Málslig ráðgeving

Nr. 7, november 1987, 1. árg.

støða
Í suðuroyarmáli verður hetta navnorð borið fram sum [stø:a], t.e. við ongum v-ljóði í staðin fyri ð, men norðan fyri Suðuroyarfjørð áttu øll at sagt [stø:va]. Tó hava summi, ið annars ikki tala suðuroyarmál, fyri sið at bera hetta orð fram, sum suðuroyingar skulu og eiga. Tey siga [stø:a], men áttu at sagt [stø:va]. Hetta er ikki í samsvari við teirra mál.

"fiskarí" og "byggjarí"
Lítið prýði er í hesum báðum orðunum, og hvat hava hini frálíku orðini fiskiskapur og bygging gjørt til sakar, at tey verða fjónað fyri tílík óvandaorð?

ísraelskur
Flestøll munnu vita, at landið eitur Ísrael við herðing á 1. stavilsi, men onkur hevur hug at siga "ísra'elskur", við tyngd á 3. stavilsi og longume. Hví? Ólíka betur fellur tað at siga 'ísraelskur við herðing á 1. stavilsi sum í landsnavninum.

"tvang"
Ikki er tað serstakliga virðiliga sagt um eitt nú skip, ið verður selt á tvingsilssølu, at tað fer "á tvang". Framburðurin við [a] - eisini hjá teimum, ið vanliga siga [e] framman fyri ng - ber boð um, at hetta er nýliga innsløtt orð. Tað hevði verið vinningur fyri málið, um hetta orðið var útihýst.

"tvungin"
Fyrr (í Orðafari nr. 1, bls. 2-3) hevur sagnorðið at tvinga verið viðgjørt. Í donskum er tað sterkt bent: tátíð tvang, tátíðar lýsingarhátturtvungen, men í føroyskum, eins væl og fornnorrønum, er tað veikt bent: tvingartvingaðitvingaður. Tí er tátíðar lýsingarhátturin "tvungin" ónýtiligur í føroyskum, eisini sum lýsingarorð. Heldur er at siga t.d. kravd lærugreinskyldubundin lærugrein ella skyldulærugrein - ikki "tvungin". Ikki ljóðaði tað væl í tíðindum, at flogfar var "tvungið" at lenda í Ísrael. Tað varð tvingað. Eisini kundi verið sagt, at tað var noytt

Minningardagur teirra sjólátnu
Í Orðafari 6 stóð greitt og skilliga, at tað rætta er: Minningardagur teirra sjólátnu, men kortini stóð í øllum bløðum "…sjólætnu". Navnhátturin er sjólátast, tátíðar lýsingarháttur í eintali: sjólátin - tí fær tað ikki verið annað enn ...teirra sjólátnu. Tað einasta sum æ kemur uppí er í tátíð í eintali: Hann sjólætst. Hetta átti at verið rættiliga einfalt, men tógvið er at fáa aftur á beint tað, ið leingi hevur verið skeivt stavsett. Er tað ikki óhóskandi at fara so lætt um júst hetta orðið?

lata í tátíð
Tað, ið stóð um hetta í Orðafari 6, hevur verið sum at sletta vatn á gás, tí enn sæst yvirhøvur skrivað "lat" í tátíð. Hetta er og verður blóðskeivt. Tað einasta rætta er læt.

fletta og flætta - hvørt sítt orð
Mundi ikki danskt búgva undir, tá ið maður tók soleiðis til: "mortítlingurin "flettir" sær eitt reiður"? Tað rætta var eyðvitað flættar.

háttur og táttur í hvørjumfalli flt.
Hesi bæði orð koma ofta fyri í fjølmiðlunum. Hjá mongum ræður óvissa um, hvussu hesi orð verða bend í hvørjumfalli fleirtali. Í hvør- og hvønnfalli flt. broytir i í bendingarendingini á í stovninum til æhættirtættir. Í hvørjumfalli flt. er einki i at broyta sjálvljóðið í stovninum. Tí eru røttu sniðini háttum og táttum og ikki "hættum" og "tættum", sum vanliga koma fyri.

hjúnaband - ikki "hjúnarband"
Hjún er fleirtalsorð: eini hjúnhjúnini. Tá ið hetta orð er fyrri liður í samansettum orðum, stendur tað í hvørsfalli, og sum kunnugt enda øll navnorð í hvørsfalli í fleirtali við a. Tí er orð sum "hjúnarband" ikki í samsvari við mállæruna. Tað beina er hjúnabandhjúnalag o.s.fr.

raðið - ikki "flótandi"
Ofta hoyrist sagt, at einhvør tosaði eitt mál "flótandi". Her býr danskt - flydende - undir. Óneyðugt er at taka tað upp í málið, tá ið vit hava gott føroyskt orð fyri. Á føroyskum eitur tað at tosa ella tala raðið.

hond í hvørjumf. flt.
Væl ljóðaði tað ikki at hoyra, at onkur hevði "skapað nógv við hendrunum". Her mundu tey flestu enn sagt við hondunum. "Hann er fittur í hondunum" ljóðar, sum tað eigur - hitt mundi skurrað her.

órógv
"Dømi um stóran(!) órógv" varð sagt í tíðindasending. Rógv (el. ) er kvennkynsorð, og tí skuldi dømið verið um stóra órógv.

