Nr. 10, mars 1988, 2. árg.
STØÐI
Seinastu árini hevur tann ósiður tikið seg upp at nýta orðið støði fyri hitt útlendska "niveau". Talað verður um "høgt" og "lágt støði", eitt nú tá ið fiskiveiðisáttmálar eru til viðgerðar, og eitt yndisorð hjá mongum er "tænastustøði", tá ið fínt skal vera.
Orðið støði merkir í livandi føroyskum máli 'grundarlag', t.d. um steinseting at seta hoyggj á, hoygarðsstøði. Tí er eitt nú støðisútbúgving góð týðing av danska orðinum 'basisuddannelse'. Onnur merking er 'niðasti partur á sátu'. Av hesum, ið her er nevnt, sæst, at tað er illa valt at nýtastøði fyri "niveau". "Niveau" kunnu vera ójøvn til hæddar, og tá fellur tað væl betur at nýta orðið stig at týða hetta orð við; hugsað verður um stigini á stiganum. Soleiðis kundu vit eitt nú sagt, at tænastustigið var høgt ella lágt, ella bert: tænastan var góð ella vánalig.
Hvussu vit orða hetta ella ikki, "støði" fær ikki verið rætta orðið, og mælt verður tíðindafólki til at tiga tað burtur! Kanska onnur so fylgja eftir, sum frá líður.
BÝLINGSHÚS O.A.
Ikki verður altíð nóg væl gáað eftir, um fyrri liður í samansettum orðum stendur í røttum tali. Tí er vert, tá ið nýggj orð verða myndað, at hugsa seg gjølla um og vita eftir, um fyrri liður eigur at vera í eintali ella fleirtali. Fær skeivur formur frið at festast, kemst illa aftur um aftur, tá ið ein tíð er farin. Her er nóg mikið at nevna Sjómansheimið og Sjómansskúlan. Hesir stovnar eru fyri sjómenn, og tí hevði verið beinari at havt fyrra lið í fleirtali: Sjómannaheimið og Sjómannaskúlin. Her hevur danska fyrimyndin "sømandshjem" og "sømandsskole" gingið fram um føroyska málkenslu. Men hjá teimum, sum stovnaðu Føroya fiskimannafelag, var málkenslan í betri standi. Navnið Kvinnufelagssamskipanin er heldur ikki í lagi málsliga. Hetta er samskipan av fleiri kvinnufeløgum, og tí átti navnið av røttum verið Kvinnufelagasamskipanin. Man tað vera ov seint at broyta?
Nú er høvuðsstaður okkara farin at gera samkomu- og felagshús í nýggju býlingunum, og verða tey javnan nevnd "býlingahús". Nú er tílíkt hús hvørt í sínum býlingi - og tí kann ikki vera beint at hava fyrra orðliðin í fleirtali. Rætti formurin má vera býlingshús, eisini tá ið fleiri verða umrødd, tí hvørt húsið stendur í sínum býlingi. Gott hevði verið at fingið hetta í rættlag, áðrenn skeivi formurin fær fótin fyri seg. Okkurt blað nýtir longu rætta formin býlingshús. Vónandi taka fleiri eftir.
Eitt blað skrivaði um "ríkisumboðsmannastarvið". Spurt kundi verið, hvussu mangir ríkisumboðsmenn skuldu setast í starv, tí her er fyrri liður í orðinum í fleirtali!
Og hvat skulu vit halda um felagið, ið lýsti við "ræstkjøtaveitslu". Higartil hevur kjøt altíð verið eintalsorð, men í "orðinum" omanfyri stendur tað í fleirtali!
SKÍRA
Vanlig stavivilla er at fara skeivur av í og ý. Summi bløð hava tann óvana at skriva "skýra", tá ið tey meina við skíra, t.e. 'kalla, eyknevna'.Skýra er sjáldsamt orð, og tað merkir 'lýsa, greiða frá'. Skíra merkir upprunaliga 'reinsa' og síðan 'doypa, geva navn', og aðra merking hevur Svabo ikki fyri tveimum øldum síðan, men síðan tá er tað "sokkið niður" til at merkja 'kalla, eyknevna' - tó er gamla merkingin 'doypa' ikki heilt burturgloymd enn. Samsvarandi navnorð er skírn 'dópur'.
SAMDØGUR - IKKI "DØGN"
Hetta er rætta føroyska heitið á tíðarskeiðinum, sum er dagur og nátt, 24 tímar. Óføroyska orðið "døgn" hevur kortini enn djúpar røtur hjá mongum. Væntandi gera fjølmiðlarnir sítt til at lívga føroyska orðið samdøgur. Men gevið gætur: Tað eitur ikki "samdøgurt", sum stóð í blaði herfyri.
SENDARI
Áminning til teirra, ið lesa upp brøv: Á føroyskum eitur tann, ið sendir brævið, ikki "avsendari", men sendari.FYRI BORÐ
Føroyingar siga fyri borð og ikki "yvir borð". Her er tað danska "over bord", ið spøkir.
