Kanóntilboð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Ítróttarskrivarin á Sosialinum skrivar 16. desember, at Todi hevur fingið kanóntilboð. Ná, javell. Gjørdist ikki sørt skakkur, ætlar hann nú at gevast við fótbóltinum og fara inn í herin? Tað, sum fekk meg at taka hetta fram, var nú ikki tað drápiliga, men at kanóntilboð verður skrivað í tveimum orðum. Hetta er tann enski mátin, sum tey seinnu árini eisini er vorðin vanligur í norðurlendskum málum. Men eitt orð, sum stendur vinstrumegin eitt navnorð, sum her er at fata sum lýsingarorð, men kanón er ikki lýsingarorð, tí má tað skrivast saman við tilboð. Orðið kanóntilboð, sum altso ikki er eitt tilboð upp á kanónir, men eitt sera gott tilboð, eigur at verða samanskrivað eins og t.d. útróðrarmaður, telduskíggi, og lorvíksknetti.