Nøvn á handlum – Hon og hann (Jógvan í Lon Jacobsen)
Nøvn elva mangan til hart kjak millum manna, og tað er sjálvandi í fínasta lagi. Eg veit væl, at nøvn ikki altíð fylgja bendingarreglunum, sum annars eru galdandi fyri føroyskt, men fyri tað kunnu vit gera viðmerkingar til tað. Vit hoyra mangan lýsingar eitt nú í útvarpinum frá einum handli, sum eitur Hon og hann. Orðini hon og hann eru tvey vanlig orð í føroyskum, sum verða bend í føllum. Hann verður bent: hann – hann – honum – hansara og hon verður bent: hon – hana – henni – hennara, og tað eiga tey eisini, tá ið tey eru sett sum navn á einum handli. Ofta verða útvarpslýsingar sagdar nakað soleiðis: Frá Vørðsluni í Fuglafirði, frá Skósøluni, frá Jalli ... o.s.fr. Og tað er, sum tað skal vera, tí at orðið frá stýrir hvørjumfalli, og tað ger tað eisini í øllum øðrum førum. Tí er rættast at siga: Frá Honum og henni. Tað er, tá ið samanum, kemur bert ein spurningur um vana og sjálvandi eisini um vilja.