Klógv (Marius Staksberg)
Eitt orð, sum nógv tykjast at hava trupult við at benda, er orðið klógv, kanska serliga í fleirtali, og tað er í fleirtali, orðið verður mest brúkt. Í hvør- og hvønnfalli fleirtali eitur tað kløur /'klø:vur/, tá ið tað er óbundið, t.d. Ketta hevur hvassari kløur enn hundur. Tá ið tað er bundið, dettur u'ið í endingini burtur, so vit fáa klørnar, framborið /'klødnar/, t.d. Kettan hvessir sær klørnar. Í hvørjumfalli fleirtali eitur tað klóm /'kloun/, tá ið tað er óbundið. Vit kunnu eitt nú siga Djór við klóm, t.e. 'djór, sum hava kløur'. Bundið eitur tað klónum í hvørjumfalli fleirtali, t.d. Kettur klóra við klónum.
Nú nærkast vikuskiftið, og sjálvt um eg veit, at tað hevur verið nevnt fyrr í hesum tátti, fari eg enn eina ferð at minna á, at tað eitur um vikuskiftið, ikki í vikuskiftinum.