SVIÐUSOÐ
Ofta sæst í skrift orðafellið "verða við sviðið soð", men hetta er í royndum misfatað. Og hugsa vit okkum um, munnu vit halda tað vera heldur enn ikki løgið, at soð kann vera sviðið! Upprunaliga - og rætta - sniðið av hesum orðafelli er heldur: "verða við sviðusoð". Sviðusoð er soð, sum seyðarhøvd er kókað í. Tað man vera svangligt hjá honum, ið kemur ov seint til døgurða, tá ið seyðarhøvdini eru etin, einki er eftir uttan soðið, sviðusoðið, og tí er lítil dygd í. Í gomlum norrønum var orðið svið (hvk), ið merkti 'sviðin seyðarhøvd (og føtur)', men til var eisini tað sjáldsamara orðið sviða við somu merking, og tað fær væl verið fyrri liður í orði okkara sviðusoð.
Merkisvert er, at Nicolai Mohr hevur rætta fatan av orði og orðafelli í orðabókarhandriti sínum, ið hann skrivaði fyri um 200 árum síðan. Greinin ljóðar:
"Sviïso [t.e. sviðusoð] s.n. Sod, hvori svedne Lamme Hoveder ere kogte, jus, in quo capita agnina prius adusta coquuntur. Isl. svidasod [t.e. sviðasoð]. Han verur vi Sviïsoï [t.e. hann verður við sviðusoðið], han faaer den ringeste Deel, vilissimum sortitur." |
Teir vóru stívir í latíninum, teir gomlu lærdómsmenninir!
EIN SKORTLITT KÚGV…
Tá ið trý og fleiri hjáljóð koma saman, hvørvur ofta eitt teirra í framburði, tó at tað er merkt í skrift. Í orðinum skortlittur hoyrist t ikki, framburðurin er [skorlittur], men í vanligastu upptøkuni av vælkenda songinum er t latið ljóða. Tað er spell, tí at tað skapar fyridømi. Ein bati hevði tað verið, um tey, sum stíla fyri sendingum, søgdu orðið, sum tað eigur.
Somuleiðis hvørvur t í fyrra liði í svartkjaftur og svartkalvi.
HÁLKA
Hetta er gott og væl skiljandi orð. Tí skuldi verið óneyðugt at komið við so óføroyskum orði sum "glattføri", sum stóð at lesa í eini blaðlýsing í vetur.
SKJAL
er snøgt og viðførligt orð og man vera øllum kunnugt. Tað var tí ilt at fata, at tað var neyðugt at nýta orðið "dokument" minst fimm ferðir í eini tíðindasending herfyri og, látast sum orðið skjal ikki var til í málinum.
UPPLÝSING
Hetta er tann formur, ið langt síðan er valdur hesum orði í vandaðum máli. Tað er kvennkynsorð, upplýsingar í fleirtali. Hetta er eisini sjálvsagdur formur, tí frammanundan var til orðið lýsing, navnorð av sagnorðinum lýsa. Mælt verður frá at nýta kallkynsformarnar "upplýsingur" og "upplýsningur", sum tíðum eru at hoyra og síggja.
NÝTT ORÐ: TVÍKILJA
Nú er skip av tí slag, ið á útlendskum nevnist "katamaran", farið at sigla feskan laks úr Føroyum suður á meginlandið. Hetta kallar á tann góða gamla hugin at finna hóskandi føroyskt heiti at seta í staðin fyri tað fremmanda, ið ikki fellur væl á føroyskari tungu við sínum longu óføroysku a'um og herðing á 4. stavilsi. At krøkja eitt -ur upp í endan er ikki stórt mætari enn nýggj bót á gamalt klæði.
Tað sum eyðkennir tílíkt skip er, at tað hevur tveir skrokkar og tí eisini tveir kjølir. Av hesum kemur mest sum av sær sjálvum orðið tvíkilja, t.e. far við tveimum kjølum. Kvennkynsorð er, veikt bent eins og t.d. tilja. Orðafar skjýtur upp, at vit hereftir nevna "katamaran" tvíkilju.
NÝGGJ ORÐ UM VIÐKVÆM HUGTØK
Nú ið so nógv verður talað og skrivað um hesa herviligu sótt eyðkvæmi (beinrakið orð, ið hegnismaðurin Hanus Debes Joensen hevur gjørt), eru orð sum "homoseksuellur", "homoseksualitet", "biseksuellur" og "biseksualitet" í heilum á lofti. Saknur er í góðum føroyskum orðum fyri hesum fyribrigdum, og við vaksandi tollyndi hesum viðvíkjandi munnu flest vera á einum máli um, at kynvilla, kynvilstur og kynvillingur valla eru hóskandi longur, tí tey tykjast ov dømandi.
Orðafar vágar sær at seta fram uppskot um nøkur orð, við teirri vón, at tikið verður ímóti teimum við fatan og vælvild.
Kjarnaorðið er kyn, id kemur í staðin fyri "sex" í útlendsku orðunum. Við eftirfestinum -d fæst kvennkynsorðið kynd, ið skal merkja "seksualitet". Lýsingarorðið -kyndur skal merkja "-seksuel". Við forliðinum sam- 'homo-', tví- 'bi-' kunnu vit evna til hesi orð:
samkynd | da. | homoseksualitet |
samkyndur | - | homoseksuel |
tvíkynd | - | biseksualitet |
tvíkynd | - | biseksualitet |
Samkyndur persónur hevur hug á sama kyni, tvíkyndur á báðum kynjum.