Burturúrløga (Jeffrei Henriksen)
Tað, sum einaferð er nevnt við navni, er rímiligt ikki at skula nevna beinan vegin aftur í umrøðuni. Heldur enn at siga "Hon tók bógvin og skar bógvin sundur," nýta vit seinnu ferð fornavnið 'hann': "Hon tók bógvin og skar hann sundur". Men mangan er heldur ikki fornavnið neyðugt. Her kann verða gjørt upp aftur styttri av: "Hon tók bógvin og skar sundur."
Heldur enn at siga "hjá húsum og frá húsum", siga vit "hjá og frá húsum." Og her sakar einki, um tað ið nevnt verður, skuldi staðið í ymiskum føllum: "til hús og frá húsum" verður soleiðis "til og frá húsum." Vit geva gætur, at tað er fyrisetingin, ið næst stendur navnorðinum, ið ger av, hvat fallið skal vera: "úr triðja flokki upp í sjeynda flokk" fær ikki verið til "úr triðja til sjeynda flokki", tá heldur "(úr triðja) til sjeynda flokk" - ella heldur betur: "(úr triðja) upp í sjeynda flokk."