Nr. 55, mars 2002, 16. árg.
Frá Málnevndini
Nú er nakað síðan, at Orðafar læt frætta frá sær. Tað er ikki tí, at arbeiðið hevur ligið stilt hesa tíð, men tí at Málnevndin hevur valt at arbeiða við øðrum málum, t.d. at fingið tilfar út á heimasíðuna og arbeitt við ymsum orðalistum umframt tað dagliga arbeiðið at svara spurningum frá einstaklingum og stovnum. Adressan hjá heimasíðuni er www.fmn.fo
Málnevndin hevur bert eittans lønt starvsfólk, skrivaran, og hann hevur eyðvitað mangar dyr at goyma. Málnevndini er greitt, at hóast vit hava fingið eina heimasíðu, vilja fólk fegin fáa Orðafar sendandi. Ætlanin er, at Orðafar nú skal koma út rímiliga regluliga. Vit vilja fegin heita á lesarar um at senda tilfar til Málnevndina og til Orðafar.
Manningin í Málnevndini
Landsstýrið hevur valt nýggja Málnevnd, sum tók við 1. oktober 2001 og er sett fram til 2005. Tey, sum nú sita í Føroysku málnevndini, eru Jógvan í Lon Jacobsen fyri Føroyamálsdeildina, sum er formaður, Ebba Hentze fyri Rithøvundafelagið, Ann Ellefsen fyri Mentamálastýrið, Katrin Næs fyri Móðurmálslærarafelagið og Dánjal Højgaard fyri Blaðmannafelagið. Ebba, Ann og Dánjal eru nývald. Skrivari hjá Málnevndini er Marius Staksberg.
Í seinastu Málnevnd sótu, umframt Jógvan og Katrina, Jeffrei Henriksen, Annfinnur í Skála og Randi Jacobsen. Jeffrei hevur sitið í Málnevndini, síðan hon varð sett á stovn í 1985, og er sostatt tann, sum higartil hevur sitið longst í henni. Málnevndin takkar teimum trimum fyri dygdargott arbeiði.
Snar hvein
Í eini barnasending varð sagt, at Snar hvíndi. Hetta er ikki rætt. Sagnorðið at hvína verður bent soleiðis í høvuðstíðum: hann hvínur, hann hvein, teir hvinu, hann hevur hvinið. Tað átti sostatt at verið Snar hvein. Og somuleiðis Hundarnir hvinu og Snar hevur hvinið.
Eitt annað sagnorð, har bland eisini er komið í bendingina, er at svíða. Tað bendist eins og hvína. Tí eitur tað ikki Tað svíddi í sárinum ella Hann hevur svítt seyðarhøvd, men tað eigur at vera Tað sveið í sárinum og Hann hevur sviðið seyðarhøvd.
Eg kann einki gera við tað
Ein vanlig málvilla, har hvørjumfall verður brúkt fyri hvønnfall, er orðingin Eg kann einki gera við tí ella Eg kann ikki gera við tí við merkingini 'eg kann ikki gera við tað'.
Eg kann einki gera við tí merkir nakað tað sama sum, at 'eg kann einki brúka tað til', men Eg kann einki gera við tað merkir, at 'eg fái einki gjørt, eg fái ikki broytt tað'.
Uttanríkisráðharrin pellaði
Í eini tíðindasending varð sagt um uttanríkisráðharran í einum landi, at hann hevði pellað fyri ráðharrum og andstøðupolitikarum. Men pella er barnamál og neyvan hóskandi í eini tíðindasending. Heldur átti at verið sagt, at hann hevði logið ella sagt ósatt.
Anbragt barn
Orðingin anbragt barn verður á donskum nýtt um barn, sum verður uppalt hjá øðrum enn foreldrunum (eitt nú á stovni), ofta vegna ótryggar umstøður heima. Málnevndin hevur fingið fyrispurning um, hvussu henda danska orðing kann eita á føroyskum. Vit hava spurt okkum fyri á Lógardeildini, og har kalla tey tað barn, sum verður sett heiman. Málnevndini dámar væl hesa málbering, bæði formliga og innihaldsliga. Kortini halda málnevndarlimir, at tað hevði komið væl við, eitt nú í lógar- og øðrum yrkismáli, um vit kundu sagt hetta eitt sindur styttri. Málnevndin fer tí eisini at mæla til heimansett barn fyri danskt anbragt barn.
