Málslig ráðgeving

Nr. 51, juni 1999, 13. árg.

Nr. 51, juni 1999, 13. árg.

Barometrið hækkar ella gongur upp
Parsagnorð kalla vit ávirkandi og óávirkandi sagnorð sum t.d.

heingja - hanga

loypa - leypa

søkkja - søkka

roykja - rúka

fella - falla

reisa - rísa

Vanliga síggja vit munin best við at seta hesi orðini í tátíð: tey ávirkandi sagnorðini eru veikt bend (hava ending í tátíð eintali), tey óávirkandi vanliga sterkt bend (onga ending í tátíð eintali):

hongdi - hekk

loypti - leyp

søkti - sakk/søkk

roykti - reyk

feldi - fell/fall

reisti - reis

Onnur parsagnorð ljóða eins í navnhátti: at bresta, sleppa, renna, brenna, men verða sum hini bend ávikavist veikt og sterkt:

bresti - brast

rendi - rann

slepti - slapp

brendi - brann

Nøkur dømi: Hon hongdi klæðini upp á snórin, og har hanga tey. Teir loyptu hylin, og byrgingin leyp. Teir brestu kinesarar, og bumburnar brustu. Sólin reis. Men vit kunnu ikki við skili siga, at barometrið reisir nakran, og heldur ikki at barometrið reisti í morgun.

Vit kunnu í staðin siga: barometrið hækkar/...lækkar ella ...gongur upp/...gongur niður.

Hesin
Við trimum málkynjum hava vit í føroyskum ein málsligan møguleika, sum ikki øll onnur hava. Føroyska framsøgnina "Dreingirnir renna eftir gentunum, og tær renna undan," ber illa til at umseta til okkurt danskt sum "Drengene forfølger pigerne, og de løber fra dem," við tað at de eins væl kann vísa aftur til dreingirnar sum til genturnar. Føroyskir næmingar hava fingið so prentað inn í seg, at tað eitur "og disse løb fra dem," at tílík málnýtsla nú eisini er vorðin vanlig í føroyskum tíðindamáli. Men ávísingarfornøvnini hesin og hasin avmarka vanliga meir enn so á føroyskum. Siga vit ikki, at tær, men hesar renna undan, er greitt, at vit tosa ikki um allar, men vísa einans á nakrar teirra; aðrar eru, sum ikki renna undan!

Føroyar, føroyingur og føroyskur
Tá ið vit lesa upp, verður framburðurin ofta ávirkaður av skriftini, serliga tá ið munurin millum framburðin og skriftmyndina er stórur. Hetta man henda meira ella minni fyri øll, sum lesa upp, og tað er minni enn so nakað serføroyskt fyribrigdi. Tað hevur ivaleyst samband við, at vit hava lyndi til at halda, at tað skrivaða vanliga er betri enn tað talaða, og sjálvandi eisini vitanin um, at stavsetingin er grundað á upprunafrøðiligar grundreglur.

Eitt dømi er, at oy'ið í føroyskur, føroysk o.s.fr., sum annars er horvið úr talumálinum, við hvørt hoyrist, tá ið lisið verður upp. Framburðurin verður sostatt /'fø:roiskur/, /'fø:roisk/ o.s.fr. í staðin fyri /'fø:riskur/ og /'førisk/. Her er talan um, at sjálvljóðið /i/ verður skift um við /oi/. Men tað kemur eisini fyri, at oy'ið hoyrist í orðunum Føroyar og føroyingur. Her verður eitt stavilsi, /oi/, lagt aftur at vanligum framburði. Orðið Føroyar verður framborið /'fø:roijar/ í staðin fyri vanligan framburð /'førjar/, og føroyingur verður framborið /'fø:roijingur/ í staðin fyri /'fø:ringur/. Vit leggja eisini til merkis, at ø'ið í Føroyar leingist í hesum slag av lesiframburði, t.e. /ø/ til /ø:/.

Tílíkur framburður ljóðar í hvussu so er løgin og eisini eitt sindur tilgjørdur, sjálvt um tann, sum lesur, vanliga ikki man vera tilvitandi um tað. Tað er kanska ikki so løgið, um onkur hevur hug at ilskast. Og verður framburðurin ov nógv ávirkaður av skriftini, fer upplesturin at virka í so stirvin og ónatúrligur. Tí verður her mint á, at sjálvt um hesi orð verða stavað við oy, er framburðurin við ongum /oi/. Tað er t.d. Føroyar /'førjar/, føroyingar /'fø:ringar/ og føroyskt /'fø:rist/.

