At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Heim
Málsligt tilfar
Málsligt tilfar 1985-2013
Máltáttur
At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Ávirki verður mangan tikið framum í setninginum og umsøgnin sett í tolsøgn (við "verða, verður, varð" framman fyri sagnorðið). Men alt eftir, um ávirki stóð í hvønnfalli ella í hvørjumfalli, eru málsligu treytirnar ymiskar.
Málningar (hvørfall) vórðu vístir fram í skúlanum, men okkum (hvørjumfall) varð víst runt í skúlanum. - Verður sagt, at vit vórðu víst runt, má eisini vera serlig skuðsjón í okkum.
Hvønn ynskja vit onkustaðni, og hvørjum ynskja vit okkurt.
Tú (hvørfall) verður kanska ynsktur hagar ið piparið grør. Men tú verður ikki ynsktur til lukku við degnum. Hetta eitur at "Tær verður ynskt til lukku."
"Tey buðu mær," - "Mær var boðið."
Men flyting ger munin eisini við hesum hvørjumfalsávirkinum: Eg var boðin í brúdleyp.