Nr. 52, desember 1999, 13. árg.
Nr. 52, desember 1999, 13. árg.
Veðurlag - veður
Tað er samband millum orðini veður og veðurlag, men hóast tað hava tey ymiskt innihald. Veðrið er tað, sum er eitt ávíst tíðarbil, t.d. tann einstaka dagin: Um tað er lýtt ella kalt, um tað er vindur, regnar ella kavar o.s.fr. Veðurlagið er hinvegin miðalumstøðurnar í langa tíð, t.e. í mong ár. Við hesum í huga ber væl til at siga: "Veðrið er gott í dag," ella: "Veðrið er betri í dag, enn tað var í gjár," men um nakað skil skal vera í, ber ikki til at siga: "Veðurlagið er gott í dag," ella: "Veðurlagið er betri í dag, enn tað var í gjár." Men seinastu tíðina hevur tað verið vanligt, at orðið veðurlag hevur verið brúkt við somu merking sum veður, eitt nú í útvarpi og bløðum. Tað er ikki óvanligt, at talað og skrivað verður um, hvussu veðurlagið fer at vera í morgin, ella hvussu veðurlagið verður næstu vikuna. Hetta er sera óheppið, ikki minst tí at veðurlag eisini verður brúkt í yrkismáli við somu merking sum fremmanda orðið klima. Tá ið eitt nú talað verður um broytingar í veðurlagnum, verður ikki hugsað um, hvussu veðrið verður seinnapartin, um vikuskiftið ella í næstu viku.
Heitt verður tí á tíðindafólk og onnur um at hava hetta í huga. Vit brúka ikki orðið veðurlag, tá ið vit ikki tosa ella skriva um veðurlagið. Dámar okkum ikki at endurtaka orðið veður í heilum, kanska tí vit halda málið gerast í so fábroytt, ber til við hvørt í staðin at brúka orð sum veðurlíkindi og veðurvánir.
Trúgva og halda
Munur millum sagnorðini halda 'meta, ætla, hava eina áskoðan um' og trúgva 'hava álit á, at eitthvørt er satt', sum hevur verið rættiliga greiður, hevur havt lyndi til at kámast nakað í seinastuni. Bera vit saman við danskt, fevnir sagnorðið tro víðari merkingarliga enn samsvarandi føroyska orðið trúgva. Eitt nú kundi danski setningurin Jeg tror det vil regne i morgen verið týddur til føroyskt sum Eg haldi, tað fer at regna í morgin. Men nú hevði setningurin Eg trúgvi, tað fer at regna í morgin óivað eisini verið møguligur, serliga millum yngri fólk, og tað er eitt rættiliga nýtt fyribrigdi í málinum hjá okkum. Orðið trúgva hevur sostatt trokað seg inn á merkingarøkið hjá halda, og lítil ivi er um, at talan er um ávirkan úr donskum. Umframt at orðið trúgva við hesi nýggju merkingini ljóðar øvut fyri mongum, er tað neyvan heppið, at merkingarmunurin millum orðini bæði kámast.
Teldupostur - teldubræv
Orðið postur kann hava fleiri merkingar, m.a. kann tað merkja 'flutningsskipan til brøv, pakkar o.s.fr.'. Eisini kann tað merkja 'tað, sum verður sent við hesi flutningsskipan', og tá er tað bert eintalsorð. Orðið bræv verður hinvegin bent í bæði eintali og fleirtali. Vit kunnu sostatt siga eitt nú: "Vit hava fingið tíggju brøv í morgun." Og halda vit tað vera nógv, kundu vit eisini sagt: "Vit hava fingið nógvan post í morgun," men tað hevði ikki borið til at sagt: "Vit hava fingið tíggju postar...," ella: "Vit hava fingið nógvar postar í morgun."
Nú hava vit so fingið eina nýggja postskipan, teldupost, og við henni hava vit eisini fingið teldubrøv. Men vanliga fylgja samansett orð bendingini hjá tí seinna orðinum, so hóast teldu- verður skoytt upp í postur framman, er als eingin grund til at broyta bendingina. Kortini er tað heilt vanligt, eisini í fjølmiðlunum, at orðið teldupostur verður brúkt sum fleirtalsorð, eitt nú: "Vit hava beint nú fingið ein teldupost," ella: "Vit hava longu fingið fleiri teldupostar." Her hevði hóskað betur at sagt t.d.: "Vit hava beint nú fingið teldupost," og: "Vit hava fingið nógvan teldupost." Ætla vit okkum eisini at siga frá, hvussu nógv brøvini eru, mugu vit brúka orðið teldubræv, t.d. eitt teldubræv, trý teldubrøv o.s.fr.
