Nr. 47, oktober 1998, 12. árg.
Nr. 47, oktober 1998, 12. árg.
Góði lesari
Síðan tygum sótu við síðsta Orðafari í hondini, er nýggj málnevnd vald. Landsstýrið velur nevndina eftir tilmæli frá teimum stovnum, ið nevndir eru niðanfyri. Skeiðið hjá hesi málnevndini er 1998-2002. Nevndin er mannað við fimm fólkum: Jeffrei Henriksen (Móðurmálslærarafelagið), Jógvan í Lon Jacobsen (Føroyamálsdeildin), formaður, Randi Jacobsen (Blaðmannafelagið), Katrin Næs (Undirvísingar- og mentamálastýrið) og Annfinnur í Skála (Rithøvundafelagið). Skrivari hjá málnevndini er Elin Súsanna Jacobsen, og skrivstovan er á Føroyamálsdeildini, men hevur annars einki formligt tilknýti til deildina. Øll eru nývald uttan Jeffrei Henriksen, sum hevur havt sæti í nevndini, síðan hon var skipað á fyrsta sinni í 1985.
Føroyskt er eitt av teimum vesturnorrønu málunum. Men lagnan hevur verið málinum óblíð gjøgnum tíðirnar. Umleið 1500 gjørdist danskt skriftmál í Føroyum, og við trúbótini fingu vit danskt kirkjumál. Vátt lá mangan málinum undir føti, og málið mundi verið avrøkt. Keldurnar avdúka eitt ávíst blendingsmál í 1600- og 1700-árunum, men við seiggi, eldhuga og bjørtum hugsjónum varð vunnið á hesum vanda. Tá ið V. U. Hammershaimb hevði lynt undir okkara føroyska skriftmál miðskeiðis í 1800-árunum, tá ið romantikkin og skandinavisman vóru uppi, vórðu skorður settar undir føroyskt. Hóast tað bara eru um hundrað ár síðani, at føroyingar av álvara fóru at nýta málið í skrift, so hevur tað nú vunnið sær sess sum eitt sjálvstøðugt mál millum hini norðurlandamálini.
Frá tí fyrsta at føroyskt fór at verða nýtt í skrift, hevur spurningurin um orðfeingið verið sera frammarlaga í kjakinum. Roynt hevur verið frá byrjan at sleppa undan fremmandorðum og lánorðum í skriftmálinum; í staðin fyri hevur verið roynt at gjørt føroysk orð at seta í staðin, og henda meginregla er niðurfest í reglugerðina fyri málnevndina. Í hesum tíðum við so stórari málsligari ávirkan uttanífrá kann vera torført at evna til øll tey føroysku orð, sum neyðug eru. Vit kunnu t.d. taka eitt øki sum kunningar- og teldutøkni ella oljuvinnuna, sum nú stendur fyri durum. Her standa stórar málsligar avbjóðingar fyri framman. Vit mugu eisini royna at fáa politikararnar at skilja tað neyðuga í at játta meiri pening til at menna hesar vinnugreinar málsliga.
Í Orðafari fara málsligir spurningar at verða viðgjørdir. Innihaldið ber sjálvandi dám av tí, sum málnevndin arbeiðir við í løtuni, og sum nevndin heldur er vert at taka fram og viðgera. Høvuðsendamálið við málnevndini er at leiðbeina og geva ráð í málsligum spurningum viðvíkjandi føroyskum. Fyrispurningar frá fólki verða eisini viðgjørdir, og greitt verður frá teimum ráðum, sum málnevndin gevur fólki, samstundis sum roynt verður at grundgeva fyri okkara svarum. Eisini verður ymist málsligt tikið fram, sum er uppi í samfelagnum júst nú.
Málnevndin skal fylgja við teirri málsligu menningi. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er í eini reglugerðfrá 1985, har tað í stuttum kann sigast, at arbeiðið hjá nevndini er at seta reglur upp fyri, hvat er gott føroyskt og hvat ikki er tað. Málnevndini fær vónandi gott samskifti við einstaklingar, fjølmiðlar, bókafeløg, stovnar og onnur, sum arbeiða við føroyskum og málsligum spurningum annars. Tað er greitt, at málið stendur ikki í stað, men broytist alla tíðina, og tað mugu vit taka til eftirtektar, og m.a. tí hava vit eina málnevnd. Útgangsstøðið fyri arbeiði okkara er tí, at ikki alt føroyskt er eins gott, ella sagt við øðrum orðum: sumt er betri enn annað og tí mælt til at nýta. Hesin grundsetningur hevur lyndi til at arga summi. Men uppgávan hjá málnevndini er júst at tala at, tá ið málið ikki verður rætt handfarið, og málnevndin vónar, at tær viðmerkingar, sum koma frá málnevndini, ikki verða fataðar sum persónlig álop á eitt nú fjølmiðlafólk, men eru ein liður í at menna og verja føroyskt sum eitt framkomið og smidligt samskiftisamboð, sum eigur at kunna nýtast í øllum lívsins viðurskiftum.
Málnevndin kundi ynskt sær eitt størri, vakrari og fjølbroyttari blað, men við teirri fíggjarjáttan, sum vit hava, ber tað ikki til. Fólk eru vælkomin at skriva til málnevndina og at seta okkurt í blaðið, um tey vilja tað. Viðmerkingar og áskoðanir frá lesarunum eru eisini vælkomnar eins og uppskot um nýggjyrði at seta í staðin fyri fremmand orð og lánorð. Nýggjyrði, sum málnevndin skjýtur upp at nýta í staðin fyri fremmand, verða sett í blaðið.
