Málslig ráðgeving

Nr. 1, november 1986, 0. árg.

Góði lesari!

Á vári 1984 kom tann skipan í lag, at málnevnd Føroya Fróðskaparfelags og limir í blaðmannafelagnum komu saman eitt kvøld um mánaðin vetrarhálvárið at skifta orð um málsligar spurningar, ið leikaðu á hjá teimum. Tá ið almenna málnevndin varð sett í september 1985, tók hon á seg málsligu ráðgevingina, sum hin nevndin hevði røkt, og málfundirnir við tíðindafólkið hildu fram í sama líki. Men ilt var at finna fundarkvøld, ið hóskaði øllum; tí var ofta heldur fáment á hesum fundum, og spurningurin var tí, um gagn teirra var eftir ómakinum.

Aftan á seinastu fundirnar vórðu sendar út stuttar frásagnir um teir spurningar, ið høvdu verið til umrøðu, og tað skiltist, at tær komu væl við hjá fleiri.

Fyri stuttum kom nevndin í blaðmannafelagnum á tal við málnevndina um, hvat ið verða skuldi av málkvøldunum. Úrslitið varð, at vit skuldu gevast við teimum fyri fyrst, men í staðin senda felagslimum av og á eitt lítið ''málbræv'' líkt teimum, ið málráðgevar hjá útvørpum í Norðurlondum senda tíðindafólki.

Í reglugerðini fyri málnevndina stendur, at hon skal ''hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist". Onkrum kann tykjast orðið "málspilla" harðtøkið og dømandi, men tað er gamalt í føroyskari málrøkt, og merkingin er 'skeivt mál'. Tó at fólk kunnu tíðum vera ósamd um, hvat ið er skeivt í máli, er tó nógv, sum fjøldin kann semjast um at skíra málspillu, tó at hópur av fólki - eisini tíðindafólki - javnan hevur tað á munni og setir tað á prent. Alt hetta hevur málnevndin eftir reglugerðini skyldu til at gera vart við, og tað er vón hennara, at hetta lítla bræv kann gera sítt til at bøta um málburðin hjá tíðindatænastu okkara, og at tær leiðbeiningar, sum í tí verða givnar, verða upptiknar sum tey vinarráð, tær eru ætlaðar at vera.

Eftir reglugerðini skal málnevndin hjálpa til at finna orð fyri nýggjum hugtøkum. Í brævinum er ætlanin av og á at taka fram nýggj orð, sum málnevndin mælir til at nýta.

Við heilsan
Málnevndin


Tíðum hoyrist og sæst t.d. ''yrking eftir Mikkjali á Ryggi''. Í hesum føri skal fyrisetingin eftir stýra hvønnfalli, og tað rætta er tí ''yrking eftir Mikkjal á Ryggi'', ''málningur eftir Jógvan Waagstein''. Summi nýta "av'' í staðin, og tað skal ikki sigast at vera skeivt, men hugsið um merkingarmunin í hesum dømum: "mynd eftir Ingálv'' og ''mynd av Ingálvi".

Eitt blað skrivaði, at ''alt var í veitsluróma", eigur at vera "…í veitslurómi". Orðini rómur (av mannamáli) og rómi (á mjólk) eiga ikki at koma í bland. Hitt fyrra er sterkt bent og hitt seinna veikt bent orð. "Rómur í høll", men ''rómi oman á mjólk''.

Handil lýsti við, at hann hevði ''alt í leður''. Dømi um danskt árin, óbent orð aftan á fyriseting - og fyrisetingin er eisini óføroysk. Hetta átti heldur at ljóðað nakað soleiðis: ''alt úr (el. av) leðri''.

''Bókin (el. plátan) selur væl'' er ikki føroyskt, men ensk-danskt í føroyskum hami, tí sagnorðið selja er ikki óavirkandi í føroyskum. Eigur heldur at vera ''bókin selst (ella eisini selist) væl''.

''Tey vóru tvungin at gera tað'' er heldur ikki føroyskt mál. Sagnorðið tvinga hevur aldri verið sterkt bent í føroyskum ella norrønum - hvør kundi sagt "hann tvang hana at gera tað"? Tað eitur tvingar í 3. pers. nútíð, tvingaði í tátíð og tvingað í 2. lýsingarhátti. "Tvungin" sum lýsingarorð er heldur ikki vert at lívga. Har kundu vit í staðin sagt kravdur ella skyldu-, t.d. skyldusparingkravdar lærugreinir.

Føroyar. Navnið á landi okkara er í fleirtali, og tí skulu øll lýsingarorð, ið standa at hesum navni, og øll sagnorð, sum hava tað sum grundlið, vera í fleirtali. Tí átti ongum at komið av munni ella úr penni tílíkt sum ''alt Føroyar'' og ''Føroyar vann'' - eigur eyðvitað at vera allar Føroyar og Føroyar vunnu - ikki ''Føroyar er vakurt!'' men Føroyar eru vakrar!

Ikki "gleðisljóð", men gleðiljóð - gleði er kvennkynsorð og fær tí ikki -s aftur at sær í hvørsfalli.

Løgfrøði er kvennkynsorð eins og onnur, ið enda við -frøði. Avleidda lýsingarorðið er tí ikki ''løgfrøðisligur'' men løgfrøðiligur.

Fyri stuttum hoyrdist í barnasongi ''bíta á kambi". Tað eigur at vera: bíta á kampi. - ''Jómsvíkingar og reystir kappar / fast á kampi bíta". - Í hesum sambandi er kampur ''yvirskegg".

Kjarni er veikt bent kallkynsorð, men enn hoyrist ofta kvennkynsformurin ''kjarna'', og hann er óbeinur.

Færri sagnorð enn vanliga hildið eru ''fast samansett''. Í útvarpssamrøðu varð spurt: ''Tað eru vørur, ið vit innflyta?'' og rætt svarað: "Ja, sum vit flyta inn."
Vit "avgera'' ikki, men gera av, t.e. taka avgerð.

Tit leggja fólki skeivt svar í munnin, tá ið tit spyrja: ''Hvar ert tú frá?'' Spyrjið heldur: ''Hvaðan ert tú?'' - Tá er lættari hjá tí spurda at velja rætta fyriseting, t.d. úr Havnfrá Gjógvav Sandi.

At "taka hædd fyri" er nýinnslødd og óneyðug máliska; vit kundu í staðin sagt leggja upp fyri.

Navnið Øssur bendist ikki ''Øss, Øssi, Øss", men ØssurØssuriØssurs - t.d. ''eg sá Øssur", "eg hjálpti Øssuri'', ''Leivur Øssursson". Soleiðis bendast eisini Gissur og Jaspur. Men Leivur bendist LeivLeiviLeivs.

Flótti er veikt bent kallkynsorð, ið merkir 'flýggjan, tað at flýggja'. Tí eitur tað flóttafólk og ikki ''flóttarfólk'', ið ofta er at síggja, t.d. á sjónvarpsskránni í bløðunum 8. november.

Stórur
 stigbendist størristørstur (skrivið ikki "stórstur").

Bóndi eitur í flt. bøndur (ikki ''bóndur''). ''At bóndast" er óivað stuttlig slangkend nýgerð, men hóskar ikki í øllum stíli. - Sama sigst um fundast.

Nýtt orð
Fyribúnaður fyri da. ''beredskab'' - 7. nov. eftir áheitan frá Støðisútbúgvingini.