Atdráttur (Jeffrei Henriksen)
Nú taka vit sum dømi setningin: "Maðurin fór út at spáka við konu síni og børnum sínum."
Hetta kunnu vit rímiliga stytta til "við konu og børnum sínum." Men málsliga er so, at fleirtalssniðið 'sínum' fatar bert um børnini og telur ikki konuna við ífleirtalinum: Ognarfornavnið 'síni' úr orðingini 'konu síni' var burturúrlagt og undirskilt!
Hetta skilst kanska best, um vit royna tað skeiva dømi"hann fór út við børnum og konu sínum." Samsvarið má vera við tað orðið, ið næst stendur hjá. Tað rætta er sostatt, at hann "fór við børnum og konu síni."