Málslig ráðgeving

Nr. 56, mai 2002, 16. árg.

Nr. 56, mai 2002, 16. árg.

 

Verklag
Fyri sløkum tveimum árum síðan mælti Málnevndin fjølmiðlum og myndugleikum til at brúka orðið verklag fyri danska orðið anlæg. Beinleiðis orsøkin var, at orðið løga var farið at hoyrast og síggjast í fjølmiðlunum, serliga í samansetingini løgujáttan. Málnevndin fekk fleiri fyrispurningar um hetta nýggja orðið, og øll tóktust halda, at tað var ein styttur formur av orðinum íløga, danskt investering. Seinni fingu vit uppspurt, at tað í grundini verður brúkt fyri danska orðið anlæg, og løgujáttan var sostatt týðing av donskum anlægsbevilling. Fleiri ilskaðust inn á orðið, tí tað hevur fleiri algongdar merkingar frammanundan, eitt nú avkom av summum dýrum, t.d. kettlingar ella hundahvølpar, sum eru lagdir í einum, t.e. sama merking sum danskt kuld. Men serliga óheppið er orðið, tí tað líkist so nógv orðinum íløga, og tí at nýtsluøkið lutvíst er tað sama. Orðini koma tí skjótt í bland hjá teimum, sum ikki eru so køn í búskapi. Málnevndin mælti tí til orðið verklag fyri at sleppa undan blandi millum løga og íløga, og vónin var sjálvandi, at vit harvið kundu semjast um eitt orð fyri danskt anlæg. Fleiri hava eisini tikið undir, men enn eru bæði annlegg og løga at hoyra og síggja, t.d. hevur orðið verið nógv frammi seinastu tíðina í sambandi við eina lóg, sum við hvørt verður nevnd verklagslóg, við hvørt løgulóg og við hvørt annlegslóg. Vit mæla sjálvandi til verklagslóg.

Okkara uppskot eru sostatt:
verklag da. anlæg
verklagsjáttan da. anlægsbevilling
verklagslóg da. anlægslov

Málið í loftmiðlunum
Útvarp og sjónvarp hava stóra ávirkan á málið í samfelagnum, serliga hjá teimum ungu. Tí mugu stovnarnir stútt og støðugt royna at hava so góðan málburð, sum til ber, og her má ásannast, at málið onkuntíð kundi verið betri. Útlendskar máliskur og orð, sum ikki eru føroysk, verða nýtt í tíðindaflutninginum, og mangan verður bent skeivt.  Um  sagt verður eitt nú demokrati ella fólkaræði ger kanska ikki so nógv. Men málbúnin eigur at vera føroyskur
Støðið er misjavnt, og tað er kanska ikki so løgið, um tað serliga eru tey yngru og óroyndu, sum eru ótryggast málsliga. Nógv fáa í dag holla journalistiska útbúgving uttanlands, og tað mennir sendingarnar innihaldsliga. Hesi fólk hava tó onga undirvísing fingið í føroyskum, og tí áttu sjónvarp og útvarp, eitt nú saman við Fróðskaparsetrinum, at skipað fyri neyðugu upplæringini. Eitt hugskot kundi verið, at upplesararnir høvdu hvør sín málsliga ráðgeva knýttan at sær, tí málsligi førleikin og tørvurin á ráðgeving er so ymiskur.
Tað er ein royndur lutur, at tíðindafólk arbeiða undir hørðum tíðartrýsti. At skriva bøkur og ein skjótan tíðindastubba er hvørt sítt. Royndirnar vísa, at góð og hóvlig ráðgeving, har atlit verða tikin at umstøðunum, ber ávøkst.
At málið er misjavnt kundi t.d. verið bøtt við, at tíðindafólk við góðum málsligum førleika fingu ábyrgdina av at snøgga málbúnan, áðrenn tíðindini fóru í luftina. Eitt slag av málsligum ritstjórum.
Útvarp og sjónvarp skulu eisini leggja seg eftir, at sjálvur upplesturin er so týðiligur og greiður, sum til ber. Við hvørt kundi tað verið betri. Endingar og orð verða kvett av, og við hvørt verður lisið so skjótt, at lurtarin fær illa fylgt við. Stovnar hava skipað fyri skeiði í upplestri, og eingin ivi er um, at hetta er rætta loysnin. Ein annar møguleiki er, at stovnarnir bert nýta fólk, sum hava góð evni at lesa upp, um neyðugt sjónleikarar, sum hava framførslu sum sítt lívsyrki.