Fýrati og fjøruti
Av og á sæst orðið fýrati brúkt í staðin fyri tað vanliga fjøruti. Orsøkin man vera, at hildið verður, at orðið er komið úr donskum eins og talorðini tretivu, hálvtrýss, trýss, hálvfjers, fýrs og hálvfems. Men so er ikki. Orðið kemur úr norrønum fjórir tigir, t.e. 'fýra tíggju'; seinni renna orðini saman í eitt, r'ið í endanum dettur burtur, og vit fáa fjórutigi, sum er óbendandi eins og føroyskt fjøruti. Eingin grund skuldi sostatt verið til at skift fjøruti um við hitt gjørda fýrati.

Hetland ella Shetland
Ikki sørt av ósemju hevur verið um landafrøðilig nøvn, eitt nú nøvn á londum. Ósemjan hevur kanska fyrst og fremst verið um stavseting, men við hvørt eisini um, hvat rætta ella best hóskandi navnið er. Men landið hjá næstu grannum okkara í ein landsynning hevur á føroyskum leingi verið nevnt Hetland. Onkuntíð hevur kortini verið roynt at seta norrøna navnið Hjaltland í staðin fyri Hetland, men tað hevur ikki eydnast, og tað er neyvan grund til at harmast um tað. Seinastu árini eru fleiri tó farin at brúka enska heitið Shetland, uttan iva orsakað av tí økta sambandinum, føroyingar flestir hava við enskt mál. Í hesum føri áttu vit øll at kunna samst um at hildið fast við føroyska heitið Hetland.

Regul - regla
Tað er rættiliga vanligt, í fjølmiðlunum og aðrastaðni, at hoyra orðið regul, framborið /'re:gil/, 're:gul/, t.e. við longum e, og viðfarið antin sum kallkyns- ella kvennkynsorð. Fleirtalið er reglar /'re:glar/ ella reglur /'re:glur, 're:glir/. Talan er sjálvsagt um danska orðið regel, sum er lænt inn í føroyskt. Men frammanundan hava vit jú føroyska orðið regla, í fleirtali reglur, við nett somu merking. Mint verður samstundis á, at e'ið verður framborið stutt bæði í eintali og fleirtali.

Atlantic Radio
Vit hava nýliga fingið nýggja lóg um kringvarp, sum m.a. loyvir øðrum enn Útvarpi Føroya at senda útvarp í Føroyum. Tann fyrsta støðin er longu farin at senda sambært hesi nýggju lóg, og tað er sjálvsagt gleðiligt. Men fleiri mundu helst gerast bilsin, tá ið tíðindini bórust um navnið á støðini. Ikki tí at Atlantic Radio innihaldsliga er óhóskandi, men tað er løgið, at tað skal vera neyðugt at geva eini útvarpsstøð, sum bert vendir sær til føroyingar, enskt navn. Tá ið talan er um fólkanøvn, hava vit lóg, har endamálið m.a. er, at nøvnini skulu vera í samsvari við føroysku málskipanina og føroyskar stavsetingarreglur. Endamálið er at verja málið fyri óneyðugum árini uttaneftir. Áttu vit ikki eisini at havt líknandi lóggávu um onnur nøvn. Og hevði tað ikki verið rímiligt at sett sum treyt fyri sendiloyvi til útvarp, at støðin hevði navn, sum er í samsvari við føroyskar málreglur, eins og galdandi er fyri fólkanøvn. Føroyskt er ikki so fátækt mál, at tað ikki ber til at finna hóskandi navn til eina útvarpsstøð.

Yvir til Íslands
Nakað herfyri var tað onkur, sum tók nakað soleiðis til: "Og nú fara vit eitt rend upp til Íslands." Upprunin til hesa málbering man vera, at tá ið vit fara til Danmarkar, siga vit niður til Danmarkar, og leiðin til Íslands er mestsum beint tann øvuta. Men vanligt hevur verið og er framvegis at siga yvir til Íslands.

Uppskot um nýggj teldorð:
snarknappur da. genvejstast
snarvegur da. genvej
Málnevndin mælir eisini til at brúka orðið fylgiskjal fyri en. attachment í sambandi við teldupost.