Nr. 11, apríl 1988, 2. árg.
SAMKYNDUR
Í seinasta Orðafari vóru uppskot um føroysk orð í staðin fyri fremmandaorðini 'homoseksuel' og 'biseksuel'. Orðini vóru samkyndur og tvíkyndur. Fyrra orðið hevur fingið undirtøku hjá nøkrum fáum, men tíverri í skeivum sniði: "samkynjaður". Tað var við vilja, at nevndin ikki læt seinna lið á orðinum hava henda form, tó at hann var til umrøðu. Ímóti honum talar, at hann longu hevur verið nýttur við merkingini 'við kyni', t.d. í plantufrøðini: tvíkynjaður 'við tveimum kynjum', bæði kallkyns og kvennkyns í senn. Summar plantur eru tvíkynjaðar. "Samkynjaður" kundi tí merkt 'av sama kyni', t.d. "hann er samkynjaður við hann", t.e. 'av sama kyni sum hann', orðað á líkan hátt sum t.d. "hann er javngamal við hann". Eisini kann tað merkja 'av slag', t.d. illkynjaður 'av ringum slag'. Tílíkar hugsanir gjørdu, at nevndin heldur valdi orðsniðið samkyndur sum týðing av 'homoseksuel'.
Eitt triðja orð, ið hoyrir upp í henda orðabólk, kom ikki við í seinasta Orðafari. Tað var hinskyndur fyri 'heteroseksuel', t.e. sum hevur hug á hinum kyninum. Fyrri liður í fremmandaorðinum er grikskt héteros, ið merkir 'annar'; 'hin'.
Í lesarabrævi í Dimmalætting summarmáladag verður málnevndini kastað fyri, at hon góðkennir kynvillu við at skjóta upp hesi orð. Til tess hevur nevndin hvørki vald ella heimild. Hon hevur heldur viljað roynt at finna føroysk orð, ið eru eins uttanveltað og fremmandu orðini, ið vanlig eru í skrift og talu. Og í royndum eru tey einki uttan týðing av teimum lið fyri lið. Okkara mál má eisini vera soleiðis vorðið, at vit kunnu tala og skriva sakliga um lutirnar uttan at blanda kenslur og fordómar uppí.
SMYRIL - KYNDIL
Torført tykist at fáa summi at skilja, at nøvn verða bend sum onnur orð í málinum. Skipsnavnið Smyril hevur leingi verið fyri teirri ringu viðferð, at tað íðuliga er óbent í hvørjumfalli. Tað var vónandi av misgáum ella var tað prentvilla, at Strandfaraskip Landsins herfyri lýstu við stórum støvum: "Við Smyril til Schrabster". Tað skal eyðvitað vera við Smyrli, sum eisini tey flestu munnu siga.
Sama navn hevur eisini tíðum skeivt snið í hvørsfalli í samansettum orðum. "Smyrlamálið" varð tað kallað, tá ið kjak var um keypið á sinni. Hetta er hvørsfall í fleirtali, men skipið var eittans, og átti tað tí at itið Smyrilsmálið.
Á sama hátt verða limir í ítróttafelagnum Kyndli ofta nevndir "Kyndlamenn", sum vóru fleiri kyndlar. Tað rætta er eftir somu reglu sum her omanfyri: Kyndilsmenn.
TÍGGJUMANNAFARARÓÐUR
Soleiðis má tað eita, við fyrra orðliði í hvørsfalli flt., tí at tíggjumannaførini eru fleiri, ið rógva. "Tiggjumannafarsróður", ið verður vanliga sagt, er høpisleyst orð.
FLOGHAVNARSKRIVSTOVA
Floghavn er sterkt bent kvennkynsorð. Tí fær tað ikki itið "floghavnsskrivstova", sum sagt var í eini tíðindasending. Tað rætta er floghavnarskrivstova.
