Nr. 6, november 1987, 1. árg.
fallskíggi - ikki "fallskíggj"
Hetta orðið, ið brátt hevur hálvthundrað ár á baki, kemur ofta skeivt fyri bæði í talu og skrift. Í útvarpstíðindum 1. okt. frættist um mannin, "sum átti "fallskýggið"", men hetta er skeivur orðformur og verður ikki beinur, tó at hann er vanliga at síggja og hoyra. Orðið varð smíðað tíðliga í stríðsárunum og kom fyri fyrstu ferð, tað vit vita, í mánaðarblaðnum "Alduni". Orðið er fallskíggi, kallkynsorð, ið bendist sum eitt núlíggi. Tí átti heldur at verið sagt frá manninum, "sum átti fallskíggjan". Hetta er dømi um gamalt orð, ið hevur fingið nýggja merking. Í gomlu húsunum var skíggi, "rútur" av roð, ið lagdur varð yvir ljóaran, so at dagsljósið slapp inn. Eisini var orðið skíggi nýtt við somu merking sumljóaraskjól.Seinastu árini hevur verið roynt at nýta orðið skíggi sum navn á "rútinum'' ella "glugganum" á teldu og sjónvarpstóli, telduskíggi,sjónvarpsskíggi.
tong í hvørjumfalli flt.
Orðið tong eitur í hvørf. og hvønnf. flt. tengur, men í hvørjumf. er sniðið tongum og ikki "tengrum'', ið hoyrdist sagt herfyri.
regla
er kvennkynsorð, reglur í fleirtali, við stuttum, opnum e í rótini. Ikki er sjáldsamt at hoyra hetta sum kallkynsorð í fleirtali við longum, trongum e, sagt [re:glar]. Hesin formur er ikki beinur. Tann rætti er sum nevnt kvennkynsformurin regla, flt. reglur.
bókstavligur
Hetta lýsingarorð hevur áherðing á 1. stavilsi, og sjálvljóðið í rótini er stutt [ö] fyri norðan og [å] fyri sunnan. Men eisini her stingur hitt danska hógvarnar undan: Nú ein dagin hoyrdist í upplestri orðið ''bókstaviligur'' við herðing á 2. stavilsi. Hetta er ramdanskt, ''bogstavelig".
styðja + hvønnf.
Hetta sagnorðið stýrir hvønnfalli: styðja ein. Vónandi skurraði tað í oyrunum á fleiri, tá ið onkur var sagdur at "styðja krøvunum" um eitthvørt. Eigur eyðvitað at vera: at styðja krøvini um ...
danskari, dani
Fyri einum mansaldri ella so var seinna orðið í yvirskriftini rættiliga vanligt í bløðum og útvarpi, flt. danir. Nú hoyrist hetta næstan ikki longur, men tykist orðið danskari í seinastuni hava trokað hitt av.
ferð
Lyndi tykist vera hjá summum til at lata hetta orð vera óbroytt í fleirtali, t.d. ''fleiri ferð". Hetta er óregluligt og helst skeivt. Tað er kvennkynsorð og eitur ferðir í flt. Tí eitur tað av røttum fleiri ferðir.
drepa
merkir 'at taka av lívi'. Tí er tað ikki beint at nýta hetta um fólk, ið deyð eru eitt nú av vanlukku. Tíðindi vóru um áarlop í Fraklandi, og sagt varð, at øll tey "dripnu" vóru fransmenn. "Fýra vórðu dripin" (av bumbuspreinging) er eisini ivasamt. Her hevði verið beinari at sagt: doyðu,lótu lív, fingu bana og ivaleyst okkurt annað við.
navni
Tann, ið eitur tað sama sum tú, er navni tín og ikki "navnabróðir", sum onkur vildi vera við. Aftur danskt orð í føroyskum hami.Kvennkynssniðið er navna.
sandur
Eisini er tað danskt orð av teimum lúnsku, ið manni varð sigandi, tá ið hann kallaði nýggja sandin í Sandagerði "sandstrond''. Hetta hevur itiðsandur frá gomlum døgum og hevur ongar áneyðir at broyta nú.
blýfrítt bensin
Í einum blað varð skrivað um ''blýggjfrítt'' bensin. Tá ið seinni liður byrjar við hjáljóði í samansettum orði, eigur ikki -ggj at koma afturat, t.e. eingin "skerping" verður, sum hetta fyribrigdi nevnist í málfrøðini. Í hesum føri stendur hjáljóð fremst í øðrum liði, og tí verður lýsingarorðiðblýfríur - blýfrítt bensin og ikki "blýggjfrítt". Á sama hátt hava vit orð sum blýlodd, blýpetti o.o. Byrjar seinni liður við sjálvljóði ella hframman fyri sjálvljóð, verður skerping, t.e. -ggj kemur ímillum. Nú hevur orðabókin eingi tílík dømi við blíggj- sum fyrra liði, men hugsandi orð av hesum slag kundu verið *blýggjhólkur og *blýggjeskja(* framman fyri orð merkir, at tað er ikki funnið í royndum, men kundi eftir líkindum verið til) .
at halda í ein (ikki einum)
Í ítróttafrásøgn ljóðaði: "teir (t.e. menn í mótpartinum) halda í honum". Hetta er tíverri ikki sjáldsamt at hoyra, men her er eingin ivi: halda ístýrir hvønnfalli: "teir hildu í hann" átti at verið sagt. Onnur dømi: "Hann helt í hondina á henni", "Halt í bandið!"
