Málslig ráðgeving

Nr. 12, juni 1988, 2. árg.

OVVANDIN UPPLESTUR
Í 8. Orðafari varð undir yvirskriftini "bátarnir, konurnar" borið við hetta at bera fram hvønn bókstav í skrivaða orðinum. Stavseting okkara er bygd á søguliga grund. Tað hevur við sær, at ikki hvør stavur í skrift eigur at ljóða í framburði.

Øll munnu vita, at oy í navninum á landi okkara verður sagt sum [j]: Føroyar [førjar], men vónandi eru tey fá, ið fáa seg at siga lýsingarorðið føroyskur sum [fø:roiskur] í staðin fyri [fø:riskur], ið er tað rætta (: merkir ljóðlongd). Í nøvnunum Nólsoyarstova og Nólsoyar-Páll skal - oy- ikki ljóða sum [oi] men sum [ij], og r'ið hoyrist ikki, tí at hjáljóð koma aftaná. Fyrri partur í hesum nøvnum ljóðar tí [nolsija-] og ikki [nolsoiar-], sum mangur hevur lyndi til at siga í "ovvandnum" upplestri.

Ofta hoyrist, at tað, sum er skrivað í Suðuroy, verður sagt [suwuroi]. Hetta hevur onga rót í natúrligum talaðum máli. Hetta eigur at verða sagt í [su:ri], og til Suðuroyar [su:rijar]. Suðuroyingar sjálvir siga í Suðuroynni.

Í fleiri oyggjarnøvnum viknar -oy til [-i], t.d. Fugloy [fugli], Skúvoy [skúvi] ella Skúgvoy [skigvi]. Tað er als ikki ráðiligt at skriva "í Fugli", "í Skúgvi" og "í Suðri".

Lýsingarorðið bretskur skriva vit við t, tí tað hevur samband við tjóðarheitið breti og landsnavnið Bretland, men av tí at tvey hjáljóð koma aftaná, hvørvur t í framburðinum, og vit siga tí [breskur]. Hetta t eru tað mong, ið hava hug at overva tunguoddin við at royna at siga.

HERÐING
Ein meginregla er, at herðing ella tyngd liggur á fyrsta (fyrra) stavilsi í føroyskum orðum. Okkurt undantakið er, eitt nú summi orð, ið byrja við for-, t.d. for'herðingur (' merkir, at herðing er á stavilsinum, ið aftaná kemur), men hetta forskoyti er av fremmandum (týskum) uppruna. Meginparturin av orðum, ið byrja við for-, hava kortini herðing á 1. stavilsi, t.d. 'formaður - tey orðini eru av norrønari rót. Í fremmandum málum, sum vit vita um, eru herðingarviðurskiftini ikki so greið; nógv meira verður gjørt av at hava herðing aðrastaðni enn á fyrsta stavilsi. Av tí at danskt er okkum so nær, er tað ikki løgið, at eisini danskar herðingarreglur kunnu ota seg inn á føroysk orð. Eini tvey nýhoyrd dømi: Maður segði herfyri há'tíðarliga við herðing á 2. stavilsi. Hví mundi tað vera? Helst býr hitt danska høj'tidelig undir. Føroyska orðið átti eftir reglunum at ljóðað 'hátíðarliga við herðing fremst í orðinum. Ítøkiligur er heldur nýtt orð í málinum, sammerkt við fremmandaorðiðkonkret. Flest siga tað skeivt við herðing á 2. stavilsi: í'tøkiligur; sum føroyskt orð átti tað at verið sagt 'ítøkiligur. Fleiri siga "fyri'gev", tá ið tey lesa faðirvár. Her man tað vera danska "forlad", ið spøkir.

TOLLSTOVA - TOLLAVGREIÐSLA
Loftmiðlar okkara - útvarp og sjónvarp - hava tikið væl eftir ráðunum í 3. Orðafari at bera ll í orðunum tollstova og tolllóg fram sum [ll]. Men altíð er onkur mistilteinur, sum ikki hevur verið tikin í eið. Tá ið sjálvljóð (ella h framman fyri sjálvljóð) kemur aftaná, eigur ll at verða sagt sum [dl], sum eitt nú í orðinum tollavgreiðsla [todl-].Vandi er í hvørjari vælferð.

