Mánaður (Marius Staksberg)
Eitt orð, sum tykist at vera sera torført at handfara hjá mongum, er orðið mánaður, og tað man vera eins ofta skeivt bent, sum tað er rætt bent. Orsøkin er, at tað kemur í bland við orðið máni, sum flestøll brúka í talu, og sum er vanligt veikt bent kallkynsorð. Í skrift verður stovnurin mánað- settur í staðin fyri mán-, og endingarnar í máni skoyttar uppí. Men mánaður er sterkt bent kallkynsorð og verður bent sum eitt nú vinur. Tað eitur sostatt ikkimánaði í hvørfalli eintali, sum ofta er at síggja, men mánaður, t.d. Januar er fyrsti mánaður í árinum. Og tað eitur ikki mánaða í hvønn- og hvørjumfalli, men mánað í hvønnfalli, t.d. Tað hendi seinasta mánað, og mánaði í hvørjumfalli, t.d. Tað hendi í januarmánaði. Í fleirtali eitur tað ikki mánaðar, men mánaðir, t.d. Tað eru tólv mánaðir í árinum.
Og í februarmánaði í ár eru tað, sum flestum kunnugt, 29 dagar. Tað er tí, at leypár er í ár. Hetta er so eisini ein áheitan á fjølmiðlafólk og onnur um at brúka føroyska orðið leypár heldur enn skotár, sum vit hava úr donskum.