Arbeiðið at fáa málnevndini eina heimasíðu á Internetinum er so smátt farið í gongd. Ætlanin er at leggja tilfar frá málnevndini út á netið, so at fólk eisini kunnu nýta tann miðilin at lesa tilfarið frá málnevndini.
Við heilsan
Jógvan í Lon Jacobsen, formaður
ORÐ Á LOFTI
Eystari landsrættur
Tá ið landsrætturin er í Føroyum, eru ofta tíðindi úr rættinum. Men stundum verður eystari skeivt bent. Tað bendist sum eitt veikt bent lýsingarorð: tann stóri maðurin, eg sá tann stóra mannin, hjá tí stóra manninum o.s.fr.; hvørfall: stóri, eystari, hvønnfall: stóra, eystara, hvørjumfall: stóra, eystara, hvørsfall: stóra, eystara.
Tí eigur orðið at verða bent samsvarandi hesum, t.d. Eystari landsrættur vildi ikki viðgera málið; málið varð skotið inn fyri Eystara landsrætt; í Eystara landsrætti segði verjin hjá ákærda, at ... (ikki í Eystari landsrætti).
Ofra og ofring
Sum kunnugt er ein høvuðsregla, at av tveimum eins hjáljóðum dettur annað burtur, tá ið eitt triðja hjáljóð kemur afturat fremst í bendingarending (flokkur, floks-; Klakkur, Klaksvík). Undantøk frá regluni eru samansetingarnar -ttr, -kkj, -kkl, -kkr, -ddr (dømi: dóttrina, søkkja, súkkla, tjykkri, faddrar).
Ein ljóðregla í føroyskum sigur, at sjálvljóð styttist, tá ið tvey ella fleiri hjáljóð koma aftaná: døma (langt ø), dømdi (stutt ø), hálur (langt á), hált (stutt á). Men undantøk eru frá hesi reglu, t.d. vetri (langt e), nakrir (langt a), epli (langt e), daprir (langt a), bekla (langt e), vitja (langt i), vekja (langt e), tysja (langt i). Hesi undantøk eru tó ikki galdandi fyri suðuroyarmál.
Við hesi høvuðsreglu, at sjálvljóð ikki styttist framman fyri ávís hjáljóðasambond (tr, kr, pl, pr, kl, tj, kj, sj), mugu orð sum t.d. styttri hava tvey t til at fáa tað stutta /i/, veittra (tvey t), dóttrina (tvey t), tjykkri (tvey k) o.s.fr.
Áður vórðu orðini offra og offring skrivað við tveimum f'um og sostatt roknað sum undantøk, men hjáljóðasambandið fr er ikki millum undantøkini, og tí verða ofra og ofring skrivað við einum f, men offur skal skrivast við tveimum f'um.
Breið semja
Ofta hoyra vit sagt, at breið semja er um tað og tað málið. Her kann í staðin verða sagt, at málið fær góða undirtøku, fólk eru sum heild samd um ella á einum máli um tað ella tað o.s.fr.
LJÓÐSKRIFT
Tá ið vit umrøða mál og málsligar spurningar, er ofta ov lítið bert at siga, hvussu eitt orð verður stavað; tað hevur eisini týdning - eitt nú hjá loftmiðlunum - at tosa um framburðin av orðum, tí ofta er stórur munur millum talu og skrift. Til at vísa á framburðin hjá orðum verða tvær skrástrikur settar - ein høgrumegin og ein vinstrumegin orðið. Tá ið skrivað verður t.d. fyrnast /fidnast/, skal tað lesast soleiðis, at tað skráskrivaða orðið er stavsetingin, meðan tað seinna er framburðurin hjá orðinum.
Fyrnast og fyrning
Í sambandi við tað nógv umrødda bankamálið hevur nógv verið tosað um fyrning og fyrningarfreistir. Orðið fyrningarfreist er nýggjyrði og merkir tann dagur, tá ið krav í síðsta lagi skal verða framsett, um tað ikki skal missa rættargildi. Upprunin at orðinum er lýsingarorðið fornur; við i-umljóði fáa vit formar við y (fyrna, fyrnast, fyrnd, fyrni, fyrning, fyrningarfreist og fyrningartíð). Vit vita, at orðið fornur verður framborið /fodnur/, á sama hátt verða orðini fyrnast og fyrning framborin sum /fidnast/ og /fidning/. Vit síggja, at rn regluliga verða til dn eins og í barn, garn, tærnar o.s.fr. Tað, sum ger, at vit stundum ivast í framburðinum er, at vit hava eitt annað orð, nevnliga firnast, sum verður framborið við rn. Men hesi bæði orðini firnast /firnast/ og fyrnast /fidnast/ hava einki við hvørt annað at gera.
Barnsburðarfarloyvi
Hóast vit skriva barn, so siga vit /badn/, og tá ið vit hava samansett orð og avleiðslur, t.d. barngóður og barnsburður, renna dn saman til nn í framburðinum. Hetta kallast samruni (assimilatión). Í útvarpinum hoyrist stundum, at orðið barnsburðarfarloyvi verður verður framborið sum /barns-/. Tann rætti framburðurin er /bansburar-/. Vit hoyra eisini ofta sagt barnsligt við rn-framburði, men tann rætti framburðurin er uttan r, /banslijur/ og ikki /barnslijur/.