Mánaður
Eitt orð, sum mong hava sera torført við at benda, er orðið mánaður, og í bløðunum man tað vera næstan eins ofta skeivt bent sum rætt. Tað verður bent sum eitt nú vegur. Stovnurin í mánaður er mánað-, eins og stovnurin í vegur er veg-, t.d. veg-ur – mánað-ur, veg-ir – mánað-ir, sí niðanfyri.
eint. |
hvørf. |
mánaður |
vegur |
máni |
|
hvønnf. |
mánað |
veg |
mána |
|
hvørjumf. |
mánað(i) |
veg(i) |
mána |
|
hvørsf. |
mánaðar |
vegar |
mána |
fleirt. |
hvørf. |
mánaðir |
vegir |
mánar |
|
hvønnf. |
mánaðir |
vegir |
mánar |
|
hvørjumf. |
mánaðum |
vegum |
mánum |
|
hvørsf. |
mánaða |
vega |
mána |
Grundin til at mong hava so ilt við at benda mánaður rætt er, at tað kemur í bland við orðið máni, sum er vanligt veikt bent kallkynsorð, t.e. -i, -a, -a, -a í eintali og -ar í hvør- og hvønnfalli fleirtali. Flestøll brúka máni í talu, men mánaður í skrift. Tá ið tey so royna at benda mánaður, brúka tey stovnin í mánaður og endingarnar í máni, so vit fáa blendingsformar sum t.d. mánað-i fyri mánað-ur í hvørfalli eintali og mánað-ar fyri mánað-ir í hvør- og hvønnfalli fleirtali.
Nøkur dømi um rætta nýtslu av mánaður:
Januar er fyrsti mánaður í árinum. (hvørf. eint.)
Tað hendi seinasta mánað. (hvønnf. eint.)
Tað hendi í januarmánaði ella í januarmánað. (hvørjumf. eint.)
Tað eru tólv mánaðir í árinum. (hvørf. fleirt.)
Tað vardi tríggjar mánaðir. (hvønnf. fleirt.)
Eftir fýra mánaðum. (hvørjumf. fleirt.)
Hjá Kyndli og Tjaldri
Í dag spæla fyrsta deild menn hjá Kyndil og Tjaldur, varð sagt. Fyrisetingin hjá stýrir hvørjumfalli, eisini tá ið tað snýr seg um nøvn. Tí átti tað at verið hjá Kyndli og Tjaldri.
Exit poll-kanningar
Nógv hevur verið talað um exit poll-kanningar í sambandi við val. Ein exit poll-kanning er ein veljarakanning, sum verður gjørd uttan fyri valstaðið, har fólk verða spurd, hvønn tey hava valt. Málnevndin hevur fingið spurning um, hvussu hetta kann eita á føroyskum. Fleiri uppskot hava verið á borðinum, men Málnevndin mælir til valstaðarkanning. Vónandi fær tað góða undirtøku
Setningsnevnd
Ein nevnd, ið arbeiðir eftir einum arbeiðssetningi (kommissorium), verður á donskum kallað kommission og á enskum commission. Málnevndin skjýtur upp at kalla eina slíka nevnd setningsnevnd, t.e. ein nevnd, ið arbeiðir við ella eftir einum ávísum arbeiðssetningi.
Tunnil
Nógv verður tosað og skrivað um tunlar. Orðafar vil gera vart við, at orðið tunnil er kallkynsorð og bendist sum tummil. Hóast mong siga tunnell við herðing á seinna stavilsi, er tað sniðið tunnil, ið vit mæla til at nýta. Í hvørjumfalli eintali er sniðið tunli (við einum n'i), og í øllum føllum í fleirtali hevur orðið bert eitt n (tunlar, tunlum, tunla, tunlarnir, tunlarnar, tunlunum, tunlanna).
Rætting
Í seinasta Orðafari varð sagt á síðu 2 undir yvirskriftini Klógv, at kløur, t.e. hvør- og hvønnfall fleirtal av navnorðinum klógv, verður framborið /'klø:ur/ sunnanfyri. Ein lesari hevur víst okkum á, at hvør- og hvønnfall fleirtal av klógv eitur klør í Suðuroy eins og í norrønum; framburðurin er sjálvandi /'klø:r/. Biðið verður um umbering fyri mistakið.