Málslig ráðgeving

Nr. 13, september 1988, 2. árg.

TIL LESARARNAR
Orðafar kemur nú aftur eftir summarhvíld í tríggjar mánaðir. Tó at málbrævið av fyrstu tíð varð ætlað tíðindafólki okkara, hevur tað fingið góða móttøku víða um. Fleiri hava sett seg fyri tað, og nú eru tey um 400 í tali, sum fáa Orðafar.

Blaðið hevur ikki fasta útkomutíð. Roynt hevur verið at senda tað út eina ferð um mánaðin, men tað hevur ikki altíð borið til. Enn hevur málnevndin ikki sæð seg føra fyri at geva út regluligt málblað, sum málnevndir gera í hinum Norðurlondum, men væl kann tað vera, at tørvur er á tílíkum blað. Eina tíð aftrat ætlar hon so at senda Orðafar út eins og gjørt hevur verið higartil við viðmerkingum til málnýtstu í fjølmiðlum okkara og aðrastaðni. Sum vera man, verður tað oftast tað, ið óregluliga hevur verið sagt og skrivað, ið tikið verður til viðgerðar við tí í hyggju at geva leiðbeining um rætta málbering í staðin. Tí verri hevur tað onkuntíð frætst um fólk, ið hevur tikið sær tykni av onkrum, sum í brævinum hevur staðið. Tað er harmiligt, tí ikki ætlar Orðafar at gera seg inn á fólk; ein meginregla er ikki at nevna nøvn teirra, ið sagt hava ella skrivað tað, sum umrøtt verður. Eisini verður oftast roynt at broyta dømini, so at tey kennast ikki lættliga aftur. Vónandi verða leiðbeiningarnar í Orðafari lisnar í sama anda, sum tær eru skrivaðar, eins og orðtakið sigur: "Vinur er, ið vomm sær."

LÁMUR ER NAVNORÐ
"Hví eru summi lám?" var yvirskrift í einum blað. Her verður lámur havt sum lýsingarorð, og mong munnu tey vera, sum nýta tað soleiðis. Men lámur er kallkyns navnorð, merkir upprunaliga 'labba', 'lállu' á kópi, men hevur eisini verið sagt um stóra hond. Kjalllámur er sjáldsamt orð nú, men tað varð sagt um fólk, ið var kringari at nýta vinstru hond enn høgru. Lámur í hesi merking er stytting av tí orðinum. Lámur merkir so 'fólk, ið er vinstrahent'. Tí eigur at verða sagt t.d. "Maðurin er lámur", "konan er lámur", "barnið er lámur", í fleirtali: teir/tær/tey eru lámar. Tí átti at staðið í yvirskriftini: "Hví eru summi lámar?".

KUNNSKAPARINS TRÆ
Hvørsfallið verður lítið nýtt í dagligum máli, men tað kann vera hent at taka til, tá ið stílurin skal vera stuttorðaður og virðiligur, eitt nú í lógamáli. Orð í hvørsfalli við bundnum kenniorði viðfestum eru tíðum meinar fellur hjá teimum, ið ikki hugsa seg væl um. Sterkt bend kvennkysnorð enda við -ar í hvørsf. eint., og bundna kenniorðið í hvørsf. er -innar, t.d. borgarinnardrotningarinnar. Sterkt bend kallkynsorð enda annaðhvørt við -s ella -ar í hvørsf. eint., og bundna kenniorðið í kallkyni í sama falli er -ins, t.d. stavsinsfundarins. Her er at vera varin. Endingin -ar hjá kallkynsorðum kann mana upp bundna kenniorðið í kvennkyni, og vit hoyra og síggja tí ikki so sjáldan skeivar bendingar sum "býarinnar" og "friðarinnar" fyri býarins og friðarins. Nú ein dagin hoyrdist onkur siga "kunnskaparinnar træ". Kunnskapur er kallkynsorð, og rætta bendingin er tí kunnskaparins.

