Málslig ráðgeving

Nr. 3, mai 1987, 1. árg.

Tollstova
Ein almennur stovnur er komin aftrat - Tollstovan. Latið okkum beinan vegin royna at siga orðið sum tað eigur, tí verður tað borið skeivt fram frá fyrsta degi, verður ilt at koma afturum aftur seinni við tí rætta.Í hesum samansetta orði, har sum annar liður byrjar við hjáljóði (sum ikki er h), verður ll ikki sagt sum [dl]. Sama er at siga um orðið "tolllóg", ið nevnt varð í somu tíðindum, sum Tollstovan var til umrøðu - ikki [dl] men [ll].

"Eini"
"Málningar hjá "eini" 40 listafólkum". Nakað soleiðis ljóðaði í tíðindasending herfyri, og at hava hvørkikynsformin "eini" soleiðis óbendan í øllum kynjum og føllum er ikki óvanligt at hoyra og eisini síggja á prenti. Men tað er og verður ikki beint fyri tað. Orðið verður at laga seg eftir tí kyni, tað hevur, og tí falli, tað stendur í, t.d.

    kallkyn       kvennkyn       hvørkikyn
hvrf.   einir 20 menn       einar 20 konur       eini 20 børn
hvnf.   einar 20 menn        einar 20 konur       eini 20 børn
hvjf.   einum 20 monnum       einum 20 konum       einum 20 børnum


"Fyri "eini" 100 milliónir" ljóðaði eina aðra ferð. Hvat er tað beina? Hyggið at bendingardømunum her omanfyri.

Tað tykir sum fallbendingin er farin at ridla við lít. Annað vanligt dømi er, at orðið dansur hoyrist ofta við ongari ending í hvørjumfalli, t.d. "Vart tú í "dans" í gjárkvøldið?", í staðin fyri í dansi, sum tað eigur at vera. Eisini "hann var á "fund"" og "hann var á "skeið"" í staðin fyri á fundiá skeiði.

"Har er ikki fiskandi fyri ís", varð sagt í tíðindum. Skal, sum vitiligt er, vera fyri ísi.

"Í tráð við"
Hvussu ofta ið sagt verður og skrivað "í tráð við", er og verður tað óføroyskt. Hetta eigur at verða lagt av sum skjótast! Hetta er rættiliga nýkomið úr donskum, har tað eitur "i tråd med" og helst einki samband hevur við "tráð", men heldur orð, ið merkir 'gongulag' el.tíl. (smb. at troða). Á føroyskum kundi hetta eitt nú verið orðað í samsvari við el. samsvarandi.

Bygdanøvn
Sýnið fólki tann sóma at fara rætt við nøvnunum á bygdum og býum teirra og annars øllum staðanøvnum. Eitt bygdarnavn, ið varð illa viðfarið herfyri, var Ljósá. Navnaformar, ið hoyrdust, vóru m.a. "av Ljósáum", "á Ljósáum", "í Ljósáum", "úr Ljósáum". Einki av hesum sniðum og fyrisetingum er í nánd við at vera á rættari leið. Bygdin eitur við Ljósá, og ein sum er úr teirri bygdini, er tí frá Ljósá . Áin er bert ein! Man tað ikki vera navnið á grannabygdini sunnanfyri, sum verður vavt uppí. Hon eitur í Svínáum.

Dalenni
er hvørkikynsorð og er tí óbroytt í bending uttan í hvørsfalli, har sum tað eitur Dalennis. Tí var tað heldur enn ikki ótýdligt at síggja hetta í einum blað: "Smærri nøgdir av trolfiski frá Dalenna (!)".

Hvussu eitur pávin?
Rætt ger sjónvarpið at kalla pávan Jóannes Páll. Jóannes Pauli er óhóskandi. Pauli er komið av latínskum hvørsfalli av Paulus. Í donskum álmanøkkum stóð við pálsmessudag 25. jan. "Pauli omvendelse". Hetta navn hóskaði væl í føroyskari bending og er nú vanligt navn, ið má sigast at hava vunnið hevd. Men sum seinna navn pávans hevur tað ikki sørt løgnan dám.

Terna
Tað frættist, at flogternur vóru farnar í verkfall. Sum ikki einaferð varð orðið skeivt framborið, -rn- sagt [dn]! Tað eru tvey ymisk orð, sum hava sama snið í skrift, men ljóða ólík í framburði. Tað, sum er seinni liður í nýggjyrðinum flogterna, er gamalt orð, ið merkir 'tænastugenta'. Í tí orðinum verður -rn- sagt sum [rn: terna]. Hitt orðið er navnið á hinum vælkenda fuglinum, og í tí ljóðar -rn- sum [dn] (í Suðuroy sum [nn: tenna]). Tíðindamenn í útvarpi og sjónvarpi eiga at gera mun á hesum báðum.

Lýsingarorð í hástigi skulu verða bend
Tann ósiður er tíverri vanligur at hava lýsingarorð í hástigi óbend, t.e. við ongum endingum. Her man verða hermt eftir donskum, sum eins og kunnugt ongar endingar hevur í sterkt bendum lýsingarorðum. Sum dømi kann verða nevnt hetta, ið var at hoyra millum útvarpstíðindi herfyri: "Hann hevur "størst" møguleikar at gerast forsætisráðharri." Her er ikki um at tala annað enn at siga størstar møguleikar, hvønnfall í fleirtali. Hetta er heldur ikki ókent í skrift. Her er at vera ansin, tí sovorðið smittar sum pestin.

