At vaska (Jeffrei Henriksen)
Tú kanst vaska einum - barni, og tú kanst vaska ein - bil.
Tað liggur avgjørdur merkingarmunur aftanfyri, um smágentan vaskar dukkuni og um mamman vaskar dukkuna.
Tú vaskar barninum um andlitið, og tú vaskar rútin á bilinum.
Her skal eisini verða mint á, at tá ið tað, ið vaskað verður, er avmarkað, stendur tað bundið, og bert óavmarkð eigur tað at verða umrøtt óbundið; óbundið (og óávíst) verður einki sagt, um mongdin er stór ella lítil.
Gevið gætur merkingarmuninum í "at vaska ull" og "at vaska ullina."
At vaska hárið - ella sum vanliga varð sagt "at vaska sær | í høvdinum," er ikki tað sama sum "at vaska hár" (ein posa av hári kanska?).
Tú djumsar eina hissini mongd av eplum í eitt ílat, og so vaskar tú epli; men tað er onga hissini mongd av hondum, tú meinar við, um tú sigur teg at "vaska hendur" - fyri at vaska tær um hendurnar!