At snara og at rura (Jeffrei Henriksen)
Í seinastuni er íkomin rættiliga stór óvissa um hvønn- og hvørjumfalsnýtslu, helst við orðum, sum kunnu taka bæði føllini aftur at sær.
Sum heild kann her sigast, at við hvønnfalli verður sagt frá heldur meir broyting enn við hvørjumfalli.
"At snara nøkrum á" er ikki tann stóra broytingin; men ólíka meir verður broytt, um vit "snara nakað sundur". Í fyrra førinum nýta vit hvørjumfall, í tí seinna hvønnfall. -
Nú er mest sum avlagt at rura børnum í vøggu, um enn heldur óbeinleiðis á annan hátt. - At rura børnum er í sær sjálvum eingin broyting; 'børnum' er hvørjumfall; broytingin er tá ið vit rura tey í svøvn; og tá er rímiligt við hvønnfalli. - Sum Jákup Dahl yrkti; "Havið meg ruraði í blund."