Føroyar vunnu (Marius Staksberg)
Eg havi fyrr havt frammi í hesum máltátti, at ítróttalið, har navnið er eintalsorð, krevja umsøgn í eintali, sjálvt um fleiri leikarar eru á liðnum, t.d. Celtic vann á Rangers. Er navnið fleirtalsorð, er umsøgnin eisini í fleirtali, eitt núRangers vunnu á Celtic. Hetta er eisini galdandi, tá ið talan er um lið, sum umboða lond, t.e. landslið. Fyri stuttum var grønlendska manshondbóltslandsliðið í Føroyum og spældi tríggjar dystir móti okkara landsliði. Síðan hava vit bæði hoyrt og lisið, at Føroyar vann tveir dystir. Men hóast Føroyar eru eitt land, og hóast Føroyar í hesum føri eru heiti á einum ítróttaliði, er orðið Føroyar framvegis fleirtalsorð, og tí eiga vit at siga, at Føroyar vunnu tveir dystir. Um grønlendingar vunnu ein dyst, hevði umsøgnin sjálvandi verið í eintali, t.e. Grønland vann ein dyst, tí Grønland er eintalsorð.