Nr. 53, oktober 2000, 14. árg.
Nr. 53, oktober 2000, 14. árg.
Konta og salda
Orðini konto og saldo hava vit úr italskum. Vanliga verða tey bend sum bygd, t.e. sum vanlig sterkt bend kvennkynsorð, tó so at tey við hvørt fáa italsku endingina -i í fleirtali, t.e. konti og saldi. Hetta hevur havt við sær, at vit hava fingið fleiri heldur tung snið. Í bundnum eintali hava sniðini verið kontoin í hvørfalli, kontoina í hvønnfalli og kontoini í hvørjumfalli, og upp aftur verri í fleirtali har vit hava skift millum tvær bendingar, t.e. kontoirnar ella kontiirnar í bundnum hvør- og hvønnfalli, fyri ikki um at tala um bundið hvørjumfall, har vit hava havt kontounum ella kontiunum - ella møguliga kontinum?
Hetta eru rættiliga vanlig orð í málinum, og Málnevndin heldur, eins og mong onnur, at gott hevði verið at sloppið burtur úr hesi fløkju. Fyri at fáa snøggari orðsnið, og fyri at fáa eina bending, sum er lættari at handfara, mælir Málnevndin tí til, at orðini verða bend sum vanlig veikt bend kvennkynsorð, t.e. sum eitt nú genta. Orðini verða sostatt bend, sum víst niðanfyri:
eintal: |
óbundið |
bundið |
óbundið |
bundið |
hvørf. |
konta |
kontan |
salda |
saldan |
hvønnf. |
kontu |
kontuna |
saldu |
salduna |
hvørjumf. |
kontu |
kontuni |
saldu |
salduni |
hvørsf. |
kontu |
kontunnar |
saldu |
saldunnar |
fleirtal: |
|
|
|
|
hvørf. |
kontur |
konturnar |
saldur |
saldurnar |
hvønnf. |
kontur |
konturnar |
saldur |
saldurnar |
hvørjumf. |
kontum |
kontunum |
saldum |
saldunum |
hvørsf. |
konta |
kontanna |
salda |
saldanna |
Malan
Fólkanøvn eiga sum kunnugt at bendast sum onnur orð. Tað kemur kortini meira enn so fyri, eisini í fjølmiðlunum, at hetta verður gloymt. Eitt nú tá ið Malan hevði givið nýggja fløgu út. Tá kom fleiri ferðir fyri í loftmiðlunum, at Malan var óbent, t.d. fløgan hjá Malan. Malan bendist soleiðis:
hvørf. |
Malan |
hvønnf. |
Maluna |
hvørjumf. |
Maluni |
hvørsf. |
Malunar |
Tað eitur sostatt t.d. Malan sá hana, hon sá Maluna og fløgan hjá Maluni.
Stavraðan
Tá ið vit skráseta eitt nú bøkur og greinir, fólkanøvn, landafrøðilig nøvn o.s.fr., hava vit við hvørt brúk fyri bókstavum, sum ikki eru í føroyska stavraðnum. Tá kann ivi við hvørt vera um, hvussu raðfygjan skal vera. Tá ið talan er um latínskar ella enskar stavir, t.e. c, q, w, x og z, er neyvan nakar í iva, og danskt å seta vit, eins og danir sjálvir, aftast í stavraðnum uttan at hugsa um tað. Eisini seta vit ö saman við ø, og kanska eisini svenskt ä saman við æ. Men hvussu við t.d. týskum ü? Skulu vit fata tað sum eitt frábrigdi av u, sum týskarar sjálvir, og harvið bólka tað saman við u, ella skulu vit rokna tað sum ein sjálvstøðugan stav? Og hvar skal hann so standa, eftir u ella ú ella onkra aðrastaðni? Og skulu vit rokna þ sum eitt frábrigdi av t, tí norrønt þ verður regluliga, við nøkrum undantøkum, til t í føroyskum? Ella skulu vit fata tað sum ein sjálvstøðugan stav, m.a. tí tað framvegis er ein sjálvstøðugur stavur í grannamáli okkara íslendskum.
Málnevndin hevur eftir áheitan viðgjørt spurningin og mælir til ta stavraðan, sum er víst niðanfyri. Teknini í klombrum hoyra undir teknini vinstrumegin og verða stavraðað í teirri vístu raðfylgjuni.
a (aa, à, â, ã) |
j |
þ |
Navnorð, sum enda við -ium
Føroyskt hevur rættiliga fitt av navnorðum, sum enda við -ium. Endingin -ium er latínsk og svarar til grikskt -ion. Í nýggjari tíð hevur hon eitt nú verið brúkt til at gera latínsk orð fyri ymisk evni ella ymiskt tilfar - t.d. enda fleiri av frumevnunum við -ium. Hetta eru orð sum aluminium, helium, kalium, kalsium, linoleum, natrium, petroleum og radium. Hesi orð eru bert eintalsorð og verða bend sum eitt nú orð, t.e.:
|
óbundið |
bundið |
hvørf. |
kalsium |
kalsiumið |
hvønnf. |
kalsium |
kalsiumið |
hvørjumf. |
kalsiumi |
kalsiuminum |
hvørsf. |
kalsiums |
kalsiumsins |
Ein annar flokkur av orðum, sum enda við -ium, fatar um orð sum evangelium, sanatorium, akvarium og oratorium. Hesi orð hava bæði eintal og fleirtal, og ein ávís óvissa tykist vera um bendingina. Eitur tað evangelium ella evangelii í óbundnum hvørfalli eintali, og eigur tað at vera evangeliumið ella evangeliið, tá ið tað er bundið. Og skulu vit siga tvey oratorii, tvey oratoriir ella kanska tvey oratorium, og skal tað vera oratoriini ella oratoriumini. Málnevndin hevur viðgjørt henda orðaflokk, og hon mælir til, at hann verður bendur sum kvæði, tó so at óbundið hvør- og hvønnfall eintal kunnu hava endingina -i ella -um. Við evangelium sum dømi verður bendingin sostatt:
eintal: |
óbundið |
bundið |
hvørf. |
evangelii/evangelium |
evangeliið |
hvønnf. |
evangelii/evangelium |
evangeliið |
hvørjumf. |
evangelii |
evangeliinum |
hvørsf. |
evangeliis |
evangeliisins |
fleirtal: |
|
|
hvørf. |
evangelii(r) |
evangeliini |
hvønnf. |
evangelii(r) |
evangeliini |
hvørjumf. |
evangelium |
evangeliunum |
hvørsf. |
evangelia |
evangelianna |
Brennifløgur
Danska orðið brændbar, ið merkir 'sum kann brenna ella brennast', kemur við hvørt fyri í føroyskum í sniðinum brennbarur. Eitt nú varð sagt í eini lýsing herfyri: 10 brennbarar fløgur. Í staðin kundi verið sagt eitt nú: 10 brennifløgur.
Uppskot um nýggj orð:
gevibrósthaldari da. amme-bh
internetstova, stytt netstova da. internetkafé, internetcafé
miðlari da. formidler (sbr. miðla, da. formidle og miðlan, da. formidling)