Hvørsfalsstýring (Jeffrei Henriksen)
Fyrisetingarnar Millum, til, vegna, innan, uttan stýrdu í gomlum máli bara hvørsfalli. Nú stýra tær alt meir eisini hvønnfalli.
Hvørsfalsstýring hevur hildið sær best í óbundnum navnorðum: til lands, til fjals - og serliga í persónsfornøvnum: til mín og til tín, til hansara og hennara. - "Til hann og hana" ljóðar í mínum oyrum sum málvilla.
Eitt gamalt orðafelli er "at rósa onkrum upp til skýggja." 'Skýggja' er hvørsfall, sjálvandi av tí at fyrisetingin 'til' stendur frammanfyri.
Nú skal í øllum gerast meir av; tað er ikki nóg mikið at rósa upp til, tað má vera upp um. Men 'um' stýrir ikki hvørsfalli; tí er *"at rósa upp um skýggja" ein høpisleys málvilla. Skal tað vera "upp um", so er tað upp um skýggj (ella upp um skýggini).