Kervi (Marius Staksberg)
Orðið kervi er gamalt orð, sum merkir 'eitt lítið bundi av stør, sum er flættað saman í ovara enda'. Í dag munnu fá kenna orðið við hesi merkingini, men heldur við nýggju merkingini 'skipan'. Samansetingar við -kervi eru eitt nú sólkervi við somu merking sum sólskipan og vegakervi við somu merking sum veganet. Orðið, sum er hvørkikynsorð, verður bent sum eitt nú kvæði og endar sostatt við -i í hvør-, hvønn- og hvørjumfalli eintali. Men við hvørt villist tað yvir í ein annan stóran bendingarflokk, sum m.a. fatar um orðið skip. Tað eitur skip í hvør- og hvønnfalli eintali, t.d. Eitt skip liggur við bryggjuna og Eg sá eitt skip, meðan tað eitur skipi í hvørjumfalli, t.d. Eg var um borð á einum skipi. i'ið í endanum á kervi verður so fatað sum hvørjumfalsending og slept í hvør- og hvønnfalli, so vit fáa formin kerv. Men í royndum er i'ið í kervi ikki ein ending, men partur av stovninum, og eigur tí eisini at vera við í hvørfalli og hvønnfalli.