Kervi
Kervi er gamalt orð, sum merkir 'eitt lítið bundi av stør, sum er flættað saman í ovara enda'. Í nýggjari tíð hevur orðið harumframt fingið merkingina 'skipan', og tað man vera við hesi merkingini, tey flestu kenna tað í dag. Samansetingar eru eitt nú sólkervi við somu merking sum sólskipan og vegakervi við somu merking sum veganet. Orðið er hvørkikynsorð og verður bent sum eitt nú kvæði, t.e.:
|
eintal |
fleirtal |
hvørf. |
kervi |
kervi(r) |
hvønnf. |
kervi |
kervi(r) |
hvørjumf. |
kervi |
kervum |
hvørsf |
kervis |
kerva |
Men tað kemur fyri, at orðið villist yvir í ein annan stóran bendingarflokk, ið m.a. fatar um orð sum skip, orð, mál og fólk. Í eintali verða hesi orð bend soleiðis: skip í hvør- og hvønnfalli, skipi í hvørjumfalli og skips í hvørsfalli. i'ið í endanum á kervi verður so fatað sum hvørjumfalsending og slept í hvør- og hvønnfalli, so vit fáa formin kerv. Men í royndum er i'ið í kervi ikki ein ending, men partur av stovninum, og eigur tí eisini at vera við í hvørfalli og hvønnfalli. Onnur orð, ið bendast sum kervi, eru, umframt kvæði: evni, stevni, arbeiði, loyvi og dømi.
Um vikuskiftið
Føroyska orðið vikuskifti tykist mongum at vera komið at merkja tíðarskeiðið frá fríggjakvøldi til mánamorgun, tá ið flestu fólk hava frí. Men upprunaliga merkingin er sjálvsagt tíðin, tá ið ein vika endar, og ein nýggj tekur við, t.e. á midnátt millum leygarkvøld og sunnunátt. Tað, sum fer fram leygardag og sunnudag, og kanska eisini fríggjakvøld, fer sostatt fram um vikuskiftið, ikki í vikuskiftinum, sum mangan er at hoyra. Talan er uttan iva um ávirkan úr donskum i weekenden, sum er komið úr enskum in the weekend.
Vit kunnu bera saman við orðini ársskifti og mánaðarskifti. Tey flestu mundu hvept seg við, um tey hoyrdu onkran siga t.d. Tað hendi í ársskiftinum ella ...í mánaðarskiftinum; her mundu øll heldur sagt um ársskiftið og um mánaðarskiftið. Og hugsa vit okkum um, man í vikuskiftinum helst eisini ljóða øvut fyri teimum flestu.
Røkka ella støkka
Tá ið hildið verður, at nú er seinasti møguleiki, og at nú má ein seinasta roynd gerast, antin tað so eydnast ella ikki, er ikki so sjáldan, at tikið verður til: "Nú má bera ella bresta." Hetta er danska orðafellið briste eller bære, sum er leysliga týtt til føroyskt. Orðið briste merkir m.a. 'slitna, støkka', meðan bære eitt nú merkir 'halda'. Men vit hava føroyska orðafellið røkka ella støkka, sum merkir nett tað sama sum tað danska, so hví ikki heldur siga: "Nú má røkka ella støkka."
Ferð
Navnorðið ferð er vanligt sterkt bent kvennkynsorð og eitur tí ferð í hvønnfalli eintali og ferðir í hvønnfalli fleirtali. Vit áttu sostatt at sagt eina ferð, men tvær ferðir, tríggjar ferðir o.s.fr., og ikki tvær ferð, tríggjar ferð, sum er rættiliga vanligt.
Taka lán
"Vit noyðast at upptaka lán," segði onkur herfyri. Tey flestu høvdu sagt: "Vit noyðast at taka lán." Her er tað eyðvitað tað danska optage lån, ið liggur sum grund. Á føroyskum eitur tað taka lán.
Uppskot um nýggj orð:
áhugavarpari da. radioamatør
flóðlinja en. flow line
kagi (kallkyn) en. browser (sbr. at kaga = to browse)
talgild undirskrift en. digital signature, electronic signature