Nr. 4, juni 1987, 1. árg.
ORSAKA - ORSAKIÐ
"Orsaka" segði upplesari í útvarpi hvørja ferð, hann var mismæltur. Hetta hevði verið í besta lagi, las hann fyri einum, men nú lurtaði meginparturin av Føroya fólki eftir upplestri hansara. Tí átti hann at havt orðið í boðshátti fleirtali heldur enn í eintali og sagt ''orsakið''. Eisini kundi verið sagt: "Umberið meg" ella "Haldið mær til góðar".
VALHØLL
Vanligt er at hoyra hetta navnið sagt við stuttum einljóðandi a, eins og í donskum. Tað er ikki beint eftir føroyskum framburðarreglum. Tá ið seinni liður í orði byrjar við sjálvljóði ella h (ið er sera veikt hjáljóð, ikki øðrvísi enn ein blástur), verður sjálvljóðið í fyrra liði ikki stytt . Tí verður a í hesum orði av røttum sagt sum langt a, ella beinari sagt, tvíljóð, ljóðskrivað [ea].
VEVA - STERKT BENT SAGNORÐ
Tað man pína manga gamla vevkonu at hoyra orðið at veva veikt bent sum eitt nú at sleva. Hon "vevar", "vevaði", "hevur vevað". Hetta orðið er sterkt bent, og rætta bendingin er í høvuðsheitunum: vevur, vav, vovin/vovið.
5 PUNDA FLAK
Tað ljóðar heldur rangvørgt, tá ið talað verður um "5 punds flak". Her verður talað um fleiri enn eitt pund, og tí átti hvørsfalsformurin at veriðpunda í staðin fyri "punds", sum er hvørsfall í eintali. Roynið heldur at skriva og siga 5 punda flak."4 songs stova" varð sagt í útvarpinum einaferð í vár. Eigur eyðvitað at vera 4 seingja stova (hvørsfall í fleirtali).
''SAGA'' EITUR SØGA Á FØROYSKUM
Norrøna (og íslendska) orðið saga verður víða um lond nýtt sum bókmentafrøðiligt heiti á fornum norrønum og íslendskum søgum. Hetta hoyrist eisini tíðum á føroyskari tungu, sagt við longum a [a:] og hørðum g í fleirtali við tí mishátta sniði "sagair". Hetta hóskar als ikki í føroyskum. Tað rætta er heldur at nýta samsvarandi føroyska orðið søga um hesa bókmentagrein, og so í hvørjum føri skila til, hvat slag av søgum hugsað verður um, t.d. íslendingasøgur, kongasøgur , fornaldarsøgur, riddarasøgur o.s.fr. Føroyingasøga er kvistur á hesi grein - og kundi nakar hugsað sær at nevna hana annað!
INN - INNAR, ÚT - UTTAR
"Tá ið teir høvdu prátað eina løtu á trappuni, fóru teir "innar"…" - nakað soleiðis varð tikið til í eini tíðindasending. Innar er miðstig av hjáorðinum inn og merkir 'longri inn'. Ert tú staddur uttanfyri, kanst tú fara inn, komin inn í forstovuna kanst tú fara innar í stovuna. Onkur segði um mann, at hann slapp ikki "innar" í landið - átti at sagt inn, tí maðurin var ikki enn sloppin inn um mark! Tey, sum ikki duga at gera mun millum inn og innar, halda ivaleyst innar vera "føroyskari" enn inn, tí einki er í donskum, ið líkist tí.Sami er munurin millum út og uttar.