vísindi
Hetta er altíð hvørkikynsorð í fleirtali, eins og t.d. tíðindi. Tann misfatan hevur leingi verið og anir helst eftir enn hjá sumum, at hetta er kvennkynsorð í eintali, "vísind", viðhvørt skrivað "vísund". Soleiðis var eina ferð navnið á einum felag "Føroysk vísund", og herfyri varð manni í sjónvarpinum sigandi "...um ósemjuna og ivan innan vísindina". Hetta reingir tó ikki tann veruleika, at vísindi er hvørkikynsorð í fleirtali, sum longu nevnt. Dømi: "Læknavísindini eru nógv framfarin seinastu árini". Í samansettum orði sum vísindamaður er fyrri liður í hvørsfalli fleirtali, tí einki -r.
lata/láta og lesa í tátíð
Fyridømið ella mynstrið, tað, ið íðuliga sæst og hoyrist, ger tíðum meiri mun enn mangar greinargóðar leiðbeiningar og áminningar. Soleiðis tykist vera við orðunum omanfyri í tátíð í eintali, 1. og 3. persóni, ið javnan koma skeivt fyri. Tey fyrru bæði, ið upprunaliga vóru eitt og hitt sama orð, verða ofta skrivað ''lat'' í tátíð, men tað er skeivt; rætta tátíðarsniðið er læt (í fornmáli lét) - lurtið eftir, hvussu suðuroyingar (flestir) siga, tá ið ivi er um a ella æ í stavseting!Øvugt sæst lesa í tátíð ofta skrivað "læs", og tað er eisini skeivt. Tað beina er las. Her er eisini hjálp í at kanna eftir, hvussu suðuroyingar siga.At látast eitur látin í tátíðar lýsingarhátti. Tí eitur tað ikki "minningardagur teirra sjólætnu", sum ofta sæst skrivað, men minningardagur teirra sjólátnu.
Hvussu eita bókstavirnir h og k?
Ta tíð, tá ið føroyskt hevði ikki innivist í skúlunum, var allur lærdómur á donskum. Eisini nøvnini á bókstøvunum vóru donsk. Tí itu stavirnir báðir í yvirskriftini [hå] og [kå]. Hetta átti nú at verið farin tíð og søga, men so er ikki hjá øllum. Ja, so løgið er, at enntá ungir útvarpsmenn enn nevna bóltfeløgini HB og KÍ "hå be" og "kå í". Og ikki nóg mikið við tí, skulu teir í øðrum sambandi nevna hesar stavir við navni, verður tað eisini á donskum. Hetta er óneyðugt, ja, beinan vegin ósømiligt. Hóast allan danskan skúla og lestur í óminniligar tíðir hava hesir stavir havt føroysk nøvn: há og ká. Eitt prógvið er táttarørindið: "Tá ið Jákup í lógbókina sá / tá kendi hann ikki s fyri k.'' Rímið ber prógv um framburðin.
at veiða og royna eftir
Onkur hoyrdist tala um ein trolara, ið skuldi "veiða eftir skeljum". Hetta er nýtt í málinum og fær vónandi ikki frið at festa røtur. At veiða tekur ávirki - trolarin skuldi veiða skeljar. Annað er, at hann skuldi royna eftir skeljum. Skeiva orðafellið at "veiða eftir" man vera íkomið av, at hesi bæði eru komin í bland. Sovorðin mistøk eru ikki óvanlig og bera ofta vitni um ótrygga málkenslu.
Hvussu eitur klógv í fleirtali?
Eitt blað skrivaði um ''hummarklógvir", ikki bara eina, men fleiri ferðir, so tað mundi ikki vera av óvart. Hetta er sama barnamál sum at siga t.d. "bókir" fyri bøkur. Klógv eitur kløur í fleirtali. Í hesum føri átti blaðið at skrivað hummarkløur.
Postverkið "flytir" ikki - tað flytur
"Nær flytir postverkið?" spyr eitt blað. - Veikt bend sagnorð enda sum kunnugt við -ir og sterkt bend við -ur í 2. og 3. persóni í eintali í nitíð. Fyri seg standa tey veikt bendu ja-sagnorðini, ið hava ljóðbroyting (i-umljóð) í navnhátti og søguhátti, sum t.d. hylja: nútíð hylur, tátíð huldi;velja: nútíð velur, tátíð valdi. Sum tað sæst fylgja tey teimum sterkt bendu í 2. og 3. persóni í eintali í nútíð. Í gomlum máli æt tað flytja, menj'ið er av einihvørji orsøk horvið, men tátíðin flutti sigur frá, hvar tað hoyrir heima í bending. Summi, ið hava r framman fyri j, fáa onga ending í 2. og 3. persóni í nútíð, t.d. spyrja, nútíð spyr, tátíð spurdi, onnur fáa nýggja -ir-ending og varðveita j'ið, t.d. verja, nútíð verjir, tátíð vardi. So her er ikki so lítið at vara seg fyri!
ljóð, ljótur, ljós
Nógv hava lyndi til at gloyma l'ið, tá ið tey siga hesi orðini, men enn er ikki so langt komið, at tílíkur framburður er góðkendur sum í svenskum, har sum tað er regluligt at leggja burtur l í samsvarandi orðum. Enn verður tað væntað av føroyskari tungu, at hon fær sagt l í orðum sum hesum trimum. Men í orðum sum t.d. flúgva, sum áður var fljúgva, er broytingin so vanlig, at hon er viðurkend. Tó man framburðurin fljúgva enn ana eftir í bygdamálum fyri norðan.
"Leygarnáttin er long"
Soleiðis royndi ein at ugga útvarpslurtarar eitt leygarkvøld. Hugsaði hann um náttina, sum var í hondum, tá var tað skeivt hjá honum. Tað beina var tá sunnunáttin. Náttin hevur navn eftir degnum, ið aftaná kemur!