Fyrisetingar (Jeffrei Henriksen)
Fyrisetingar eru smáorð sum t.d. 'við', 'á', 'hjá', sum vit seta framman fyri navnorð (ella onnur orð við navnorðsvirði): við hond, á fótum, hjá okkum.
Vit siga, at fyrisetingar stýra orðum við at gera av, í hvørjum falli tey skulu standa: um land, frá landi, til lands; um teg, frá tær, til tín.
Fyrisetingar kunnu stýra øllum føllum uttan hvørfalli; men flestar teirra kunnu bert stýra hvør sínum falli. Frá, til dømis, kann bara stýra hvørjumfalli; vit kunnu siga "frá mær", men hvørki *"frá meg" ella *"frá mín," um skil skal vera í. -
Men fyrisetingarnar á, eftir, fyri, í, undir, við og yvir stýra stundum hvønn-, stundum hvørjumfalli, hvønnfalli, har ið broyting kemur í, t.d. flyting á annan stað, og hvørjumfalli, um lítil og eingin broyting er, t.d vera á staðnum. "Á annan stað" er hvønnfall, "á staðnum" er hvørjumfall.