Dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Ein máti til at leggja dent á ávíst orð ella setningslið er at taka liðin framum í setninginum.
"Sverri ferðaðist nógv í Noregi, tá ið hann var ungur," kann soleiðis verða til "Í Noregi ferðaðist Sverri nógv" ella "Tá ið hann var ungur, ferðaðist Sverri..."
Nógv dentskipan kann merkja málstílin. Eitt tiltikið dømi er teknirøðin um Valiant prins (Eg hugsi ikki endiliga um føroysku týðingina, sum mær tykir ger heldur minni av). Men okkurt er, eitt nú hesir setningarnir: "Hvussu ið so Valiant gongur ílatin, eitt ber ikki til at loyna: kongssonur er hann " (Valiant 143 11-5-39)
- Tað kann stundum gerast heldur nógv av tí góða. Og í øllum førum er at ansa sær ikki at fara skeivur av samsvarinum, sum eitt nú tann gjørdi, ið endaði eina søgu sína um Øskudólg og tann gamla kongin við, at "Deyðurarvaði Øskudólgur alt ríkið."