EITT SINDUR UM HVØRSFALL
einaferð aftur
Barnsliga og óformliga hvørsfalsendingin -sa, sum í Jákupsa, mammusa, ommusa, hóskar ikki í øllum stíli, sum t.d. tá ið onkur segði "í Bresjnevsa tíð" í staðin fyri "í Bresjnevs tíð", sum er væl bæriligari bæði í skrift og talu.Í mansnøvnum, sum hava endingina -s í hvørsfalli, verður hetta -s varðveitt, tá ið -son verður lagt afturat, eins væl og -dóttir, t.d. Eiriksson,Eiriksdóttir, ikki "Eirikson", ''Eirikdóttir''. Hetta seinna lýsir gjølla, at -s'ið eigur at vera við!Í styttingum av nøvnum og navnorðum eigur hvørsfalsending ikki at koma fyri. "Limir FK's" sást í lýsing herfyri. FK er stytting av navninum Føroya Keypssamtøka. Seinna orðið er veikt bent kvennkynsorð, sum í hvørsfalli endar við -u. Tí sæst, hvussu høpisleyst tað er at knýta hvørsfals-s upp í styttingina. Styttingin umboðar orðið í øllum føllum, eisini hvørsfalli. Tí er rætt í hesum føri bert at skriva limir FK. Á sama hátt formaður TB, hús KFUM, endamál FNU, aðalfundur ST, umboð MÚ (ikki MÚ's, ið sást fyri stuttum). Annars er tað ikki føroyskur, men enskur siður at seta burturfalsmerki (apostrof) framman fyri hvørsfals-s!
UPPGERÐ ER KVENNKYNSORÐ
og ikki hvørkikynsorð, sum sjónvarpið vildi vera við herfyri. "Tað verður "eitt uppgerð'''', segði maðurin. Hví? Tí opgør er hvørkikynsorð á donskum. Á føroyskum eitur tað ein uppgerð!
AT BÝTA UPP - óføroyskt og føroyskt
Ofta sæst og hoyrist at "býta upp" í staðin fyri at býta sundur ella bert at býta. Her man danska opdele búgva undir. Tó er orðafellið at býta uppgott føroyskt í talvmáli. Tað er at drepa mann fyri mann; á donskum eitur tað at afbytte, og helst sigur onkur tí skeivt at ''býta av'' fyri at býta upp. Navnorðið er uppbýti (danskt afbytning).
AT TELVA
Nú benda flestøll orðið at telva soleiðis: telvar í 2. og 3. pers. nútíð, telvaði í tátíð, og upprunaliga bendingin tykist ongan góðan eiga. Hon ertelvir í nútíð og telvdi í tátíð, sagt [teldi] - v'ið hoyrist ikki. Framburðurin er hin sami sum hjá telgdi, tátíð av at telgja, og tað man hava gjørt sítt til, at so mong hava slept gomlu bendingini av orðinum at telva. Men samanhangið átti at sagt til, hvat meint er við í hvørjum føri. So hví ikki loyva hesi bending framat onkuntíð upp ímillum, so at hon ikki gloymist heilt!
NÝTA - NJÓTA
"Eg nýti tað", segði kona á Leynasandi við sjónvarpið í góðveðrinum. Hon átti at sagt: "Eg njóti tað". Men henda kona er ikki einsumøll um at siga so. Vanligt er vorðið at blanda hesi bæði orð saman: at njóta, ið merkir 'at hava fragd av', og nýta, ið merkir 'at brúka, gera nýtslu úr'.Njóta er sterkt bent: nýtur, neyt, nutu, notið, í 1. pers. eint. nútíð eg njóti. - Nýta er veikt bent: nýtir, nýtti, 1. pers. eint. nútíð: eg nýti. "Eg nýtihøvið at njóta sólina". Skeivi málburðurin man vera komin av danskari ávirkan. Danskt nyde líkist nógv hinum føroyska nýta, men merkir 'njóta'.
LAG
Nógv eru farin at tala um lag, tá ið tey meina við yrking (song, vísu, rímu, kvæði o.tíl.). Plátuvendara varð sigandi nú ein dagin: ''Hann hevur sjálvur umsett lagið hjá Evert Taube". Tónlistin hevur onkuntíð verið nevnd "altjóðamál", t.e. hon skilst av øllum tjóðum, har er ikki neyðugt at týða. Men tær yrkingar, ið sungnar verða saman við løgunum, ber til at umseta. Her skuldi verið lætt at skilt ímillum.