SKYLDSKAPARORÐINI
bróðir, systir, móðir (og mostir, fastir) bendast sum flestum vónandi kunnugt soleiðis í eintali:
hvrf | bróðir | systir | móðir |
hvnf | bróður | systur | móður |
hvmf | bróður | systur | móður |
hvsf | bróður | systur | móður |
Tað, sum hjá mongum veldur iva og óvissu er hvmf av bróðir. Í staðin fyri rætta formin bróður sæst og hoyrist ikki sjáldan "bróðuri". Tað skal vera: "…av hvítingsbróður" sambært bendingarmynstrinum omanfyri. Gevið eisini gætur eftir, at hvørsfalsformurin er bróður og ikki "bróðurs", sum stundum kemur fyri.
NÁTT og HOND í hvørjumfalli flt.
Hesi orð sum so mong onnur við somu bending fáa ofta, bæði í talaðum og skrivaðum máli, óregluligan form í hvørjumfalli flt.
Í lýsingariti frá einum skipafelag stóð "nætrum" fyri náttum, ið er tað regluliga, og í eini tíðindasending ljóðaði um gíslar, sum stóðu við bundnum "hendrum" - hondum átti at verið sagt.
Hesi orð bendast soleiðis í fleirtali:
hvrf | nætur | hendur |
hvnf | nætur | hendur |
hvmf | náttum | hondum |
hvsf | nátta | handa |
Tað er ivaleyst ávirkan frá hvrf og hvnf, sum er atvoldin í hesum óregluligu sniðum. Í vandaðum máli áttu vit at fækkað so nógv um tey, sum til ber. Helst áttu tey ikki at komið fyri í útvarpsmáli, sum eigur at vera øllum fólkinum til fyrimyndar.
LIBANSKUR, JORDANSKUR o.s.fr.
Lýsingarorð avleidd av landanøvnum eiga helst ikki at víkja ov nógv frá hesum nøvnum í framburði og herðing. Londini eita Jordan (við stuttum opnum o) og Libanon, men kortini hoyra vit sagt í tíðindum [jo:r'da:nskur] og [li'ba:nskur] (: aftan á sjálvljóð merkir longd og ' framman fyri stavilsi merkir herðing). Sjálvsagt er at siga hesi orð við herðing á fyrsta stavilsi sum í røttum føroyskum orðum ['li:banskur]og ['jordanskur]. Hetta geldur eisini fyri onnur orð sum japanskur, iranskur, irakskur o.fl.
"PAKKAR"
Móti er í orðum eins væl og í klædnabúna, hárseting, bilum og øðrum. Sovorðin mótaorð eru tíbetur eins skjót eftir seg og annar móti, men mannargilig eru tey, meðan tey herja sum harðast.
Nú eina tíð kemur alt í pøkkum, sum hitt almenna letur frá sær, og tíðindafólki dámar væl hetta pakkatosið. Talað verður um "skipapakkar", "skúlapakkar", "sjúkrahúspakkar" og helst fleiri við. Hetta málbrúk er komið uttaneftir, úr donskum, hagar tað man vera komið úr enskum ("package"). Tað verður ikki umrøtt her, tí at Orðafar veit nakað betri at seta í staðin, men bert til at gera vart við fyribrigdið við teirri vón, at hugsað verður um at orða hetta øðrvísi.
MARKNAÐUR
Tá ið vit nú eiga hetta frálíka orð, hví so halda fram at tala um "marked". Gott "marked" fyri sílum, segði ein alari herfyri. Men tað er einki eindømi. Og ein av útflutnigsfyritøkum okkara hevur stovnað "marketingdeild". Her er marknaðardeild eyðvitað rætta orðið - ella vit kunnu samtykkja, at so er. Hitt orðið hóskar als ikki sum navn á deild á føroyskum stovni.
UM KOSTNAÐ
Hjá mongum er brellilysturin betri, enn gott er, eftir fremmandum orðafellum, sum ofta lítil og eingin fynd er í, og aloftast vilja tey troka okkara egnu av, so at tey fara í gloymsku. Eitt, sum hevur verið í heilum at hoyra, tá ið talað hevur verið um, at eitthvørt er væl dýrt, er at "tað kostar tað hvíta út av(!) eygunum". Soleiðis tók ein tingmaður til orða nú ein dagin. Hetta er ættað beint úr donskum, men ógreitt er, hvussu tað av fyrstan tíð er íkomið har. Gamalt er tað vist ikki. Spurningurin er, um menn halda seg vera hepnar í orðum, tá ið teir hava tílíkt fyri munni. Beri teir hetta saman við hesi bæði føroysku orðafellini um kostnað: "Tað kostar gull og ikki grót" og "tað kostar ikki stein og allan heim". Hesum er tó meiri málmur í enn teimum innsløddu, ið nú breiða seg sum lok í veltu.