BANDASAVN
Søvnini eru mong, t.d. bókasavnskjalasavnbátasavn. Hesi orð eyðkennast av tí, at fyrri liður stendur í hvørsfalli fleirtali, sum eisini er sjálvandi, tí fleiri bøkur, skjøl og bátar eru í hesum søvnum. Nú er útvarpið farið at senda gamlar upptøkur úr "bandsavninum", teir kalla. Tílíkt savn av ljóðbondum eitur båndarkiv á donskum, og tað man hava gjørt sítt til, at útvarp okkara nevnir tað "bandsavn". Men sonn føroysk málkensla krevur, at tað skal eita bandasavn - annað fær tað ikki verið. Hetta verður vónandi rættað sum snarast.

SKOTRÍÐ
Við hvørt hoyrist sagt "skotrið", hvørkikynsorð. Betri er orðið skotríð, ið er kvennkynsorð, skotríðir í fleirtali. Ríð merkir tjúkt og drúgt kavaæl. Skotríð eru fleiri skot hvørt eftir annað, helst úr maskinbyrsu.

ÚTLOND
"Í útlondum" verður vanliga sagt um útheimin, tá ið tú ikki hugsar um ávíst land; "í útlandinum" er als ikki føroyskt.

Í NÆSTUM
Ein lesari fýlist á, at í næstum verður týtt í føroysku-donsku orðabókini við 'fornylig', t.e. 'nýliga, fyri stuttum', og at merkingin 'um stutta tíð' saknast. Rætt er, at henda seinna merkingin er ikki í sjálvari orðabókini, men hon er komin við í eykabind til orðabókina, ið kom út í 1973. Har stendur: í næstum også: med det førsta.

Í eldri máli var hin fyrr nevnda merkingin helst hin einasta eftir savninum til føroyska orðabók at døma. Í Føringatíðindum 1900, nr. 5, bls. 3 stendur: "Eysturætt hevur verið herskandi nú í næstum" og í Landalæru I eftir Mikkjal á Ryggi, 1926-27, bls. 76: "Tó at bøurin er nógv vaksiní næstum, hevur neytatalið staðið við". Onnur dømi eru um hetta. Málið stendur ikki í stað. Her hevur ein broyting farið fram eftir upp á seg stuttari tíð, og nú hon tykist vera so vanlig, er einki annað et gera enn at ásanna, at so er. Longu í 1973 hevur tað tóktst neyðugt, og henda nýggjara merkingin er sum nevnt komin upp í eykabindið til orðabókina. At meinskast við hana mundi verið til fánýtis og ikki ómakin vert.

BRIS
"Búkspýttkertil" er einki, sum eitur á føroyskum. Føroyska navnið á hesum eitli er stutt og snøgt bris (hvk.)

NÆRINDIS + HVØRJUMFALL
Í seinastuni hava mong dømi verið at hoyrt um nærindis við hvønnfalli. t.d. "nærindis býin", "nærindis markið". Hetta er ikki beint. Nærindisstýrir altíð hvørjumfalli: nærindis býnum, markinum o.s.fr.

MEÐAN
Hetta orð verður ofta misnýtt sum sambindingarorð til at merkja mótsetning í staðin fyri samtíð, t.e. tað sum hendir um somu tíð. Eitt dømi frá ítróttatíðindum í útvarpinum: "Málið hjá B36 skeyt X, meðan NN skeyt málið hjá HB." Hesin setningur sigur, at hesi bæði mál vórðu skotin í senn, men tað fær ikki verið, tí bólturin er bert ein í fótbóltsleiki. Beinari var at sagt og ella men ella einki í staðin fyri meðan. Eitt annað dømi: "Páll helt røðu fyri fosturlandinum, meðan Óli røddi fyri kvinnuni." Sovorðnir høpisleysir setningar eru ikki óvanligir.

