Nr. 5, september 1987, 1. árg.
búgva - gista
Torført tykist hjá flestum at halda hesum báðum orðum sundur. Hitt fyrra otar seg inn á hitt seinna og hóttir við at gloypa tí heilt. At búgva er at hava fastan bústað, at gista er at halda til onkustaðni stutta tíð, at vera gestur, sum í orðinum liggur. Tí er tað ikki í samljóði við góðan gamlan málburð at siga t.d. "Eg búgvi á hasum hotellinum." Heldur átti at verið sagt: "Eg gisti á hasum hotellinum". Gevið gætur, at tílíkt hús verður eisini nevnt gistingarhús á føroyskum.
skaði
Í útvarpstíðindum ljóðaði, at tveir løgreglumenn "komu til skaða". Hetta er danskt ''at komme til skade", beinleiðis týtt. Í føroyskum eitur tað at fáa skaða, at meiða seg, meiðsla seg og ivaleyst annað við. Tann, ið las tíðindini, segði a'ið sum i [ski:a], ein framburður, sum hevur hoyrt til barnamál í syðra helmingi á landinum, men nú ger hann meira og meira vart við seg hjá tilkomnum. Annar útvarpsmaður bar dagar fram sum [di:ar]. Her er at vera ansin og royna at bera a'ið fram sum eitt opið e; verður tað ikki gjørt, fara vit eitt nú ikki at hoyra mun á orðunum higarog hagar, og tað fær illa verið annað enn ein missur fyri málið.
halda - ikki "yvirhalda"
Tað ræður um hjá teimum, ið skulu bera fólkinum tíðindi, at tey duga at skilja millum útlendskt og føroyskt, men ymist er, hvussu tað eydnast. Ofta, alt ov ofta, sníkir tað fremmanda seg inn. Nú ein dagin varð talað um at "yvirhalda" friðarætlan. Hetta er eyðvitað einki uttan danskt "overholde". Á føroyskum er nóg mikið at siga at halda friðarætlanina.
á fundi
Fyrisetingar er tíðum ivi um, og ikki bøtir um, tá ið útlendskt árin er uppií. Sambært útvarpstíðindum fyri stuttum skuldi eitthvørt vera sagt "undir fundinum". Hetta er so rangvørgt, at undranarvert er, at tað fær komið manni í huga og munn. Rætta fyrisetingin er á: tað varð sagt á fundinum. Tú fert á fund, ella eisini til fundar.
"spalta'' - teigur
Tað er vanligt, at orð fáa nýggja og víðkaða merking. Tey ráð hava ofta verið nýtt í málrøktini at geva orðum, sum fyrr vóru í málinum, nýggja myndkenda merking, tá ið nýtt fyribrigdi kom fyri, ið kravdi at orða á føroyskum. Soleiðis man tað hava verið at kalla frá fyrstu stund, sum farið var at skriva føroyskt, at tær leingjur, sum blaðsíða verður býtt sundur í, vórðu kallaðar teigar. Myndin er eyðsæð: vit síggja eitt føroyskt teigalendi fyri okkum. Ivaleyst kann hugskotið eisini vera komið úr nýnorskum ella landsmáli, sum tað tá æt, har verður sama orðið nýtt. Um blaðsíðu, sum hevur tveir teigar, verður sagt, at hon er tvíteigað. Spell er, at í seinastuni er orðið "spalta" farið at gera um seg í føroyskum blaðgreinum. Tað átti ikki at verið neyðugt, tá ið vit eiga so gott orð frammanundan.Skoytt kann verða uppí, at í teldumáli hevur verið skotið upp, at tað sum á útlendskum eitur tabulator á føroyskum hóskandi kann eita teigari.Tabulere kann soleiðis eita at teiga.
Raðtøl
Fyrstur, fyrsti. Hesir báðir formar eru til í bæði sterkari og veikari bending, alt eftir tí ið samanhangið krevur. Annar var upprunaliga sterkt bent í øllum føllum, men í nýføroyskum ber til at siga t.d. aðru ferð í hvønnfalli (í gomlum máli var tað aðra ferð). Triði (hvønnfall triðja),fjórði, fimti og uppeftir er alt bert veikt bent. Tí var tað mismæli, tá ið sagt varð um mann, at hann var "fimtur" í atkvøðutali. Har fær tað ikki verið annað enn fimti (hin/tann fimti).
leka
Sterkt bend sagnorð eru ikki altíð so løtt at fáast við. Orðið leka eitur lóku í flt. tátíð og ikki "luku", sum hoyrdist herfyri. Til samanburðar kann verða nevnt, at drepa í flt. tátíð fyrr varð bent drópu, og onkur man enn halda upp á ta bendingina, men vanliga sniðið er nú drupu. Men hetta loyvir kortini ikki tátíðarformin ''luku"!