KJARNI, IKKI "KJARNA"
Í fyrsta Orðafari varð víst á, at kjarni er kallkynsorð; tað er veikt bent og eitur tí kjarna í øðrum føllum enn hvørfalli. Orðið bendist sum eitt nú Bjarni. Hví minna um hetta aftur? Tað tykir neyðugt, tí enn hoyrist og sæst vanliga hitt óregluliga kvennkynssniðið "kjarna", "kjarnu" í bendum føllum. Kjarni er í royndum uppafturtikið fornorð. Nær tað varð endurvakt, sigst ikki við vissu, men helst hevur tað verið seinast í farnu øld ella tíðliga í hesi. Tað stendur í 1. útgávu av føroysku orðabókini 1927-28. Tað var ætlað at koma í staðin fyri danskættaða formin "kerna" við framburðinum [kjerna], ið vanligur var - og fyri ein part er enn - í talaðum máli. Hetta er kvennkynsorð, og man óregluliga kvennkynssniðið "kjarna" eiga uppruna sín í tí. Tó skal í rættvísinnar navni ikki verða dult yvir, at í einum einstøkum føri er í fornnorskum teksti funnið dømi um henda kvennkynsform í samansettum orði; tað er fíkjukjarna (norr. fíkja = før. fika). Men øll onnur dømi sýna kallkynsformin kjarni. Tað man vera ørkymlandi at hava tílíkt orð í ymsum sniðum í nútíðarmáli, so Orðafar mælir øllum, ið tíðindi bera, annaðhvørt tað er í talu ella riti, at halda seg til regluliga kallkynsformin. Skoytt skal verða uppí, at í summum samansettum orðum hevurkjarni sum fyrri liður lyndi at styttast til kjarn-, t.d. kjarngóður og kjarnorka.

TRÓNA - IKKI "TRÚNA"
Tey munnu ikki vera so fá, ið halda at "trúna" er rætti føroyski formurin, tí hann er so vanligur at síggja, eitt nú í trúarligum yrkingum ella í orðum sum "trún(u)arvingi" o.tíl. Men tað sanna er, at "trúna" er orð, sum er íkomið av misfatan. Rætta orðið er tróna, og nærskylt við tað er sagnorðið at tróna. Hetta er gamalt tøkuorð, komið úr donskum (trone), hagar tað er lænt úr týskum. Í týskt og onnur europumál (t.d. ensktthrone) er tað tikið úr latíni, har tað æt thronus, men upprunaliga var tað grikst: thrónos. Hvaðan er so orðið "trúna" komið? Helst man tað vera árin frá øðrum orði, sum tað ofta verður nevnt saman við. Hetta orð er krúna. Orðini króna og krúna eru upprunaliga sama orðið, men í vanligum nútíðarføroyskum merkir hitt fyrra 'peningaeind: 100 oyru', hitt seinna 'høvuðprýði hjá kongi (ella øðrum tignarfólki)' - aðrar merkingar eru eisini, men tær hava ikki áhuga í hesum høpi. Í donskum yrkingum, helst sálmum, eru krone og trone rættiliga vanlig rímorð. Í týðingum er tá lætt at lata seg villa at "smíða" nýggja orðið "trúna", so at tað ber upp á rím við orðið krúna. Hetta skuldi ikki verið gild grund til at viðurkenna tað sum rættvorðið føroyskt orð. Tað er enn sum fyrr tróna. Men vert er at minna á, at til eru minst tvey samheiti, hásæti og tignarstólur, at skifta við.

LANDANØVN
Hvørt mál hevur egin nøvn á fremmandum londum, fyrst og fremst grannalondum og eisini summum landspørtum teirra. Í tí er føroyskt einki undantak: Vit nevna grannalondini ÍslandHetland (fyrr Hjaltland), OrknoyggjarSuðuroyggjarSkotlandOngland (øll til samans Bretland), ÍrlandNoreg (ikki "Norra", ið kemur av eldri donskum sniði), SvøríkiFinnland (tvey n!), Danmørk ella Danmark. Í hesum seinast nevnda landi hava vit frá gamlari tíð nevnt landspartar á okkara tungu, eitt nú Jútland, sum kemur íðuliga fyri í kvæðum, og hartil lýsingarorðið jútskur og ibúgvanavnið júti. Tí er tað misfatað at nýta formin "Jylland" í fjølmiðlum okkara. Aðrir landspartar eita Sæland og Fjón, og høvuðsstaðurin eitur Keypmannahavn.

FYRISETINGAR VIÐ STAÐANØVN
Hetta er sera viðbrekið evni, tí ofta er ógjørligt at vita, hvørja fyriseting tú skalt velja. Mangan veit eingin uttan fólk á staðnum, hvør fyriseting er tann beina. Tí eiga tíðindaberar at vera sera varnir og ikki spara at spyrja seg fyri. Fátt er so argandi sum at hoyra bygdarnavn sítt ella navn á øðrum kendum stað í nánd verða skeivt viðfarið.

Her nevna vit tvey dømi um nøvn, ið tíðum fáa skeiva fyriseting:
Tað eitur ikki "á Vatnsoyrum", men í Vatnsoyrum.
Hitt er navnið á staðnum vestan fyri Kirkjubø, har sum ætlað er at gera ferjuhavn. Har eitur ikki "við Gomlurætt", sum summi tykjast at tvíhalda um, men á Gomlurætt, eisini á sjónum útifyri, t.d. "ein bátur sæst á Gomlurætt."

