Málbroytingar (Jeffrei Henriksen)
Øll mál broytast meir og minni, sum tíðin líður. Ein høvuðsorsøk er nú ávirkan frá øðrum málum; men eisini har ið ymisk málføri hittast, er málið fyri broytingum, helst so, at bert tað, ið málførini hava felags, verður varðveitt. Nakað tað sama er at siga um mentanarbroytingar, har ið ikki bara nýtt kemur afturat, men eisini gamalt málsligt evni hvørvur.
Harumframt broytast mál eisini av tí, at tey, ið málið tala, tosa so mikið ótýðiliga, at næsta ættarlið fær ikki alt við, so at herðingarveik ljóð verða svølgd, og eitt nú hvørvur framman fyri í orðum sum ljóð, ljós, ljótur, i-, u- og a-endingar verða til eitt /ö/ ella /å/ (eg /komå/, tit /komå/, tey /komå/ fyri "eg komi, tit komu, tey koma").
Jú, málið broytist; men hetta merkir ikki, at "málið skal broytast".
Tá ið fremmandamál skulu lærast, verður dentur lagdur á týðiligan framburð. Tað er ikki av leið, um lærararar (og foreldur og onnur) eisini leggja dent á týðiligan framburð í móðurmálinum.