Nr. 54, apríl 2001, 15. árg.
Einskilja, einskildur og einskiljing
Seinastu árini hevur privatisering verið nógv frammi í politiska kjakinum, og við hvørt hava meira og minni ítøkiligar ætlanir verið um at privatisera almennar stovnar og fyritøkur. Í tí sambandi hevur verið heitt á Málnevndina at finna hóskandi føroysk orð fyri privatisera, privatur og privatisering. Í føroyskum hava vit longu lýsingarorðið einskildur, sum sambært Móðurmálsorðabókini merkir 'egin, einstaklings-, privatur'. Orðið er skylt við svenska lýsingarorðið enskild við nett somu merking sum føroyska orðið, sbr. Enskilda Banken, sum er svenskur stórbanki. Við støði í einskildur ber til at evna sagnorðið einskilja og navnorðið einskiljing. Málnevndin loyvir sær tí at skjóta upp hesi orð:
einskildur da. privat
einskilja da. privatisere
einskiljing da. privatisering
Meðan
Orðið meðan hevur ikki bara tíðarmerking á føroyskum. Tann upprunaliga merkingin av meðan vísir til, at tvær útsagnir fara fram samstundis, t.d. konan fór inn at keypa, meðan eg bíðaði uttanfyri í bilinum; merkingin er, at hesar báðar "hendingarnar" fara fram samstundis. Men so hava vit ta nýggjaru merkingina, sum inniheldur ein mótsetning millum tveir partar, t.d. HB vann, meðan B36 tapti. Tað merkir ikki, at HB-dysturin og B36-dysturin verða spældir samstundis. Hóast henda merking ikki er við í móðurmálsorðabókini, er hon tó ein veruleiki í óvandnari føroyskari málnýtslu. Men tað er ógvuliga troyttandi at hoyra ítróttaupplesaran í útvarpinum liggja á hesi orðingini alla somlu tíðina. Her koma nøkur dømi: HB vann dystin móti TB, meðan B36 og GÍ spældu javnt; Milan liggur á fyrsta plássi, meðam Juventus liggur á øðrum plássi, niðast liggur Perugia, meðan Piacenza liggur næstniðast o.s.fr., o.s.fr. Tað ber væl til at nýta aðrar orðingar, og ofta kann meðan heilt einfalt sparast; til ber at seta og ella men inn í staðin: HB vann, og B36 tapti ella HB vann, men B36 tapti.
Ferð - ferðir
Rættiliga vanligt talumal er at siga t.d. tvær ferð fyri tvær ferðir. Næsta stigið er nú komið: Tað elvir til stórar ferðslutrupulleikar tær ferðnar um árið, frost og kavi er. Tað eigur sjálvandi at vera ...tær ferðirnar um árið, frost og kavi er.
Mælt verður til at varðveita fleirtalsendingina eisini óbundið: tvær ferðir.
Klógv
Eitt orð, sum veldur mongum trupulleikar, er orðið klógv. Ein grund er kanska, at munurin er rættiliga stórur millum óbundna og bundna sniðið í summum føllum. Bendingin verður víst niðanfyri:
eintal: |
óbundið |
bundið |
hvørf. |
klógv |
klógvin |
hvønnf. |
klógv |
klónna |
hvørjumf. |
klógv |
klónni |
hvørsf. |
klóar |
klóarinnar |
fleirtal: |
|
|
hvørf. |
kløur |
klørnar |
hvønnf. |
kløur |
klørnar |
hvørjumf. |
klóm |
klónum |
hvørsf. |
klógva |
klógvanna |
Framburðurin av klónna og klónni er ávikavist /'kløn:a/ og /'kløn:i/ norðanfyri, men /'klodna/ og /'klodni/ sunnanfyri. Og kløur verður framborið /'klø:vur/ norðanfyri og /'klø:ur/ sunnanfyri, men klørnar verður framborið /'klødnar/. Í hvørjumfalli fleirtali, klóm, verður m'ið framborið /n/.