Men sum nevnt: hjá tí, ið ivast, eru hyggjuráðini at spyrja staðkend skilafólk - tað kostar tað sama at ringja um alt landið!

Í HAVN - Á HAVN(INI)
Ein lesari ger vart við, at í einum tíðindum varð sagt, at "skipið liggur í Havn". Hetta er eyðvitað skeivt. Tað eitur "skipið liggur á Havnini". Gamlir skipsmenn nýttu ofta óbundnan form: á Havn. Setningur sum "vit fóru suður á Havn" hevur meir enn einaferð hoyrst í teimum fródligu samrøðusendingunum hjá útvarpsstjóranum. - Í Havn er í sjálvum býnum (uppi á landi), á Havn(ini) er í Tórshavnar havn ella har útifyri. Sama verður sagt um aðrar bygdir, t.d. í Fuglafirði og á Fuglafirði.

KLÍVA OG KLÚGVA
"...ikki...eydnaðist tað at fáa hann at "klíva" í tvey" stóð í einum blað og í einum øðrum: "kleiv ikki í tvey". Tá ið tvey bløð eru samd um at gera sama mistak, man vandi vera fyri, at tað er algongt.

Sterkt bend sagnorð í 1. og 2. flokki koma lættliga í bland, og hetta er dømi um tað. Klíva (1. sterkt bendi flokkur) merkir 'at klintrast, ganga upp, har ið bratt er' og verður soleiðis bent í høvuðsheitum: klívakleivklivuklivið. - Klúgva, ið merkir 'at fáa at klovna' hevur hesa bending: klývurkleyvkluvuklovin. Tað at ikki longur hoyrist munur á nútíðarformunum klívur og klývur ger, at sum frá líður breiðist hesin samruni eisini til tátíð í eintali, so at í flestum bygdamálum er fólk farið at siga [kleyv]. Umsíðir rennur saman millum øll høvuðsheiti, so at sagnorðið klíva hvørvur, og klúgva tekur upp á seg ta merking, ið klíva áður átti. Nú munnu flest siga t.d. "Stuttligt er at klúgva í homrunum" fyri upprunaligt klíva. Tó hevur í skrift verið roynt at halda lív í orðinum klíva. Hetta veldur so óvissu hjá summum, so at tey taka til orðið at klíva (ið hvussu er í summum bendingarheitum), tá ið tey av røttum áttu at skrivað klúgva. Tí átti í dømunum omanfyri at staðið "...ikki klúgva í tvey" og "kleyv ikki í tvey".

Skyld við sagnorðið klíva eru navnorðini kliv og kleiv - hitt fyrra eisini í nýggju orðunum klivrót og klivfuglur.

"SPILT MJÓLK"
Hættisligt kann vera at taka upp útlendsk orðafelli uttan at skilja tey út í æsir. Ensku máliskuna "it is no use crying over spilt milk" hava danir kunnað ognað sær uttan nakað hóvasták - "det kan ikke nytte at græde over spildt mælk", tí at spilde á donskum merkir 'at stoyta niður' eins ogspill á enskum. Men at spilla á føroyskum hevur heilt aðra merking. Tí gevur tað onga meining á føroyskum "at gráta um (summi siga "yvir"!) spilta mjólk"; onkur hevur roynt at "umseta" við at "gráta um súra(!) mjólk", men tað bøtir lítið um. Annars átti ikki at verið fyri neyðini at flutt hetta orðafelli inn, tí vit hava onnur, ið siga á leið tað sama sum hetta enska/danska: Gjørd gerð fær onga vendnú er gjørt, sum gjørt ersama ger.

SKEIÐ Í RENNING
Tað mundi vera prentvilla, ið var atvoldin í orðinum "rennuskeið", sum stóð í eini lýsing nú ein dagin. Ætlanin hevur ivaleyst verið at skriva renniskeið. Men tað kundi eisini - óivað betur - itið renningarskeið, sbr. renningarlop, ella sum í yvirskriftini her omanfyri.

KOYRA
Sagnorðið koyra hevur seinastu árini breitt seg langt út um tað øki, ið tað áður hevði. Nú "koyrir" alt ella verður "koyrt"; men tá ið menn eru farnir at siga, at skip "koyra" væl ella illa, man vera farið longri, enn gott er.

"MANGLA"
"Vit mangla fólk…" stóð í eini lýsing. Hetta óføroyska orð er javnan at síggja og hoyra. Hví nýta hetta orð altíð og stund, tá ið vit eiga góð føroysk orð við somu merking, sum t.d. vantatrótaskorta og ivaleyst onnur við. "Okkum vantar fólk…" hevði ljóðað ólíka betur. Atmangla er at slætta klæði við manglifjøl.