Nr. 49, januar 1999, 13. árg.
Nr. 49, januar 1999, 13. árg.
NÝGGJÁRSYNSKI
Vit standa fyri durunum á eini nýggjari øld, ár 2000. Menningin gongur við ferð, og tøknifrøðin ger stór framstig. Altjóðanin gongur við rúkandi ferð; við internetinum fjakka vit kring heimin, meðan onnur leita sær upplýsingar um Føroyar. Gandaorðið er kunningartøkni (KT), sum eru teldur og fjarskiftisamboð til at arbeiða við, varðveita og veita upplýsing. Saman við altjóðanini og kunningartøknini fylgir tað enska málið, sum samstundis hevur lyndi til at breiða seg á øki, sum natúrliga skuldi hoyrt undir móðurmálið. Her má byggjast borð fyri báru. M.a. tað hava vit málnevndina til. Men málnevndin fær lítið gjørt, tí tann peningajáttan, sum landsstýrið letur nevndini, er so lítil, at hon í roynd og veru ikki fær røkt tær uppgávur, sum politikararnir sjálvir hava álagt nevndini at røkja. Um teir meina nakað veruligt við eini føroyskari málnevnd, so mugu teir geva henni so mikið víðar fíggjarligar karmar, at hon fær røkt sínar skyldur bæði her heima og í norðurlendskum høpi. Játtanin, ið nú er, er meira at kalla eitt eiti, røkkur ikki til annað enn løn, fastar útreiðslur og til nøkur Orðafør árliga. Nýggjársynskið er, at málnevndin fær møguleika at koma við í KT-menningina: fær eina heimasíðu, fær lagt tilfar út á netið, fær gjørt orðasavnið teldutøkt og dagført tað so hvørt, so nevndin fær lokið tey krøv, sum brúkarin setur. Vit kundu eisini hugsað okkum at givið Orðafar út í størri og meira nútímans sniði. Men tað eru bara politikararnir, sum kunnu gera nakað við hesi ynski, og tað gerst bara við at hækka játtanina.
Landsstýrið hevur játtað nógvan pening til hetta endamál eitt nú í fólkaskúlanum, KT-depil er settur á stovn o.s.fr. Men Føroyska málnevndin, sum átti at verið rossið, ið dró vognin, fær ikki eitt klovið oyra til kunningartøkni, og tí er málnevndin afturúrsigld í tøknifrøðiligu menningini. At vera eftirbátur á so týdningarmiklum øki er ikki nakað, sum málnevndin kann lata sær lynda. Politikararnir mugu síggja veruleikan, sum hann er, og royna at bera so í bandi, at upphæddin stendur í mun til arbeiðsuppgávurnar hjá nevndini.
EVRAN
Tann fyrsta januar í ár kom í gildi nýtt felags ES-gjaldoyra, sum verður nevnt euro, uppkallað eftir okkara heimsparti. Mynturin sjálvur er ikki komin á marknaðin enn, men handlað verður longu nú við hesum gjaldoyra; tó eru ikki øll ES-limalondini við í hesum peningafelagsskapi. Nóg illa varð komið um nýggjársgáttina, fyrr enn teir føroysku fjølmiðlarnir vildu hava málnevndina at siga sína hugsan um, hvat snið hetta gjaldoyra skuldi hava á føroyskum, ásannandi at trupult er at handfara orð, sum enda við o. Vit hava útlendsk orð í føroyskum, sum enda við o, t.d. giro, konto og dynamo, men ilt er at benda hesi orð t.d. í fleirtali og í bundnum sniði, so leingi tey ikki eru lagað at føroyskum bendingarreglum. Í øðrum førum hava hesi o-orðini fingið vanliga veika kvennkynsbending, t.d dato, sum í nýggjum teldumáli hevur fingið sniðið dáta, í bundnum sniði dátan og í fleirtali dátur og dáturnar. Jakob Jakobsen var hann, sum av fyrstan tíð kom við hesum orðsniði.
Málnevndin mælir til at nýta orðið sum veikt bent kvennkynsorð; tað verður sostatt bent sum t.d. króna. Av tí at vit stava Evropa við v, er natúrligt, at evran eisini verður stavað við v. Fjølmiðlarnir tóku væl undir við hesum uppskoti, og vit kunnu longu siga, at orðið hevur fest seg sum veikt bent kvennkynsorð. Tað hevur víst seg at vera lagaligt til samansetingar, eitt nú evrugjaldoyra, evrusamstarv, evruseðlar. Tað ber so væl í lag, at tað herðingarveika u'ið í føroyskum er so mikið opið, at tað liggur rættiliga tætt upp at o'num (sbr. at vit skriva t.d. konu, men siga /kono/).
Nýggjyðri við veikari kvennkynsbending tykjast at vera ikki lítið lívfør; víst kann verða til orð sum bingja, tyrla, telda.