í kvitta
"Teir skuldu ikki vita, hvat teir høvdu í kvittanini" stóð at lesa á sjónvarpsskíggjanum fyri stuttum. Kvittan (kvk.) er 'undirskrift til at vátta móttøku' og eigur ikki at koma í bland við kallkynsorðið kvitti, ið bert kemur fyri í orðasambandinum at hava í kvitta ella í kvittanum, t.e. 'at ætla, hava í huga'.

Stirvið mál
"Vegna veður verður eingin tyrluflúgving" varð sagt í eini lýsing. Hetta er eyðkendur navnorðastílur. Tað lættir um at broyta til sagnorð; tá kundi lýsingin ljóðað eitt nú: "Tyrlan flýgur ikki fyri veður''.Vit rósa okkum av, at føroyskt er so væl fyri til orð og málburð um veður. Hvat skulu vit siga um hetta í eini tíðindasending: "Suðurongland varð rakt av sera álvarsligum ódnarveðri"? Hetta átti at borið til at orðað betur.Annars verður sagnorðið at raka ofta skeivt nýtt sum trælbundin týðing av donskum at ramme. Hetta kunnu vit koma aftur til seinni.

Skeivt kyn
"Tú ert mín vív" - nakað soleiðis varð tikið til í songteksti í útvarpinum nú ein dagin. Aftur danskt árin. Í donskum er viv samkyn, t.e. en viv,min viv. Í føroyskum, eins væl og norrønum fornmáli, er hetta hvørkikynsorð: "Tú ert mítt vív" átti at verið sungið í staðin.

''weekend"
Løgið er, at føroyingar so glaðbeintir skuldu taka hetta óviðførliga orð til sín. Eisini er tað margháttligt, at tað verður viðfarið sum kvennkynsorð (í "weekendini" - endi er kallkynsorð á føroyskum), og at herðingin er á seinna orðliði (enska orðið hevur herðing á fyrra liði, og sama er at siga um tøkuorðið í donskum). Vit kunnu spyrja, hví orðið ikki varð týtt til føroyskt beinan vegin: Vikuendi hevði ikki verið av leið - á týskum eitur tað Wochenende og á svenskum veckoslut. Men vit hava leingi átt frálíkt orð, vikuskifti, og hví ikki nýta tað oftari. Um vikuskiftið hóskar betur enn "í week'endini'' (við herðing á end).

Hvørt av sínum
"Hann "kemur" av Tvøroyri" (danskt) - heldur: "Hann er av Tvøroyri".
"Í upp til 20 ár" - heldur "upp í 20 ár".
"Umsóknin verður gingin á møti" - skilaleysur setningur. Kundi heldur verið sagt: "Umsóknin verður játtað".
"Sáttmálin kann skrivast undir" - heldur: "Sáttmálin kann verða undirskrivaður".
"Argir leggur grótspurningin fyri landsstýrið". Hetta er fleirtalsnavn, og tí skal sagnorðið standa í fleirtali: ''Argir leggja…"

"healing" og "heala" - hví ikki heiling og heila?
Við nýggjum fyribrigdum koma nýggj orð, ofta útlendsk, um fyribrigdini koma úr útlondum, sum ofta vil vera. Verður skjótt og væl atborið, kann hepnast at finna hóskandi føroysk orð í staðin fyri tey fremmandu.Nú er farið at hoyrast um "healing" sagt [hi:ling] og at "heala" [hi:la]. Orðini verða nýtt um grøðing ella leking við bøn og handa álegging. Hetta skuldi ikki verið nakað nýtt, og tí skuldu ongar áneyðir verið at havt nýggj orð um tað. Helst man hetta kortni vera eitthvørt mótakent, ið er partur í nýtrúarrørslu, sum so mangar og ymisligar eru nú á døgum. Gomlu vælkendu orðini eru kanska ikki nóg dularfull, og tí eru ráðini at taka til útlendsk, í hesum føri ensk. Enskt tykist vera "heilaga málið" nú - fyrr var tað danskt (sbr. eitt nú "gospel").Men er tað avgjørt fyri neyðini at hava serstøk orð um henda grøðingarhátt, er mál okkara ikki so illa fyri, at tað ikki eigur orð, sum kundu verið nýtandi, enntá orð, ið eru av somu rót sum tey ensku. Her verður hugsað um gamla sagnorðið at heila, ið merkir at grøða, og samsvarandi navnorð heiling.

Hugburður
Í útvarpstíðindum 3.11. ljóðaði nakað soleiðis: ""Holdningurin" hjá teimum Grønu til harðskap…". Hetta er fremmandur fuglur í føroyskum máli lítið verdur at friða. Tó hevur í nøkur ár verið í nýtslu millum manna, kanska serliga næminga í summum hægri skúlum, føroyskt orð æt1að at koma í staðin fyri hitt óføroyska "holdningur". Tað er hugburður. Hitt danska "holdning" merkir ítøkiliga: 'kropsburður, høvuðburður, limaburður'. Í fluttari merking verður tað nýtt um "innari støðu", hvussu lyndi ella hugur "ber seg". Tí kom tað mest sum av sær sjálvum, at hetta kundi itið hugburður á føroyskum. Tað varð væl móttikið av teimum, ið fingu kunnleika um tað tá. Nú loyvir Orðafar sær at kunna fleiri við hetta nýggja orð, sum kortini hevur eini tíggju ár á baki. Samsvarandi enska orðið er attitude.