M.A., M.O.
Hetta eru styttingar av orðasambondunum millum annað, millum aðrar og millum onnur. Millum er í hesum føri fyriseting, ið stýrir hvønnfalli, og tað broytist ikki, hvat so kemur undan hesi fyriseting. Men kortini hava summi tikið upp tann ósið at lata fyrisetingar, sum stýra hvørjumfalli, "taka av" fyrisetingini millum og broyta stýringina til øðrum. Tey kunnu siga eitt nú: "Hann hevur verið við millum "øðrum" norskum skipum". Hetta ber ikki til. Her skal verða sagt millum onnur. - "…frá millum "øðrum" skipafeløgum…" segði onkur fyri stuttum. Helst er tað óheppið at lata setningin vera so vorðnan, at fyriseting stendur framman fyri hetta orðasamband, t.d. hann hevur m.a. verið við norskum skipum!
AT HALDA VIÐ
"Pro-iranskir" sigast teir nú at vera, ið halda við Iran. Er hetta ikki óneyðug lifran fyri tí fremmanda? Mundi nakar siga um teir, sum hildu við Týsklandi í síðsta heimsstríði, at teir vóru "pro-týskir", ella um aðrar, at teir vóru "pro-enskir". Nei, tað varð einfalt sagt, at teir hildu við Týsklandi/Bretlandi, ella at teir vóru í parti við hesum londum. Roynið at gera minni av hesum orðum, ið byrja við "pro-". Og tað sama er at siga um "anti-", sum verður alt ov nógv nýtt í tíðindasendingum, t.d. "anti-apartheid".
HUSSAIN KONGUR
Í føroyskum koma titlar og starvsheiti vanliga aftan á navnið. Tí mundi tað skurra í oyrunum á mongum at frætta, at "kong(!) Hussein" hevði gjørt okkurt tíðindavert. Mundi tað ikki ljóðað rangvørgt, um onkur fór at kvøða eitt nú "Kong Ólavur herjar hann mót trøllum."
"LÆTTA" > FARA Á FLOG
Ofta er at hoyra, at flogfør "lætta". Hetta er óføroyskt, einki annað enn danska orðið lette. Á føroyskum eitur tað at fara á flog.
"Í FAMILJU VIÐ" > SKYLDUR VIÐ
Hví siga "teir eru í familju við kongin", tá ið vit nógv snøggari og vakrari kunnu siga "teir eru skyldir við kongin"?
RENNA ella KOYRA AV LANDINUM
Tað tykist vera fast mál hjá fjølmiðlum okkara, at tey, sum eru dømd í útegd, verða rend av landinum. Hetta ljóðar nóg so harðrent. Kundi ikki onkuntíð upp í millum verið skift við at siga at koyra ella vísa av landinum. Tað er ein vissur munur á at renna ein út og at koyra ein út. Hitt fyrra ljóðar náðileysari. Gera vit ov nógv av at nýta tey sterku orðini, missa tey so líðandi mátt sín og vikna burtur.
LÝSINGUR - IKKI HEYKUR!
Av og á hoyrist um eitt fiskaslag, ið nevnist "heykur". Hetta ljóðar løgið, ikki minst tí tað eisini er navn á vælkendum rovfugli. Men Fiskirannsóknarstovan upplýsir, at hetta er hálvsodnað endurgáva av enska fiskanavninum hake. Hesin fiskur hevur longu føroyskt navn, so eingin umbering er fyri at nýta hetta villandi hálvenska navnið. Føroyska navnið er lýsingur. Tí kemur tað av sær sjálvum, at silver hake verður nevndur silvurlýsingur.