Í EINUM BLAÐ
Lesari undrast á, at í seinasta Orðafari stóð "at síggja hetta í einum blað". - Hetta er hvørjumfall, og hann hevði tí væntað, at tað skuldi staðiðblaði. Fáar eru reglurnar, ið einki undantak hava, og summi orð, sum í framburði enda við sjálvljóði, hava við hvørt onga hvørjumfalsending, ja, sama orð kann hava skiftandi snið í hvørjumfalli í ymsum høpi ella samanhangi. Ilt er at geva fastar reglur um hetta, uttan hvør má royna at líta á "máloyra" sítt. Hóast tann, ið skrivaði hesi umrøddu orð, heldur tað falla betur at hava orðið við ongari ending, skal hann tó ikki nokta fyri, at hitt ber eisini til at skriva og siga, tó at tað ljóðar "stirvnari". Sum dømi um sama orð við skiftandi hvørjumfalssniði kann verða nevntlag: í góðum lag, men í ólagi, tað er farið av lagi, alt í lagi. Mong onnur dømi kundu verið nevnd.Í fornum máli høvdu kallkynsorð, ið hoyrdu til ávísa bending, vanliga onga hvørjumfalsending. Nú hevur t.d. orðið dalur altíð endingina -i í hvørjumfalli, eisini í staðanøvnum sum t.d. í Dali, í Norðradali, men tó eru víða staðanøvn sum frammi í Dal, uppi á Dal. Tann, ið krøkir seg í stívar mállærureglur, kundi hildið, at hetta var skeivt. Men hyggja vit aftur í fornmálið, síggja vit, at orðið dalr var endingarleyst í hvørjumfalli. Tað, sum vit í bráðræsi kundu skírt rangt, roynist her at vera tað upphavliga. Sama er at siga t.d. um orðafellið ''Hann eigur ikki sýru í vegg", sum er í samsvari við fornmálið; men nú eitur veggur í øllum vanligum máli veggi í hvørjumfalli. Vissuliga kann tílík "óregla" loypa mislyndi á tey, sum halda føroyskt vera so "torført", men onnur, ið bjartskygdari eru, kunnu halda hetta vera hugtakandi prógv um, at tungan er livandi og broytilig, og at tað er vert at hava eygu og oyru opin fyri tilbrigdunum í málinum og soleiðis gera oman á tað støðið, sum lagt er við dyggum kunnleika í mállæru. Eini ráðini at finna málsligar fyrimyndir eru at lesa okkara góðu høvundar. Heðin Brú er okkum serliga í minni hesa tíðina. Søgur hansara eru góðar at læra kimiligan og livandi føroyskan stíl av. Har glógvar málgull í hvørjum setningi.
VIÐ
Í einari lýsing stóð: Frá 1. mai 1987 hækkar grundlønin við 2,75 kr. um tíman.Við nýtt soleiðis er útlendskt árin á føroyskt. Í lýsingini átti "við" ikki at verið, og lýsingin skuldi so verið orðað: Frá 1. mai 1987 hækkar lønin 2,75 kr. um tíman.
AV
Úr somu lýsing hetta: Fyri passan av motorum, fyri koyring av traktorum verður goldin eykaløn 7,20 kr./tíma.Í lýsingini skuldi navnháttur verið nýttur: Fyri at passa motorar, fyri at passa traktorar verður goldin eykaløn 7,20 kr. um tíman.
"V. M."
Henda stytting er vanlig at síggja í lógum, lýsingum og mongum øðrum førum eisini. "v.m." man vera komið av donsku styttingini m.m. fyri med mere. - Á okkara máli skulu vit siga: og annað mangt (o.a.m.) ella: og annað (o.a.)
VAKT
Nú ið verkfallið var, hoyrdu vit í tíðindasendingum ''vaktirnir". Seinni hevur tað eisini staðið í bløðunum: "Vaktirnir" forða bilum at koyra.Vakt er kvennkynsorð og verður bent sum bygd. Vakt er bæði tann, ið er á varðhaldi, og tíðin, hann er á varðhaldi, og soleiðis skulu vit nýta orðið vakt.
NÝTT ORÐ
Tað liggur á ljóði, at "terminalar" verða gjørdir ymsastaðni í landinum, og ein hevur leingi verið á flogvøllinum. Hetta eru støðir, har ið farleiðir møtast, eitt nú bussur og ferja. Gott hevði verið at fingið hóskandi føroyskt heiti, áðrenn hitt fremmanda festist.Málnevndin skjýtur upp á farstøð (við stuttum a sum í orðinum farsund).