Hjá fyri á og í (Marius Staksberg)
Tá ið talan er um eitt nú ognarviðurskifti, brúka vit ofta fyrisetingarliðir við hjá, t.d. bilurin hjá Hanusi og bókin hjá Karini, men eisini tá ið talan ikki beinleiðis er um ogn, t.d. hugsanin hjá Hanusi ella fyrimyndin hjá Karini. Men í sambandi við kropspartar sum armar og bein hevur tað vanliga verið at nýta fyrisetingarnar áella í - sum tað nú hóskar best innihaldsliga. Vit kunnu siga t.d. nøsin á manninum, hárið á gentuni og hjartað í dreinginum. á og í eru framvegis vanlig í sambandi við kropspartar, men í dag er tað eisini vorðið vanligt at brúka hjá í hesum sambandi, so vit fáa orðingar sum armurin hjá manninum, hárið hjá gentuni og hjartað hjá dreinginum. Tað sama er galdandi, tá ið talan er um dýr, t.d. halin hjá kettuni fyri halin á kettuni. Hetta er rættiliga nýtt í málinum, og tað ber minni enn so altíð til at skifta á um við hjá. Hóast summi siga hárið hjá gentuni, er tað neyvan nakar, sum sigur hárið hjá høvdinum; tá munnu øll framvegis brúka á. Og bestu ráðini munnu vera at halda fast við í og á í hesum førum.