðafellið í sniðinum: ganga fyri skeyt. - Síðsta orðið í tí sniði, ið nú verður mest nýtt, fær tí ikki verið annað enn bundin formur av orðinum skeyt og ikki eitt óbundið orð "skeyti". Tí verður mælt til at stavseta hetta nógv nýtta orðafelli soleiðis, sum í yvirskriftini stendur.Ikki er gott at siga, hvat hetta merkir upprunaliga, men hugsandi hava vit her orðið skeyt, t.e. band, ið hornið á seglinum er fest við niður á stokkin á bátinum. At fara fyri skeytið kann tí frá fyrstu tíð hava merkt: at fara fyri borð, fara út, har ið skeytið er fast, og tað er á stokkinum á bátinum.

fjórði - ikki "fjórður"
Í einum blað stóð hetta undir mynd: "T. er "fjórður" frá vinstru fremst á myndini". Hetta er ikki fyrstu ferð, at tílíkt kemur fyri, og Orðafar hevur víst á hesa villu fyrr (Orðafar 5, bls. 2). Hetta skuldi verið so einfalt sum nakað: Raðtøl, frá 3. og uppeftir, eru altíð veikt bend. Tí eitur tað fjórði og kann ikki eita annað. Onkur hevur hug at gremja seg um, at føroysk mállæra er so torfør og fløkt, men í hesum føri tykist tann, ið myndartekstin hevur skrivað, at royna at fløkja tað, ið greitt er frammanundan. Minnist til: triði (triðja), fjórði, fimti, sætti o.s.fr. eru altíðveikt bend.

einar tuflur
Í starvsmannasáttmálanum 1985 stendur í 28. grein: "Arbeiðsgevarin letur starvsfólkunum 1 par av tuflum um árið". Hetta sigst styttri og greiðari einar tuflur, og tað er betri føroyskt - hitt er hermt eftir útlendskum.Onnur dømi um lutir ella persónar, ið hoyra saman tveir og tveir: einir skógvareinir sokkareinir vøttireinar hosureinar buksureini leggøldeini hjún. Óneyðugt er, og helst eisini vánaligt føroyskt mál, at hava orðið par uppií her.Men eisini kann verða tikið soleiðis til um størri heild enn par, t.d. eini kort, t.e. øll kortini í einum kortspæli. Einaferð spurdi onkur málnevndina, um betri orð enn "topplyklasett". Við kortunum í huga varð uppskotið: einir topplyklar - teir eru víst millum 90 og 100 í tali!Tað, sum á donskum eitur "et sæt tøj", nevna vit eini klæði(r) . Gevið eisini gætur: Á húsunum eru einar dyr.Í staðin fyri "tvey/trý pør av einumhvørjum" siga vit tvinnir/trinnir o.s.fr. Tvinnir/trinnir vøttirtvinnar/trinnar hosurtvinni/trinni leggøld. Verður talið størri, mugu vit siga pør avfýra, fimm o.s.fr. pør av skóm. Á bilinum eru tvinnar/trinnar dyr, men: fýra/fimm dyr.

fara og farast
Stundum hoyrist orðið farast nýtt, har ið fara er hitt rætta.At fara merkir (umframt mangt annað) at 'brotna, ganga fyri' o.tíl., men farast merkir 'týnast, glatast, ganga til grundar, ganga burtur' o.s.fr. Tað, ið fer, gerst kanska aftur, men tað, ið ferst, fæst ikki aftur. Tí er ikki skil í at siga: "Bilurin "fórst" illa", sum var at hoyra nú ein dagin, men heldur átti at verið sagt: "Bilurin fór illa."

naggatódn
Nógv av orðafari okkara er myndamál. Stundum eru myndirnar eyðskildar, men ofta eru tær tiknar úr lívsháttum, ið langt síðan eru farnir í søguna, og tí kenna vit ikki altíð tann veruleika, sum tær eru runnar úr. Tá er vandi fyri, at brongl kemur í, og vit fara skeiv av orðafellunum.Ofta verður talað og skrivað um at "koma burtur úr naggatódnini, vit eru komin í". Hetta er skeivt tiltikið. Tá ið tey tøvdu, og plaggið vildi ikki tódna, søgdu tey, at naggatódn var komin í, og tað galt um at fáa naggatódnina úr aftur. Tey royndu at lesa naggatódnina úr við at kvøða tóvaraversið, tey kallaðu: "Tøv hart, knúska fast" o.s.fr. (sí H. M. Eidesgaard: Hitt ævinliga gonguverkið, bls. 71). Orðatiltakið er tí eitt núnaggatódn kom í; vit mega royna at fáa naggatódnina úr aftur (ikki "koma burtur úr naggatódnini").

í senn - ikki "at gangin"
Onkur skuldi leggja lurtarum lag á at ringja og segði m.a.: "Snara eitt tal "at gangin"!" Óneyðugt er at taka soleiðis til orða, tá ið vit hava frálík føroysk orð, og var rætt vorðið, komu tey fyrr á tunguna enn tílíkt fremmant strandvarp. Her skuldi heldur verið sagt í senn. Eisini ber til at siga um ferðina, men tað er sjáldsamt og eisini staðbundið, ikki kent um alt landið sum hitt fyrra.

