Fýrati (Marius Staksberg)
Ávirkanin, sum danskt hevur havt á føroyskt, hevur, sum øll vita, verið stór. Eitt dømi er tann vanliga teljiskipanin, har tíggjararnir koma eftir einararnar, eitt núfimm og fjøruti heldur enn eldri fjøruti fimm ella fjøruti og fimm. Og saman við teljiskipanini hava vit eisini fingið nøkur talorð, nevniliga tretivu, hálvtrýss, trýss,hálvfjerðs, fýrs og hálvfems. Sum kunnugt hevur verið roynt at skifta aftur til tey upprunaligu talheitini, t.e. tríati, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti. Men tíverri hevur hetta eisini í vissan mun rakt talorðið fjøruti, uttan iva tí mong halda, at tað eisini er komið úr donskum. Í staðin verður so tað gjørda orðið fýrati brúkt. Men fjøruti er ikki komið úr donskum. Tað kemur av norrønum fjórir tigir, t.e. 'fýra tíggju', og er so, sum frá er liðið, blivið til okkara fjøruti. Eingin grund er sostatt til at sleppa talorðinum fjøruti til frama fyri fýrati.