Málslig ráðgeving

Nr. 57, august 2002, 16. árg.

Nr. 57, august 2002, 16. árg.

Herðing
Í føroyskum er óbundna kenniorðið ein. Tað stendur herðingarveikt í setninginum, men í upplestri hoyrist ofta, at upplesarin leggur herðing á ein, og tá fær setningurin heilt annað innihald.
            Dømi:  Skipað verður fyri einum tiltaki í Runavík
                       Skipað verður fyri einum tiltaki í Runavík
Í fyrra førinum - við herðing á einum - verður dentur lagdur á, at talan er um eitt einstakt tiltak, í seinna førinum - við herðing á tiltaki - hevur ein at kalla einki innihald, tí hesin setningurin kundi eins væl verið orðaður uttan ein: Skipað verður fyri tiltaki í Runavík.

ES
Felagsskapurin, sum á enskum eitur European Union og á donskum Den Europæiske Union, verður nevndur Evropasamveldið ella Evropeiska samveldið á føroyskum. Á enskum og donskum verður navnið stytt EU og á føroyskum ES. Tílíkar styttingar verða ofta brúktar meira enn fullu nøvnini. Tað natúrliga átti at verið, at føroyingar brúktu føroysku styttingina, men í loftmiðlunum hoyra vit javnan politikarar, vinnulívsfólk og onnur brúka útlendsku styttingina. Málnevndin mælir sjálvandi til at brúka føroysku styttingina ES.
Sjálvandi ber eisini til at brúka fulla navnið, t.e. Evropasamveldið ella Evropeiska samveldið.

Aftra
Í sagnorðinum aftra, sum vanliga kemur fyri í orðingini aftra seg, hoyrist f'ið ikki í framburðinum. Tað eigur at verða framborið /Èat:ra/, t.e. sum um tað varð stavað "attra".

Ov
Í føroyskum er ikki altíð so gott samsvar millum stavseting og framburð. Eitt dømi er hjáorðið ov, sum merkir 'meira enn nóg nógv, í meira lagi'. Í upplestri kemur meira enn so fyri, at tað verður framborið /ou/, t.e. sum ó verður framborið í góður í miðøkinum og Suðuroy. Men hóast tað verður stavað við v, eigur hetta v'ið ikki at hoyrast. Rætti framburðurin er /o:/, t.e. sum o'ið í eitt nú hon.

Aðrastaðni
Eingin tyrla er dottin niður, hvørki í Afganistan, Pakistan ella nakað annað stað, ljóðaði í tíðindum herfyri. Hetta kundi verið týtt í skundi úr donskum: eller noget andet sted, uttan at nóg nógv hevur verið hugsað um heildina, tí allir føroyingar mundu sagt ella aðrastaðni ella ella nakra aðrastaðni.

 

Einastaðni ella onkustaðni
Eisini frættist um eitthvørt, sum fór at kosta eitt stað millum..., og síðani vóru tvær upphæddir nevndar. Betri hevði verið at sagt einastaðni millum ella onkustaðni millum, t.d. Bókin kostar einastaðni millum 200 og 300 krónur.

Í løtuni
Í seinastuni hevur tann heldur óstortsliga málberingin upp á núverandi tíðspunkt javnan verið at hoyrt, ikki minst í sambandi við politiskar tingingar. Rættari hevði verið at sagt eitt nú í løtuni ella beint nú.

Nøvn eiga at bendast
Sum onnur orð eiga nøvn eisini at bendast. Tað eitur sostatt ikki fløgan hjá Brandur, men fløgan hjá Brandi, og heldur ikki aðalfundurin hjá Kyndil, men aðalfundurin hjá Kyndli. Og tað eitur heldur ikki Nú hoyra vit Brandur syngja, men Nú hoyra vit Brand syngja.

Ta bestu tænastuna
Í einum lýsingablað stóð soleiðis: Somuleiðis verður mál okkara at veita tí bestu tænastuna. Men bestu tænastuna er hvønnfall, og bundna kenniorðið í hvønnfalli eintali í kvennkyni er ta. Tí átti setningurin at ljóðað: Somuleiðis verður mál okkara at veita ta bestu tænastuna.
Her er bland komið í millum bundna kenniorðið í hvønn- og hvørjumfalli eintali kvennkyni. Sum nevnt er kenniorðið í hvønnfalli ta, og í hvørjumfalli er tað ella teirri. Tað eitur sostatt t.d. Eg hoyrdi ta nýggju fløguna, men Eg lurtaði eftir (ella teirri) nýggju fløguni.
Eru vit í iva, um kenniorðið eigur at vera ta ella , kunnu vit seta persónsfornavnið inn í staðin fyri liðin, sum byrjar við kenniorðinum, t.e. Eg hoyrdi hana (hvønnfall: ta), og Eg lurtaði eftir henni (hvørjumfall: ).

Vinna á og tapa fyri
Tað kemur meira enn so fyri, m.a. í ítróttafrásøgnum, at sagt og skrivað verður vinna móti og tapa móti, eitt nú TB vann móti VB (ella bert TB vann VB), ella VB tapti móti TB. Men tað eitur vinna á einum og tapa fyri einum. Tað eitur t.d. TB spældi móti VB, men tað rætta er TB vann á VB, ella VB tapti fyri TB.

Uttanlands
Hvørsfall eintal av land er lands, og hvørsfall fleirtal er landa. Føroyar eru eitt land, og tí eitur tað ikki uttanlanda, men uttanlands, t.d. Arbeiðið verður gjørt uttanlands.

Marknaður
Tað, sum á donskum eitur marked og á enskum market, eitur marknaður á føroyskum. Tí skuldi eingin grund verið at tosað um evropeiska markedið. Tað eitur sjálvandi evropeiski marknaðurin.

Eitt árs
Í sambandi við broytingar í handverkslæruni hoyrdu vit m.a. um eina eitt ára grundútbúgving. Men ára er hvørsfall fleirtal av ár. Hvørsfall eintal er árs, so betri hevði verið at sagt ein eitt árs grundútbúgving.

Hugsa sær
Tað ber illa til at fyristilla sær, at nakar hevur nakað ímóti tí, hoyrdist herfyri. Tað danska forestille sig eitur m.a. hugsa sær ella ímynda sær á føroyskum. So í staðin hevði borið til at sagt eitt nú: Tað ber illa til at hugsa sær, at nakar hevur nakað ímóti tí.

Samsvar
Umsagnarliður til grundlið samsvarar sum kunnugt við grundliðin í kyni, tali og falli. Men umsagnarliðurin eigur at samsvara við kjarnan í grundliðinum. Tað var tí ikki rætt, tá ið sagt varð: Ein partur av arbeiðinum varð framt í gjár. Kjarnin í grundliðinum er ein partur, sum er kallkyn eintal, og tí eigur umsagnarliðurin eisini at vera kallkyn eintal, t.e. Ein partur av arbeiðinum varð framdur í gjár.

Víkingur
Orðið víkingur verður javanan, eisini í fjølmiðlunum, framborið við stuttum í, t.e. sum um tað varð stavað "víkkingur", við tveimum k'um. Men í'ið eigur at vera langt, sum eitt nú í orðunum víkja og ríki. At í'ið eigur at vera langt sæst av, at víkingur verður stavað við einum k'i.

Spania, Italia og Brasil
Á føroyskum eita eingi lond Spanien, Italien og Brasilien; tey eita Spania, Italia og Brasil, eisini í talu.