Orðið evra bendist soleiðis:
eintal |
óbundið |
bundið |
hvørf. |
evra |
evran |
hvønnf. |
evru |
evruna |
hvørjumf. |
evru |
evruna |
hvørsf. |
evru |
evrunnar |
fleirt. |
||
hvørf. |
evrur |
evrurnar |
hvønnf. |
evrur |
evrurnar |
hvørjumf. |
evrum |
evrunum |
hvørsf. |
evra |
evranna |
HESA FERÐ
Ofta síggja vit skrivað hesu ferð (eisini samanskrivað hesuferð), men rættari er at skriva hesa ferð. Ferð er kvennkynsorð, og tí má ávísingarfornavnið hesin eisini bendast í kvennkyni (her sett í setningar):
|
eintal |
fleirtal |
hvørf. |
henda(n) gentan er vøkur |
hesar genturnar eru vakrar |
hvønnf. |
eg sá hesa vøkru gentuna |
eg sá hesar vøkru genturnar |
hvørjumf. |
eg møtti hesi vøkru gentuni |
eg møtti hesum vøkru gentunum |
Hendan kann eisini hava sniðið henda. Vit síggja ongastaðni endingina u í bendingini hjá hesum orði. Ofta sæst eisini skeiva sniðið hesu í øðrum førum, t.d. "í hesu verð" (fyri: í hesi verð - sbr. hvørjumf. omanfyri). Kanska kann tað vera ávirkan frá lýsingarorðunum, sbr. í stóru verð.
MANGT & HVAT, DAGUR & VIKA, LURTARARNIR & VIT
Ein handil eitur Mangt og hvat, og tað navnið eigur eins og øll onnur nøvn eisini at verða bent. Men tað tykist at vera trupult at fáa fólk at benda nøvn, t.d. summi fólkanøvn og onnur nøvn eisini, og tað er ein royndur lutur, at nøvn ofta ikki fylgja teimum bendingarligu reglunum, sum annars eru galdandi fyri málið. Men kortini skulu vit minna á, at nøvn eiga at verða bend eins og onnur orð. Í einari lýsing herfyri varð sagt: frá Mangt og hvat. Tað átti at verið: frá Mongum og hvørjum, men hin vegin skal tó viðgangast, at tey bendu sniðini liggja rættiliga langt frá skeltnavninum, men fyri tað eigur navnið at bendast. Nøvn av hesum slagnum, t.e. nøvn samansett av fleiri orðum, eru annars torfør at fáast við viðvíkjandi bending.
Heitið á tíðindasendingini í sjónvarpinum Dagur og vika verður ofta í dagligari talu als ikki bent, t.d. eg sá tað í dagur og vika, men ofta verður bert seinna orðið bent: eg sá tað í dagur og viku; tað rætta er sjálvandi: eg sá tað í degi og viku. Her síggja vit aftur, at tað, sum annars er galdandi fyri føroyskar bendingar, ikki geldur, tá ið orðini verða til nøvn og heiti. Tí er neyðugt at hugsa seg væl um, tá ið nøvn verða vald.
Heiti á útvarpssendingum fáa stundum somu bendingartrupulleikar. Her verður hugsað um ta annars hugnaligu sendingina Lurtararnir og vit. Heitið lýsir væl innihaldið í sendingini og kann tí sigast at vera væl valt, men her er tað aftur bendingin, sum liggur í buktini. Skulu lurtararnir skriva uttan á brævbjálvan: til Lurtararnir og vit, til Lurtararnar og vit ella til Lurtararnar og okkum/okkara ella til Lurtararnar og tykkum/tykkara. Um vit meinast við útvarpsfólkini, so kunnu lurtararnir ikki rokna seg uppí, og tí má tað vera til Lurtararnar og tykkum/tykkara (undirskilt tykkum í útvarpinum). Av tí at vit er eitt deixisorð, tey kalla, skiftir nýtslan millum vit og tit (saman við øllum bendingunum sjálvandi) eftir hvør ið sigur tað, t.d.:
A: Vit búgva í Funningi
B: Áh, eg helt, at tit búðu við Gjógv (vit og tit vísa til sama húski).
Men aftur til sendingina. Tað ber sjálvandi eisini til at siga: Eg hoyrdi eina samrøðu ella ein sang í sendingini Lurtararnir og vit. Um einki til er, ber til at skriva uttan á brævbjálvan: Lurtararnir og vit, men beinanvegin ið til kemur afturat, fáa vit eitt annað fall, og tá verður skjótt galið. Skulu vit fylgja skilvísinum (logikkinum), má Elis siga.: Brøv til Lurtararnar og okkum/okkara (tí hann er íroknaður vit), men lurtarin má skriva til Lurtararnar og tykkum/tykkara, tí sigur hann okkum, roknar hann seg uppí. Hetta er satt at siga eitt sindur óheppið, tá ið tað snýr seg um nøvn. Hugsa tær til, at ein og sami maður stundum æt Óli og stundum Frits ella Hanus!