Áherðing
Í orðafellum kann skeiv áherðing vera sera villandi. Tíverri er sera vanligt at hoyra, at herðingin kemur á skeivt orð í upplestri. Hetta er helst, tá ið tann ið lesur, hevur ikki givið sær nóg góðar stundir at fyrireika seg. Í tílíkum føri er hent at hava blýant í hond og seta merki við tað orðið, ið skal bera tyngdina. Herfyri tók onkur soleiðis til: "tað ber til at vera her", átti at verið "tað ber til at vera her". Onnur dømi: "…bað hann leypa fyri seyðin", átti at verið: "…bað hann leypa fyri seyðin". "Hann setti á steinin at bera", átti at verið: "Hann setti á steinin…".Í hesum viðfangi er rætt at nevna, at tað eitur ikki "at leggja herðslu á", men áherðslu. - Tað er ein misfatan, at fyrri liður í samansettum ávirki ikki kann ganga aftur sum fyriseting, at tílíkt ávirki sostatt ikki skal eiga at vera samansett: áherðslu á, avgjøld av, íløgu í, tilfar til, avleiðingarav o.s.fr.
leiklutur
Orðið leiklutur er ovurnýtt í føroyskum tíðindamáli. Hetta er sum vera man týðing av danska orðinum rolle. Men tá ið ikki verður talað um (sjón)leik, er nóg mikið bert at siga lutur, eitt nú: hansara lutur í hesum máli.
At bjóða einum vælkomnum
"Teir bjóðaðu honum at vera vælkomnan" hoyrdist onkur taka til nú ein dagin. Hetta er ikki, sum tað eigur. Heldur átti at verið sagt: "Teir bjóðaðu (el. buðu) honum vælkomnum" (samsvarsbending). Ella: "Teir bóðu hann vera vælkomnan".
"flest"
"Hjá fólki flest" skrivaði eitt blað herfyri. Enn er føroyskt "bendingarmál", og tí skal hetta vera "hjá fólki flestum".
brotpartur
Tað, sum á donskum eitur brøk í rokning, eitur brot á føroyskum. Tí eigur orð sum "brøkpartur" onga heimild. Føroyska orðið er brotpartur.
talvfólk
''Talvbrikkar" hoyrdist onkur siga í eini valsending; talvfólk er føroyska orðið.
ein
Mangur setningur hevði verið snøggari og betri, um hann var hetta lítla orðið styttri. "Hann atkvøddi fyri eini samanrenning millum flokkarnar'' ljóðaði í útvarpstíðindum nú ein dagin. Burtur við "eini", og setningurin er føroyskur.
einhvør
Í einum blað stóð hetta: "at reingja nærum einhvønn veruleika". Einhvør á føroyskum hevur ikki sama týdning sum enhver á donskum. Einhvører tað sama sum onkur, sum er ikki annað enn hitt fyrra í broyttum líki, sbr. t.d. hesa ørindisreglu eftir Jóan Petur uppi í Trøð: "Um einhvør er enn, sum á fund ei flytur." Samsvarandi tí danska enhver hava vit á føroyskum t.d. ein og hvør, hvør ein ella bert hvør.
áðrenn
Tað verður alt vanligari, at áðrenn, sum er sambindingarorð, verður nýtt sum fyrisetingarorð í staðin fyri fyri ella undan. Hetta dømið sóu vit í einum av bløðunum: "Stutta tíð "áðrenn" valið koma teir við hesum". Tað rætta var: "…fyri valið" ella "…undan valinum". - Áðrenn er sum nevnt sambindingarorð, samandráttur av áður enn, og fær tí ikki av røttum verið nýtt uttan fremst í tíðareykasetningi, t.d. "Tað var nátt, áðrennteir komu aftur at landi".
"framyvir"
"Handilin er opin framyvir hvønn leygardag". Undir hesum liggur danska orðið fremover í merkingini: framvegis, eftir hetta, hereftir el.tíl.Framyvir kunnu vit ikki í føroyskum nýta um tíð, men í orðasambondum sum: ganga (hokin) framyvir, hella seg framyvir. Mælt verður frá at nýta orðið framyvir sum tíðarhjáorð.
"tað er upp til tín"
Máliskur, ið hava rót í enskum, stinga seg upp av og á og gerast móti; eitt nú henda, ið lítið man vera vert at lívga: "Tað er upp til tín", enskt "it's up to you". Á føroyskum kundu vit heldur sagt: "Tað stendur til tín" ella "tað veldst um teg".
Fyrisetingarorð
Danska árinið er serliga sterkt í fyrisetingarorðum. Tað sæst og hoyrist íðuliga, at fólk "undrast yvir" okkurt (danskt: undre sig over ngt.) í staðin fyri at undrast á okkurt, "teinkja yvir" í staðin fyri at hugsa um. - "Hon risti á høvdinum" er tikið beint úr donskum: "rystede på hovedet". Á føroyskum høvdu vit sagt: "risti við høvdinum".
Íslendsk nøvn
Fáir íslendingar hava ættarnavn ella eftirnavn. Flestir eru "kendir við faðir sín", eyðkendir við faðirsnavninum í hvørsfalli + -son/-dóttir. Íslendski uttanríkisráðharrin Steingrímur Hermannsson eitur Steingrímur og er Hermannsson, t.e. faðir hansara eitur Hermann. Einasta navn hansara er so statt Steingrímur, hitt er til eyðkennis. Tí er tað ikki góður siður at nevna hann ''Hermannsson", men væl ber til bert at sigaSteingrímur, eftir at hann fyrst er kunnaður sum Steingrímur Hermannsson.