Inn – innar, út - uttar (Marius Staksberg)
Tað er rættiliga vanligt, at hjáorðið innar verður brúkt við somu merking sum inn, eitt nú Teir fóru innar í húsini heldur enn Teir fóru inn í húsini, t.e. at tað er greitt, at teir vóru uttanfyri og fóru inn. Men í grundini er innar miðstig av inn, og tað merkir sostatt 'longri inn'. Tað ber tí ikki til at fara ella koma innar, t.e. longri inn, um ein ikki longu er inni í húsunum, sbr. eisini inni í húsunum og innari í húsunum. Stendur onkur uttanfyri, ber til at bjóða honum inn; er hann longu inni í gongini, ber til at bjóða honum innar í stovuna. Sama er galdandi fyri orðini út og uttar. Eru vit inni í stovuni, kunnu vit fara uttar í gongina, og úr gongini kunnu vit fara út í tún, t.e. út úr húsunum.