Tú gjørdi kvettið
Summi hvørkikynsorð, eitt nú kvæði, enda við -i (mótvegis øðrum hvørkikynsorðum sum orð, borð, barn o.s.fr.). Hetta -i er óhert; og so ótýðiliga vit tíverri javnan tosa, dettur tað mangan mest sum burt í talu, so at børn ikki fáa tað við; tey kunnu tí tosa um "snør, loyv" o.a.tíl. fyri snøri og loyvi.
Eitt vanligt orðafelli er at gera kvettið ella at gera eitt kvett - hetta seinna nú helst í týðing úr donskum 'kup'. Men so er at ansa eftir ikki at blanda saman: kvett kann standa bundið, men óbundið endar tað ikki við -i. Eingin kann fyrireika "eitt kvetti", men eitt kvett ella hitt serliga kvettið.
Tvey ítróttaorð: javnbrótari og leikbrá
Orðið javnbrótari hevur longu verið nýtt eina tíð fyri enska orðið tie break ella tie breaker. Javnbrótari hevur leingi verið brúktur í tennis til at fáa avgerð í setti, ið er endað javnt, og verður nú eisini brúktur í flogbólti, tá ið dystur er endaður javnur. En. tie merkir m.a. 'javnleikur, javnur dystur', og breaker er eitthvørt, ið steðgar onkrum ella brýtur okkurt av; tie breaker er sostatt týtt lið fyri lið til føroyskt.
Eitt annað fyribrigdi í summum ítróttakappingum, eitt nú handbólti og flogbólti, verður nevnt time out. Hetta er stuttur steðgur, sum annar parturin eftir ávísum reglum hevur rætt til at biðja um. Hesin steðgur er til at umráða seg í, og vanliga verður biðið um hann, tá ið ikki gongst so væl í hond. Skotið hevur verið upp at nevna henda steðg skotbrá, tí skotbrá merkir '(stutt) tíð at umráða seg í'. Málnevndin var samd um, at skotbrá er beinrakið orð, men hon kvíddi fyri, at um skotbrá varð skotið upp sum týðing av time out og fekk undirtøku, kundi upprunamerkingin kámast, til tað bert varð brúkt við nýggju merkingini. Og tað hevði verið spell. Fyri at sleppa undan hesum verður skotið upp at brúka orðið leikbrá fyri tað útlendska time out. Orðið líkist skotbrá í sniði, men fyrri liður, leik-, vísir á, at tað hevur samband við leik og ítrótt.
Málnevndin skjýtur sostatt hesi bæði ítróttaorð upp:
javnbrótari en. tie break, tie breaker
leikbrá en. time out
Gira
Í seinasta Orðafari varð sagt frá, at Málnevndin mælti til at benda orðini konta og salda (av konto og saldo) sum genta, og mong hava tikið undir við tilmælinum. Eftir fyrispurning hevur Málnevndin avgjørt at mæla til, at eitt annað orð innan sama nýtsluøki, giro, verður bent á sama hátt. Vónandi fær tað eins góða undirtøku. Bendingin er víst niðanfyri:
eintal: |
óbundið |
bundið |
hvørfall |
gira |
giran |
hvønnfall |
giru |
giruna |
hvørjumfall |
giru |
giruni |
hvørsfall |
giru |
girunnar |
fleirtal: |
|
|
hvørfall |
girur |
girurnar |
hvønnfall |
girur |
girurnar |
hvørjumfall |
girum |
girunum |
hvørsfall |
gira |
giranna |
Kópahvølpar
Í tíðindasending í einum av loftmiðlum okkara varð talað um kópaungar. Møguliga hava vit her tað danska sælunge týtt lið fyri lið. Ella kanska er tað eitt lyndi til at nevna avkomið hjá flestu djórum ungi. Í hvussu er eitur avkomið hjá kópi ikki ungi, men hvølpur, á føroyskum.
Smáir kópahvølpar verða eisini nevndir nósar ella svidningar.