SAMDUR VIÐ + HVØNNFALL
"Teir eru samdir við landsstýrinum í tí", segði onkur nú ein dagin. Hetta var ikki rætt sagt - stýringin eigur ikki at standa í hvørjumfalli sum her, men heldur í hvønnfalli. Tað beina er tí: "Teir eru samdir við landsstýr um tað."

"INNIBERA"
"Hvat "inniber" hetta loyvið" - nakað soleiðis varð spurt fyri stuttum. Hetta óføroyska orð er tíðum at síggja og hoyra, men tað var betur ókomið. Hetta er einki uttan orðið "indebære", ið er frálíkt í donskum, men vánaligt í føroyskum. Í donsku-føroysku orðabókini er "indebære" týtt 'hava við sær'. Kundi kanska eisini verið sagt 'hava í sær' ella 'fevna um'.

"BÓNDAFANGA"
Eitt høvuðskrav í málrøkt er at kunna sær hógv og ikki vera sum skøta at gloypa øllum, sum at kjafti rekur. Tað er hent og neyðugt at duga onnur mál, men ómentan er at fylla mál sítt við fremmandum orðum og orðafellum, sum hvørki fynd ella grein er í. Takið nú orðið her omanfyri, sum við stórum kleppastøvum "prýddi" forsíðuna á einum tíðindablað. Orðið er úr óvandaðum donskum stórstaðarmáli, avleitt av navnorðinum bondefanger, eftir týskum Bauernfänger. Hetta vóru skálkar, ið gjørdu sær dælt við góðvarnar bygdarmenn við tí í kvitta at lokka teir eitt nú at drekka og spæla og síðan lumpa pengar frá teimum. Ikki skuldu vit havt áneyðir at flutt inn orð, ið umboða tílíkan ódámligan og lítið mannvinarligan hugsanarhátt.

"SMYRJIBREYÐ"
Hetta er danska orðið "smørrebrød" illa týtt; tað er í royndum upprunaliga "smør og brød" samandrigið í eitt orð. Tá man vera frægari at kalla hetta smurt breyð ella kanska viðskerabreyð, sum onkuntíð hevur verið í uppskoti.

NUUK
Ymsir eru hættirnir at bera fram útlendsk nøvn: Í summum førum er framburðurin treytaður av gomlum siði hjá okkum sjálvum, í øðrum liggur hann nærri tí, ið vanligt er í avvarðandi landi. Nú hava grønlendingar sett síni egnu bygdar- og býarnøvn sum tey almennu fram um tey donsku, ið leingi hava verið ráðandi. Tað er eyðsæð, at vit eiga at royna at siga tey so rætt, sum vit fáa. Grønlendska stavsetingin liggur vist eisini heilt nær orðaframburðinum. Høvuðsstaðurin, ið á donskum varð nevndur Godthåb, eitur nú alment Nuuk, sum flestum kunnugt. Tað merkir 'nes'. Men hvussu við framburðinum? Flest hoyrast siga [nukk], og tað er skeivt. Stavsetingin við tveimum u'um sýnir, at hetta er langtu. Tí eiga vit at siga hetta navnið við longum u'i og stuttum k'i, ljóðskrivað [nu:k]. Latum okkum sýna grønlendingum tann sóma at siga navnið á høvuðsstaði teirra rætt.

FLOGTERNA
Orðafar minnir eina ferð aftur á, at -rn- í hesum orði verður ikki framborið sum [-dn-], men sum [-rn-]. Flog[terna], ikki flog[tedna].

Sí annars Orðafar nr. 3, bls. 2 um henda spurning.

YNSKISHÁTTUR
"Áhugað ringja til ..." ljóðar við hvørt í lýsingum ella kunngerðum. - Her mundi ynskisháttur hóskað betur: "Áhugað ringi til ..."

LEGGJA (EL. HALDA) SAMAN HENDUR
ella leggja (el. halda) hendurnar saman - soleiðis ber til at siga á føroyskum, og ikki: "falda hendurnar". Tað er óneyðuga tikið eftir donskum "folde hænderne".