Hanga og heingja (Marius Staksberg)
Tvey sagnorð, sum merkingarliga og formliga minna um hvørt annað, og tí eisini ofta koma í bland, eru hanga og heingja. Men meðan heingja er ávirkandi, er hanga óávirkandi. Og meðan heingja er veikt bent, og bendist m.a hann heingir, teir heingja, hann hongdi, teir hongdu, er hanga sterkt bent, m.a. hann hongur, teir hanga, hann hekk, teir hingu. At eitt sagnorð er ávirkandi merkir, at tað tekur ávirki, t.d. Hon heingir klæði á snórin, harklæði er ávirki, meðan óávirkandi sagnorð ikki taka ávirki, t.d. Klæðini hanga á snórinum. Í eintali nútíð eitur tað sostatt eitt nú Hann heingir myndina upp á veggin, men Myndin hongur á vegginum, og í fleirtali Tey heingjamyndirnar upp á veggin, men Myndirnar hanga á vegginum. Men eisini í tátíð er munur millum heingja og hanga, og tá høvdu dømini omanfyri ljóðað soleiðis í eintali: Hann hongdi myndina upp á veggin, men Myndin hekká vegginum, og í fleirtali: Tey hongdu myndirnar upp á veggin, men Myndirnar hingu á vegginum.