Einir, einar, eini (Marius Staksberg)
Orðið ein verður sum kunnugt bent í kyni og falli, t.d. ein drongur, ein genta og eitt barn í eintali, og í fleirtali einir skógvar, einar hosur og eini kort. Har fer neyvan nakar skeivur. Men tá ið tað verður brúkt sum hjáorð við merkingini 'umleið', hava vit lyndi til at lata tað vera óbent, t.e. at vit brúka hvørkikynsformin eini eisini í kallkyni og kvennkyni, eitt nú eini hundrað hvalir og eini hundrað bøkur. Her átti kallkynsformurin at verið einir og kvennkynsformurin einar, t.e. einir hundrað hvalir og einar hundrað bøkur. Vit kundu sostatt sagt: Í flokkinum eru eini tjúgu børn, einir tíggju dreingir og einar tíggju gentur. Men umframt í kyni verður ein eisini bent í føllum. Dømini omanfyri eru í hvørfalli. Í hvønnfalli hevði tað eitt nú verið: Eg sá einar tíggju dreingir, Eg sá einar tíggju gentur og Eg sá eini tjúgu børn. Í hvørjumfalli er formurin altíð einum, t.e. eitt nú Hann gongur í flokki saman við einum tíggju dreingjum, …einum tíggju gentum og …einum tjúgu børnum.