Ikki "bøkrum" men bókum!
Regluligt hvørjumfall í fleirtali av orðunum bókbrókrók og rót er ikki "bøkrum", "brøkrum", "røkrum" og "røtrum", men bókumbrókum,rókum og rótum. Sama er, tá ið orðini standa bundin: bókunumbrókunumrókunum og rótunum, ikki "brøkrunum" o.s.fr.

Eydnast
Íðuliga sæst og hoyrist, at "tað var eydnast honum at…". Hetta er tikið rátt úr donskum "det var lykkedes". Í føroyskum er hjálparsagnorðið í hesum føri at hava. Tí er tað beina, at "tað hevði eydnast honum at…".

Meistaraskapur
Meistaraskapur er orð, ið ofta kemur fyri í ítróttatíðindum, men tíðum skiftir tað kyn eftir danskari fyrimynd, har er tað sum kunnugt hvørkikynsorð. Kapping er um meistaraskapin - ikki "meistaraskapið"!

Borgaraskapur
"Borgaraskapið" hjá Ian Smith ljóðaði í tíðindasending. Skal eyðvitað vera borgaraskapurin. Eisini varð sagt, at Ian Smith var "tvungin" at biðja um umbering. Tvinga er veikt bent í føroyskum, og tí eigur at verða sagt tvingaður.

Hyggja eftir, at, upp á
Tað eitur ikki at "hyggja eftir sjónvarpi", men at hyggja at sjónvarpi. At hyggja eftir e-m er at ansa eftir e-m. "Hygg mær eftir høsnunum, meðan eg eri burtur". - Biður tú onkun væla tær um ein lut, kann hann svara: "Eg skal hyggja upp á tað", ivaleyst danskt árin, átti at verið: "Eg skal hyggja at tí". - At hyggja upp á ein er at hyggja í eyguni (andlitið) á e-m.

Háfloygt
"Skagens Avis" rósar Anniku Hoydal upp um skýggja, visti eitt blað at siga frá. Her eru tvey blandað saman: "upp til skýggja" og "upp um skýggini". Um kann aldri stýra hvørsfalli!

Kjak - ikki "tjak"
Fleiri bløð stava hetta orð skeivt, skriva "tjak", sum onga grund hevur undir sær, tí ongastaðni verður hetta orð sagt við [tj], sum t.d. tjógv ogtjaldur. Rætta stavingin er kjak.

Dagrøkt - dagstovnar, avreiða o.tíl.
Sigið [dag-] og ikki [dea-] í hesum orðum og øðrum við sama fyrra liði.
Sigið eisini avreiða [au-] og ikki [eav-] og kavbátur [kau-], ikki [keav-].

Tjald og hjól
Tey, ið bera tíðindi, annaðhvørt tað er í loftmiðlum ella bløðum, ráða fyri, hvønn veg málið hjá almenningi fer. Siga og skriva tey t.d. "telt" og "hjul", ja, so verður tað so hjá fólki flestum. Siga og skriva tey harafturímóti tjald og hjól, munnu hesi orð hava betri møguleika at koma fyri seg, sum frá líður, eisini í talaðum máli.

Byggjarí (da. byggeri)
er mishátt orð og skuldi verið óneyðugt í føroyskum. Vit hava t.d. orðið bygging, ella eisini húsabygging.

Hvørsfall
Hvørsfallið kann stundum vera torført at fáast við, tí tað er so sjáldsamt í nútíðarmáli. Kallkynsorð flest enda við -s í hvørsfalli í eintali, men ein bendingarflokkur av kallkynsorðum hevur -ar í hvørsfalli. Men bundin ending eigur í báðum førum at vera -ins, t.d. mansins og býarins,friðarins - ikki "býarinnar" og "friðarinnar", sum ikki so sjáldan sæst í bløðum. Her villa sterkt bendu kvennkynsorðini, sum t.d. borgarinnar,drotningarinnar. Annað er, at tað er ein spurningur um stíl, hvussu nógv, ið gjørt eigur at verða av bundnun orðum í hvørsfalli. Í lógar- og fyrisitingarmáli gera hvørsføllini stílin hátíðarligari, snøggari og ofta greiðari. Í vanligari skriving eiga hvørsføllini at verða nýtt við hógvi. Soleiðis nýtt eru tey bæði hent og bærilig: "Á mønu hjalsins stari" yrkir Símun av Skarði. "Áarinnar hvítu blettir tekkjast gilsins botni í" yrkir Christian Matras.

Samsvarsbending
er tað, at orð, ið hoyra saman í setningi, eiga at standa í sama falli. Ofta verður farið ov lætt um hetta krav. "Eg bjóði tykkum vælkomin" er dømi um vantandi samsvarsbending; tykkum stendur í hvørjumfalli, og tí skal orðið, ið aftaná kemur, eisini standa í hvørjumfalli. Rætta orðingin er tí: "Eg bjóði tykkum vælkomnum ".

Lease - langleiga ella líggja?
Í seinasta Orðafari varð skotið upp at nýta orðið langleiga fyri "lease" (og "leasing"). Tað hevur fingið undirtøku, men onkur hevur hildið, al tað lýsir ikki fyribrigdið nóg væl, tí tílík leiga er ikki altíð long.Síðan eru vit komin fram á gott gamalt føroyskt orð, ið nú tykist vera farið úr brúki, og tí verður einki tikið frá orðinum, um tað verður uppafturvakt við hesi nýggju merking. Orðið er at líggja, og merkti tað 'læna' el. 'lata hava til nýtslu í styttri ella longri tíð'. Á fornmáli og íslendskum eitur orðið ljá. Hetta er stutt og smidligt orð og átti tí at staðið seg væl í kappingini við enska orðið lease. Ein fyrimunur er, at tað líkist tí nakað í sniði og framburði. Skotið verður upp at lata navnorðið vera lígging.