Krás (Jógvan í Lon Jacobsen)
Orðið krás merkir góður matur. Sosialurin hevur í seinastuni skrivað nógv um hundakrás. Men blaðmaður bendir skeivt. Hann sigur, at einki er í vegin við hundakrásinum í Miklagarði. Hann skrivar um útlendskt og týskthundakrás. Men tað er heilt burturvið. Orðið krás er ikki hvørkikynsorð, sum blaðmaðurin vil vera við, men kvennkynsorð. Tað eitur ein krás og krásin hon – ikki eitt krás og krásið tað. Rætt er tí at siga, at einki er í vegin viðhundakrásini, og salmonella finst ikki í teirra hundakrás. Og vit mugu siga, at talan var um útlendska, serliga týska hundakrás. Orðið kræsin er avleitt av krás.