Naggatódn (Marius Staksberg)
Orðafelli eru fastar orðingar, sum ofta lýsa hendingar í gerandisdegnum, og sum eru fluttar yvir á onnur viðurskifti, har einhvør líkskapur er. Tílík orðafelli eru ofta gomul, og tí er eisini skjótt, at misskiljingar koma fyri, tí myndirnar stava mangan frá viðurskiftum, sum eru teimum, sum brúka orðafellini, ókunnug.
Tá ið stígur kemur í eitthvørt samstarv, t.d. tingingar av onkrum slag, verður ofta tosað um at koma burtur úr naggatódnini, ella sum sagt varð í tíðindum herfyri: "Enn hevur ikki eydnast at sleppa burtur úr naggatódnini." Hetta orðafellið stavar frá tøving, sum fá munnu hava stórvegis kunnleika til í dag. Tá ið tøvingin miseydnaðist, t.e. at klædnaplaggið fekst ikki at tódna, varð sagt, at naggatódn var komin í. Fyri at fáa plaggið at tódna ráddi tí um at fáa naggatódnina úr aftur. Tá ið stígur er komin í eitt nú samráðingar, ber sostatt til at siga, at naggatódn er komin í. Men tá ið roynt verður at fáa gongd á aftur samráðingarnar, er tað ikki rætt at tosa um at koma ella sleppa burtur úr naggatódnini; sagt eigur at vera: "… at fáa naggatódnina úr aftur."