Nr. 58, desember 2002, 16. árg.
Nr. 58, desember 2002, 16. árg.
Vágatunnilin
Nú Vágatunnilin er veruleiki, og skjótt verður farið undir annan undirsjóvartunnilin í Føroyum, verður eyðvitað nógv tosað og skrivað um tunlar. Men orðið verður tíverri ikki altíð rætt bent ella rætt stavað. Rætta bendingin sæst niðanfyri:
eintal: |
óbundið |
bundið |
hvørfall |
tunnil |
tunnilin |
hvønnfall |
tunnil |
tunnilin |
hvørjumfall |
tunli |
tunlinum |
hvørsfall |
tunnils |
tunnilsins |
fleirtal: |
|
|
hvørfall |
tunlar |
tunlarnir |
hvønnfall |
tunlar |
tunlarnar |
hvørjumfall |
tunlum |
tunlunum |
hvørsfall |
tunla |
tunlanna |
Mint verður eisini á, at sjóvar stavast við v, t.d. undirsjóvartunnil.
Til og við
Tað er vorðið heilt vanligt at síggja og hoyra, ikki minst í lýsingum, til og við sunnudagin, til og við mánadagin o.s.fr. Nú er tað so, at til í hesum sambandi stýrir hvønnfalli, og við stýrir hvørjumfalli. Vit kundu sostatt eisini sagt til sunnudagin og við sunnudegnum. Men tað ljóðar løgið og er eisini óneyðugt at nevna somu stýring tvær ferðir, og tí sleppa vit stýringini eftir fyrru fyrisetingina. Tí eigur tann seinna fyrisetingin at gera av, hvørjum falli stýringin stendur í. Tað rætta er tí til og við sunnudegnum, til og við mánadegnum o.s.fr.
Oljuorðalisti
Í summar varð ein nýggjur oljuorðalisti lagdur út á heimasíðuna hjá Føroysku málnevndini. Endamálið við einum tílíkum oljuorðalista er sjálvandi at gera tað lættari at tosa og skriva um olju og oljuvinnu á føroyskum. Og ætlanin er, at listin í framtíðini skal økjast og dagførast, og í tí sambandi vil ritstjórnin fegin frætta frá brúkarunum. Listin er úrslit av samstarvi millum Føroya oljuídnaðarbólk, Oljumálaráðið, Føroyamálsdeildina og Málnevndina. Arbeiðið er farið fram á Føroyamálsdeildini, og Jóhan Hendrik W. Poulsen, fyrrverandi formaður í Málnevndini, hevur verið ritstjóri. Aftur at sær hevur hann havt ein stýrisbólk, sum hevur verið mannaður við Jógvani í Lon Jacobsen fyri Málnevndina, Sigurði í Jákupsstovu fyri Oljuídnaðarbólkin og Herálvi Joensen fyri Oljumálaráðið.
Arbeiðið var liðugt 1. mai, og úrslitið er eitt savn við góðum 1000 yrkisorðum. Tað er býtt í tveir listar, ein føroyskan-enskan og ein enskan-føroyskan. Í tí føroyska-enska listanum eru skilmarkingar av yrkisorðunum, og í flestum førum eru samsvarandi donsk ella norsk orð. Í enska-føroyska listanum verður víst til tað samsvarandi føroyska orðið í tí føroyska-enska orðalistanum og harvið eisini til skilmarkingarnar.
Oljuorðalistin er sum sagt á heimasíðuni hjá Málnevndini, sum hevur adressuna www.fmn.fo. Komið verður inn á hana við fyrst at klikkja á Orðalistar, síðani á Oljuorð. Viðmerkingar kunnu sendast til Málstovuna.
Klikkja
Sagnorðið klikkja verður nógv brúkt í sambandi við teldur. Men boðsháttur eintal eitur ikki klikka, sum ofta hoyrist, men klikk. t.d. klikk fyrst á Orðalistar, klikk síðan á Oljuorð. Boðsháttur fleirtal eitur klikkið.
Leiðari hansara
Í einum tíðindastubba um bretskan politikk varð tosað um liberala flokkin og leiðara tess. Men ognarfornavnið tess er hvørkikyn, og tað kann tí bert vísa til hvørkikynsorð, t.d. felagið og leiðari tess. Navnorðið flokkur er kallkyn, og tí skuldi ognarfornavnið eisini verið kallkyn, t.e. liberali flokkurin og leiðari hansara.
Eftirnøvn
Fólk eru ofta í iva um, nær eftirnøvn eiga at bendast. Her verður roynt at lýsa reglurnar so einfalt sum gjørligt.
§ Eftirnøvn, sum ikki enda við -son ella -dóttir, m.a. staðarnøvn, verða ikki bend, t.d. hjá Jógvani Sundstein, hjá Edmundi Joensen og hjá Atla Dam.
§ Tá ið mannfólk eita eftirnøvn við -son, kunnu tey bendast. Mælt verður til, at tey verða bend, tá ið tey eru verulig faðirs- og móðurnøvn, men at tey verða ikki bend, um tey eru ættarnøvn, sum kunnu arvast, t.d. hjá Jógvani Jákupssyni, um pápi Jógvan eitur Jákup, og eftirnavnið er eftir honum. Er Jákupsson harafturímóti ættarnavn, sum kann arvast, eitur tað hjá Jógvani Jákupsson.
§ Tá ið konufólk eita eftirnøvn við -son, eiga tey ikki at bendast, tí tá kunnu tey ikki vera verulig faðirs- ella móðurnøvn; konufólk kunnu ikki vera synir.
§ Eftirnøvn við -dóttir verða altíð bend, t.d. Hon eitur Maria Jákupsdóttir, men eg sá Mariu Jákupsdóttur. Nøvn við -dóttir eru altíð verulig faðirs- ella móðurnøvn.
At enda skal nevnast, at tað ber sjálvandi ikki altíð til at vita, um eftirnøvn við -son eru verulig faðirs- ella móðurnøvn, tá ið mannfólk eita tey. Eru vit í iva, er frægast ikki at benda tey.
Langberandi rakettir
Av og á hoyra vit um langrøkkandi rakettir ella langt røkkandi rakettir. Men vanliga siga vit um vápn, eitt nú byrsur, at tey bera langt - neyvan at tey røkka langt. Tí hevði hóskað betur at sagt langberandi rakettir ella langt berandi rakettir.
Sníkiskjútti
Í sambandi við sera óhugnaligar hendingar uttanlands herfyri vóru tvey orð, sníkiskjútti og snigskjútti, javnan at hoyra í loftmiðlunum. Orðini eru týðing av donskum snigskytte og enskum sniper. Merkingin er 'ein, sum sníkir seg at skjóta', og tí hóskar fyrri liður í sníkiskjútti væl við merkingina hjá samansetta orðinum. Fyrri liður í snigskjútti hevur neyvan nakað innihald á føroyskum, men man vera fyrri liður í snigskytte, sum er tikið óbroytt úr donskum. Málnevndin fer tí at mæla til heldur at brúka sníkiskjútti enn snigskjútti í framtíðini.
Eyðmýkjandi tap
Tá ið miðval vóru í USA herfyri, varð sagt, at um Jeff Bush, bróðir forsetan George Bush, tapti í Texas, fór tað at vera eitt niðrandi tap fyri Bush-familjuna. Lýsingarorðið niðrandi merkir 'háðandi', og tað hóskar ikki rættiliga í hesum sambandinum. Betri hevði verið at sagt eitt eyðmýkjandi tap.
Nýggjár
Mint verður á, at høgtíðin um ársskiftið ikki eitur nýttár, men nýggjár.