Mans ella menn (Marius Staksberg)
Eins og vanligt var í eldri máli, brúka vit framvegis hvørsfall av orðinum maður eftir talorð. Men her er tað hvørsfall eintal, sum verður brúkt sum fleirtalsorð. Vit siga Ein maður var við bátinum, men Tríggir mans vóru við bátinum. Tað ber sjálvsagt eisini til at siga Tríggir menn vóru við bátinum. Mans er sostatt mestsum vorðið ein fleirtalsformur av orðinum maður undir liðini á hinum regluliga forminum menn. Men her eiga vit at hava í huga, at mans bert kann brúkast eftir talorð og orð sum nógvir og fleiri, eitt nú Hvussu nógvir mans eru við skipinum? Tað ber tí ikki til at siga t.d. Sjey raskir mans manna bátin, ella Tríggir gamlir mans vóru við bátinum. Tá ið lýsingarorð, í hesum føri raskir og gamlir, stendur ímillum talorðið og orðið maður, mugu vit brúka tann regluliga fleirtalsformin menn, t.e. Sjey raskir menn manna bátin og Tríggir gamlir menn vóru við bátinum.