Sjálvljóð framman fyri hjáljóð
Kemur bert eitt hjáljóð ella einki aftan á sjálvljóð, er tað langt í framburði: Soleiðis eru t.d. i í orðinum bit og o í orðinum so long sjálvljóð. Koma tvey hjáljóð ella fleiri aftan á sjálvljóð, hevur tað stuttan framburð: Soleiðis er t.d. a í orðunum band og handski stutt ljóð. Eftir somu reglu eiga o í landsnavninum Jordan og a í lýsingarorðinum amerikanskur at vera stutt í natúrligari føroyskari talu, sum t.d. í orðum sum bordiog franskur. Men fleiri hava tann óvana at tenja hesi sjálvljóð og siga [Joordan] og [amerikaanskur]. Hetta man vera smittað av donskum framburði, men tað eigur onga grund í føroyskum.Men summi hjáljóðasambond stytta ikki sjálvljóðið frammanfyri. Her nevna vit eitt teirra: tr. Sagnorðið glitra verður sagt við longum i[gliitra], og ikki [glitra], sum summir upplesarar hava fyri. Men er sjálvljóðið stutt, eru ráðini at skriva -ttr aftaná, t.d. styttri og veittra (og ikki "stytri" og "veitra", sum ofta sæst í bløðum og á sjónvarpsskíggjanum).Undantak er suðuroyarmál; har er sjálvljóð framman fyri tr stutt, t.d. vetrar, sagt [vedrar] og Katrin, sagt [kadrin].

"Orðblendingar"
Av misgáum, ella kanska eisini fákunnu, kemur tað stundum fyri, at nýggj "orð" gjørd úr pørtum av øðrum orðum, stinga seg upp. Tað var ikki sørt, at tú hevði hug at hvøkka við, tá ið hetta hoyrdist í eini sending: "tað er ikki nakað, vit kunnu "útrika"". Helst mundi lesarin vera mismæltur, men løtu seinni var sama "orð" aftur at hoyra. Hetta er eyðkendur "orðblendingur". Fyrri partur man vera fingin framman av orðinum útinna ella útrætta og seinni partur aftan av orðinum avrika. Vit noyðast javnan at gera nýggj orð, har ið eingi eru fyri, men ongar áneyðir skuldu verið at gjørt orð, tá ið nóg góð orð eru til. Ivaleyst man hetta hava verið mistak hjá høvundinum, men tað átti so ikki at sloppið ígjøgnum málsliga eftirlit teirra, ið skipa fyri sendingunum.

lýsa eftir - ikki "eftirlýsa"
Hetta sagnorð er ikki fast samansett í føroyskum sum í donskum. Tí er hesin setningur, ið hoyrdist herfyri, óføroyskur: "Løgreglan í Havn "eftirlýsir" ein bil". Rætt er at siga: "Løgreglan lýsir eftir einum bili". Tó ber til at siga: "Bilurin er eftirlýstur" (samanberið t.d. hann kom inn, hann er innkomin). Og eyðvitað er navnorðið eftirlýsing. Men sigið og skrivið ongantíð "eftirlýsa", men lýsa eftir.

Heiti á filmum
Tað sýnist at vera reglan, tá ið kykmyndahallir lýsa við sýningum, at heitini á kykmyndunum eru á donskum, tó at tær eru gjørdar í øðrum londum og tí helst ikki bera donsk nøvn. Tað er sjálvandi, at danir týða filmstitlar á sítt mál, og soleiðis gera allar tjóðir. Hví skuldu vit so ikki eisini gjørt tað sama? Herfyri ljóðaði, at filmarnir "Abernes nat" og "Dagen derpå" vórðu sýndir í Leikhús bio. Margháttligt. Helst ein leivd av gomlu hávirðingini fyri donskum.

Keldur tutla…
Lat fara, at tíðindaheimildir javnan verða nevndar "keldur", tað er mynd, ið er at skilja; men altíð at liggja á sama orði er ikki góður stílsiður. Tá ið vit so frætta, at "oljukeldur" í Bahrein siga...", ja tá ber myndin á brá at vera keipumynd!

Navnorðasjúka
Soleiðis rópa norðmenn tann óvana at gera ov nógv av at nýta navnorð, har ið sagnorð høvdu gjørt stílin kimiligari.Nøkur dømi úr útvarpstíðindum 10. november í fjør:
"Upplatingin av skrivstovuni í Oslo…"
"Gro Harlem Brundtland kallaði stovnanina av EF-sendistovuni í Oslo…"
"Ætlanir um eina afturtøku av hermonnunum…"
"…teir hava ikki atfinningar ímóti [at!] valdegnum".Í hesum navnorðum fjalast sagnorðini: lata uppstovnataka afturfinnast at.Mundu ikki setningarnir her omanfyri ligið lættari á tungu, um samsvarandi sagnorð komu í navnorða stað? Eitt nú: "…teir hava einki at finnast at valdegnum".

leggøld
Í brævi til barnaútvarpið varð skrivað um "beinvarmarar", og tað varð eisini lisið upp uttan viðmerkingar. Gomul skilakona segði okkum einaferð, at tá ið smágentur nevndu hesi pløgg soleiðis, segði hon teimum, at rætta føroyska navnið er leggøld (leggald í eintali). Orðafar nýtir høvið til at gera fólki, og tá helst fimleikarum, vart við hetta orðið við teirri vón, at tað kemur í staðin fyri tað óhóskandi útendska heitið.

ljómfløga/fløga
Tá ið hetta nýggja plátuslagið, sum eitur compact disc á enskum, var nýkomið, sóknaðist tíðindamaður eftir føroyskum heiti á tí. Uppskot málstovnsins var ljómfløga, ella stuttformurin fløga í vanligari talu. Orðið hoyrdist og sást av og á í fyrstuni, men tykist nú vera burturafturgloymt. Orðafar loyvir sær her at minna aftur á tað.