 

Bakdyr
Í seinastuni hava vit fleiri ferðir hoyrt, at Føroyar møguliga kunnu gerast eitt slag av bakdyr hjá flóttafólkum, sum ætla sær til Danmarkar. Men her stýrir av hvørjumfalli, og tað skuldi tí verið eitt slag av bakdurum. Kvennkynsorðið dyr er bert fleirtalsorð; í hvør- og hvønnfalli eitur tað dyr, í hvørjumfalli durum og í hvørsfalli dura.

 

Fyritreytir og grundarlag
Avgerðin er tikin á skeivum fyritreytum, fingu vit at vita í eini tíðindasending. Her eru fyritreytir og grundarlag komin í bland. Her hevði verið rættari at sagt antin: Avgerðin er tikin á skeivum grundarlag ella: Avgerðin er tikin út frá skeivum fyritreytum.

 

Strúkur í vindi
Kallkynsorðið strúkur eitur strúk í hvønnfalli. Tí eitur tað ikki Hann veksur vindin upp í strúkur í vindi, men Hann veksur vindin upp í strúk í vindi.

 

Blanda seg uppí
Ein heldur undarlig málbering hevur verið at sæð og hoyrt seinastu árini. Tað er at blanda seg, t.d. Hann blandar seg altíð. Á føroyskum hevur verið vanligt at siga at blanda seg uppí, t.d. Hann blandar seg altíð uppí. Og ein ikki minni undarlig málbering er at blanda seg uttanum, eitt nú Hann átti heldur at blandað seg uttanum. Her høvdu vit vanliga sagt: Hann átti ikki at blandað seg uppí, ella kanska: Hann átti at hildið seg uttanfyri.

 

Teir brestu eina bumbu
Tað er mangan torført at gera mun á ávirkandi og óávirkandi sagnorðum. Tað fingu vit eitt dømi um, tá ið ein upplesari segði: Yvirgangsmenn brustu eina bumbu. Men brustu er óávirkandi, t.e at tað tekur ikki ávirki, sum í døminum omanfyri er eina bumbu. Ávirkandi formurin er brestu, so tað átti at verið: Yvirgangsmenn brestu eina bumbu. Eitt dømi, har óávirkandi formurin er rætt brúktur, er: Tvær bumbur brustu. Tað ger tað ikki lættari, at navnháttur av orðunum er eins, men kortini hava vit tvær ymiskar bendingar, sum sæst niðanfyri:

 

 

ávirkandi

óávirkandi

navnháttur

at bresta

at bresta

3. prs. eint. nút.

hann brestir

hann brestur

3. prs. eint. tát.

hann bresti

hann brast

3. prs. flt. tát.

teir brestu

teir brustu

tát. lýsingarh.

hann hevur brest

tað er brostið


Veðurlagið eina ferð enn
Í Orðafari nr. 52 varð heitt á fólk, serliga fjølmiðlafólk, um at gera skilnað millum orðini veðurlag og veður, og sama áheitan hevur verið at sæð í fleiri lesarabrøvum í bløðunum. Fleiri hava gjørt eftir áheitanini, men framvegis er onkur, sum brúkar veðurlag við somu merking sum veður, veðurvánir ella veðurlíkindi, eitt nú sum yvirskrift yvir veðurtíðindum. So vit gera eina roynd afturat.
Orðið veðurlag hevur somu merking sum útlendska orðið klima og sipar til miðalumstøðurnar í langa tíð. Veðurlagið broytist sostatt ikki frá einum degi til annan ella frá eini viku til aðra. Tá ið vit tosa um veðurlagsbroytingar, hugsa vit ikki um, hvussu veðrið var í gjár samanborið við í dag ella í morgin, men hvussu miðalumstøðurnar broytast í long tíðarskeið. Tað er tí sera óheppið, at veðurlag ferð eftir ferð verður brúkt við somu merking sum veður, veðurvánir ella okkurt tílíkt. Og tað er eisini púra óneyðugt. Heitt verður tí eina ferð afturat á fólk um bert at brúka orðið veðurlag, tá ið vit veruliga tosa ella skriva um veðurlagið.

 

Veðurvánirnar

Sniðið - soleiðis sum tað stendur í yvirskriftini - er tað rætta. Summir upplesarar siga veðurvánarnar, men tað sniðið er skeivt. Orðið vánir bendist sum bygd, t.e. bygdir og vánir í fleirtali. Tann bundna endingin er -nar, altso veðurvánirnar og bygdirnar.

 

Fríggjanátt o.s.fr.
Tað er ikki óvanligt, at fólk tosa og skriva um eitt nú náttina til fríggjadag. Hetta er tikið beinleiðis úr donskum natten til fredag. Á føroyskum eitur henda nátt fríggjanátt, t.d. Tað hendi fríggjanáttina. Næturnar eita altíð eftir degnum, sum kemur aftaná.
Tað eitur heldur ikki náttina til í gjár, men gjáranáttina.